Nógv at læra av trygdini í oljuvinnu

Millum føroyingarnar, sum vitjaðu Norsk Hydro herfyri var eisini Pál Weihe, læknastjóri og arbeiðsmedisinari. Hann umboðar sum so sjúkrahúsverkið í sambandi við tilbúgving í frálandavinnuni og ynskti hann við hesum túrinum at fáa nakað at vita um hesi viðurskifti.

Millum føroyingarnar, sum vitjaðu Norsk Hydro herfyri var eisini Pál Weihe, læknastjóri og arbeiðsmedisinari. Hann umboðar sum so sjúkrahúsverkið í sambandi við tilbúgving í frálandavinnuni og ynskti hann við hesum túrinum at fáa nakað at vita um hesi viðurskifti.

-Eg havi lært ein hóp á hesum túrinum. Eg fór við og hugsaði, at oljuvinnan arbeiðsmedisinskt sæð er ein sera hørð vinna, og eg komi aftur við einum rímuliga sterkum varhuga av, at so er als ikki. Teir, sum í hvussu er skipa fyri hesi vinnu hjá Norsk Hydro, hava sett sær sum mál, at talið á vanligu vanlukkunum ikki bert skal minkast men heilt burturbeinast.

Á ferðini í Noregi vitjaði Pál Weihe tvey stór arbeiðspláss í oljuvinnuni, ein oljupall og eina útgerðarstøð. Bæði hesi høvdu hagtøl, sum vístu, at av 100 fólkum í arbeiði í meira enn 800 dagar, hevði eingin verið úti fyri eini vanlukku, sum hevði við sær, at fólk máttu gevast at arbeiða. Hetta er stórliga imponerandi heldur Pál Weihe.

Hann sigur seg hava fingið nógv burtur úr. -At síggja idealið um, at vanlukkur kunnu fyribyrgjast, og at tað ber til eisini í eini so ringari bransju sum í frálandavinnuni, er ein stórur íblástur, tí ber tað til har, so ber tað eisini til í øðrum vinnum.


Læra av royndum

Pál Weihe heldur, at sjálvt um vit ikki finna olju við Føroyar, so kann hetta arbeiðslagið, sum finst í hesi vinnu, eftir hansara meta heilt greitt gagna okkum sum eitt framkomið vinnusamfelag - bæði teoretiska síðan um sannlíki fyri góðum úrslitum og so praktiski mátin at leggja arbeiði til rættis.

-Vit sóu m.a., hvussu tey hjá Norsk Hydro áleggja øllum sínum arbeiðsfólki at gera skrivligar viðmerkingar um alt, sum tey vóru út fyri og sum kundi gerast ein vandamikil støða. Tað er sera skilagott gjørt, tí harvið fær tú øll tey, sum eru í arbeiði til at hava eyguni opin fyri broytingum, sum kunnu gera arbeiðið tryggari - og ikki bara professionalisera tað á einum spískum toppi.


Gott alternativ

Hvat heldur Pál Weihe um eina komandi føroyska frálandavinnu!

-Sum vanligur borgari má eg siga, at tey element av háteknilogi, telduteknologi, av háteknologiskum maskinaríi til tess at fáa oljuna væl í land og avskipað so sum vit sóu á túrinum er bæði hugtakandi og mennandi, serliga í einum landi sum okkara, har vit nú í mong ár hava tosað um, at vit hava ein tørv á at fáa eitt alternativ til fiskivinnuna, tí fiskivinnan er so sárbar, tá t.d. toskastovnurin svíkur og nú t.d. upsin. Tað er sum at standa á einum beini. Tað gongur væl, tá tú stendur, men tað skal lítið til, at tú kemur út av javnvág, so har vildi ein slík vinna, har tú helt fram við okkara traditiónum at arbeiða á havinum, eftir míni hugsan, verið sera kærkomin.

Í eini oljuvinnu vilja vit framvegis arbeiða á havinum men uppá ein meira avaseraðan máta, har vit brúka framtíðar tøknifrøði.

Uppá fyrispurning um vit eru í so tíðliga úti at fyrireika okkum til eina oljuvinnu, sum kanska liggur langt frammi í tíðini sigur Pál Weihe, at teir hjá Norsk Hydro eisini spurdu um vit høvdu nøkur hugskot. Eg svaraði teimum eftir bestu sannføring, at tað, sum teir høvdu greitt okkum frá, vildi eg hildið, at allir føroyingar høvdu havt gagn av at hoyrt. Men tá tíverri ikki øll kunnu síggja teirra arbeiðspláss, so kundi ein tikið tað næstbesta tvs. at farið runt landið, bygd av bygd og víst filmar og annars greitt frá og givið fólki høvi at tosa við oljufólk. Tað hevði verið ein rímulig fyrireiking til oljuvinnu í Føroyum.

Oljavinnan má eisini koma niður av hæddunum og blíva eitt fyribrigdi sum eitthvørt annað arbeiði. Tað má eisini blíva gerandisdagur og ikki bara nakað sum vit tosa um í tí fjarða.

Pál Weihe heldur ikki føroyingar hava orsøk til at vera óttafullir fyri eini oljuvinnu. -Her er talan um eitt vanligt arbeiði, og havi eg hoyrt rætt og sæð rætt, so er oljuvinnan eitt fyribrigdi, sum norðmenn hava megnað at integrera væl og friðaliga inn teirra samfelag, og í tí ljósi er eingin grund at vera óttafullur.

Uppá fyrispurning um hann vónar, at tað er olja við Føroyar, sigur Pál Weihe, at hetta hevur ikki mest at siga fyri seg í løtuni. Tað hevur meira at siga, at at vit nú fyrireika okkum væl. Hann heldur, at sjálv leitingin er kanska eins umráðandi sum tað at pumpa gullið upp, tí hon er mennandi fyri samfelagið.

-Vit vera ikki eitt gott og lukkuligt samfelag bara tí at vit fáa pengar. Tað skal annað til fyri at fáa eitt samfelag í trivna, men tá tað er sagt, so vóni eg, at vit finna olju.