Í dag ger B36 comeback í altjóða fótbólti.
Í 1992 gingu B36 og KÍ undan við at melda til europeisku kappingarnar, og síðani tá hevur B36 onga altjóða uppgávu havt.
Í fjør var plaseringin í 1. deild so mikið góð, at tað rakk til eitt Intertoto-Cup pláss.
B36 skal spæla fýra innleiðandi dystir í hesi kapping, og tann fyrsti verður á Svangaskarði í dag kl. 17.30. Hann er móti belgiska liðnum KRC Genk.
Í 1992 var B36 bert eitt lítið fet frá at koma víðari. Teir taptu 1-0 á útivølli móti Avenir Beggen úr Luxemburg. Á Svangaskarði stóð væl til tá Kári Reynheim við frísparksmáli legði B36 fram um 1-0.
Avenir Beggen kláraði tó at javna hesa leiðslu seinni ídystinum, og teir misbrúktu brotsspark. Samanlagt slapp liðið úr Luxemburg víðari.
Nógvir hava
altjóða royndir
Nú stendur B36 aftur fyri einari altjóða avbjóðing, og tað gera teir við einum sera sterkum liði, í føroyskum høpi ið hvussu er.
Nógvir av spælarunum hava altjóða royndir frá landsliðnum og við feløgum, og tað kann bara vera ein fyrimunur, sigur Tummas Eli Hansen, liðskipari hjá B36, og sum sjálvur hevur drúgvar altjóða royndir frá landsliðnum.
Ikki færri enn sjey spælarar hava roynt seg á A-landsliðnum, umframt nakrir av teimum ungu, sum hava verið við á U-landsliðunum.
Tað er stórur fyrimunur at hava aljtóða royndir, tá tú skalt spæla slíkar dystir. Trýstið er heilt øðrvísi, og dystirnir krevja meira av tær.
B36 ætlar sær ikki at grava seg niður og bara hugsa um at verja í dag. Teir ætla sær fram á vøllin at bjóða av.
Sjálvandi skulu vit vera varnir í verjupartinum, men vit ætla okkum ikki bara at verja. Skulu vit skapa eitt yvirraskilsi, skal tað helst vera í fyrsta dystinum, sigur Tummas Eli Hansen.
Hava vant tvær
ferðir á Toftum
B36 hevur fingið nakað av vitan um belgiska mótstøðuliðið, og serliga er tað venjarin, Tomislav Sivic, sum kennir nakað til hetta lið.
Enn hava spælararnir ikki fingið frágreiðing um liðið, men tað fáa teir á taktikkfundi, sum verður í dag. Tá verður eisini kunngjørt hvørjir av teimum 18 spælarunum, sum eru við til dystin, skulu byrja á vøllinum.
Mikudagin og hósdagin vandi B36 á Svangaskarði. Tað er heilt øðrvísi at spæla á grasi og graslíki, og tað er nakað, teir hava roynt at vant seg við undir hesum venjingunum.
Í dag verður ein løtt venjing í Havn, og í morgin kl. 14.00 savnast spælararnir til eina máltíð og taktikkfund.
Kl. 17.30 verður dysturin bríkslaður í gongd, og so hevur B36 90 minuttir til at fáa eitthvørt burtur úr.
Nýtist ikki at
gerast strævið
Tað eru mong sum halda, at B36 kann koma at líða undir, at teir hava so tætta og umfatandi skrá restina av árinum.
B36 skal sum øll hini feløgini spæla 18 dystir í landskappingini, umframt at liðið framvegis er við í steypakappingini. Afturat hesum koma altjóða uppgávurnar, sum spælararnir hava í Intertoto-Cup og á landsliðnum, og samanlagt verður tað til fleiri dystir enn nakað annað felag hevur.
Tað nyttar ikki at blíva við at tosa um, at tað verður strævið, tí tað verður so strævið, sum vit gera tað til. GÍ hevur áður verið við í nógvum kappingum, og tað hevur gingið fínt hjá teimum, so sjálvur stúri eg als ikki fyri hesum, sigur Tummas Eli Hansen.
Tað ber altíð til at brúka altjóða fótbóltin sum undanførslu, um tað nú ikki spælir væl av í heimligu kappingini, men tað síggi eg onga meining í. Hetta verða nakrir sera spennandi dystir, og eitt stórt upplivilsi fyri okkum allar.
Umframt dystin móti belgiska liðnum, hevur B36 heimadyst móti russiskum liði. Á útivølli hevur B36 uppgávur í Noregi og í Grikkalandi.
Men fyrsta uppgávan verður á Svangaskarði í dag, og tað er í fyrsta dystinum at B36 ætlar at loypa kvøkk á.










