ILLA-BEINTA OG BARBARA Søga og ætlanir

Karmur um skaldsøguna »Barbara« - ella »Barba og harra Pál«, sum hon eitur í týðingini hjá Christiani Matras - er søgnin »Beinta og Peder Arrheboe« úr »Færøske Folkesagn og Æventyr« hjá Jakob Jakobsen, og høvundurin hevur felt sína søgu rættiliga neyvt inn í fyrimyndina. Jørgen-Frantz Jacobsen brúkar ikki bara høvuðstræðrirnar í søgnini, men eisini einstakar hendingar, eitt nú Beinta og landtunnan. Ein fittur partur av søgnini snýr seg kortini um tíðina, eftir at harra Pál er dømdur frá embætinum, eitt tíðarskeið, sum skaldsøgan ikki ber við.

 

Karmur um skaldsøguna »Barbara« - ella »Barba og harra Pál«, sum hon eitur í týðingini hjá Christiani Matras - er søgnin »Beinta og Peder Arrheboe« úr »Færøske Folkesagn og Æventyr« hjá Jakob Jakobsen, og høvundurin hevur felt sína søgu rættiliga neyvt inn í fyrimyndina. Jørgen-Frantz Jacobsen brúkar ikki bara høvuðstræðrirnar í søgnini, men eisini einstakar hendingar, eitt nú Beinta og landtunnan. Ein fittur partur av søgnini snýr seg kortini um tíðina, eftir at harra Pál er dømdur frá embætinum, eitt tíðarskeið, sum skaldsøgan ikki ber við.

Lýsingin av Beintu í søgnini er lítið prýðilig, og tú skilir, hví hon hevur verið nevnd Illa-Beinta. Men tað finnast eisini frásagnir, ið siga tað tvørt øvuta. Ein er skrivað av keypmanninum Hans Nicláa Niclassen, og hann endurgevur langommuna, ið tænti hjá Beintu í Jansagerði. Hans Niclái Niclassen er illur um skaldsøguna »Herr Peder Arrheboe« (1893) eftir Emil Bruun, og vil vera við, at hon gevur eina ranga mynd av Beintu. Sambært langommuna var Beinta eitt í allar mátar gott fólk sum altíð vildi øllum tað besta. Spurd hví hon so hevði so ringt orð á sær, segði langomman, at fólki dámdi lítið, at hon var gift tríggjar ferðir, tey hildu, at okkurt yvirnatúrligt var við í leikinum. Haraftrat kom, at tá ið Beinta hevði pyntað seg - og tað dámdi henni væl - »strålede hun som en ny opgåen sol iblandt dem alle«, og tað hóvaði ikki konunum og døtrunum hjá embætismonnunum. Í skaldsøguni verður Barbara ikki einans samanborin við sólina, hon er sólin.

Hans Marius Debes - Skraddar Debes - er í síni frásøgn um Beintu - »Søgur úr gomlum døgum« (1977) - í samsvari við hesa positivu mynd, men hann vil hartil vera við, at hon var kongadóttir. Sambært H.M. Debes tænti mamman við hovið hjá Fríðriki Triðja og fekk dóttirina uttan fyri hjúnalag, og noyddist tískil at rýma. Hon fór so til Havnar, har hon giftist sorinskrivaranum Peter Broberg. Fyri at laða uppundir sín pástand, endurgevur Hans Marius Debes úr - tí brendu! - kalsbókini fyri Vága prestagjald: »Hun skal, som det fortælles, have været en kongedatter, hvis moder var kommet fra København og havde nedsat sig med hende i Thorshavn«.

Men hvat vita vit, um teir søguligu persónarnar Beintu og Peder Arrheboe?


Teir søguligu persónarnir

Peder Ditlefsen Arhboe varð borin í heim í Vester Velling í nánd av Randers tann 23. november 1675. Pápin og mamman vóru presturin Ditlev Hansen Arhboe og Dorthe Pedersdatter. Eftirnavnið høvdu tey fingið sær eftir Ærø, haðani pápin var ættaður. Tá ið pápin førdi dópin inn í kirkjubókina, skrivaði hann: »Gud lade ham lykkes og trives, og fra alle ulykkelige tilfald nådelig bevares«. Valla kan sigast, at góðynskini gingu út. Peder gekk í latínskúla í Randers og bleiv skrivaður inn við universitetið í Keypmannahavn í 1696. Tann 5. juli 1706 fekk hann frá Fríðriki Fjórða kalsbræv til Vága Prestagjald.

Bente Kristina - sum hon skrivaði seg - var dóttir sorinskrivarin Peder Sørensen Broberg og konuna Birgitte Marie Jensdatter Bøgvad. Birgitte Bøgvad hevði áður hildið hús fyri landfútan Søren Pedersen Skougaard, og við honum átti hon ein son, Friedrich Severinsen Schougaard, sum í árunum 1705 til 1746 var sorinskrivari í Føroyum. Tá ið Peder Arhboe kemur til Føroya, er tað sostatt hálvbeiggi Beintu sum situr í hesum mæta embæti. Annars var pápi hennara koyrdur úr starvinum í 1694, tí hann í sambandi við ein dóm ikki hevði fylgt reglugerðini.

Skulu vit trúgva Tingbókini frá 1688, so hevur ungdómurin hjá Beintu ikki verið fullkomiliga deydligur. Sambært hesa hevur pápin, Peder Sørensen, stevnt Otto Bølge løjtnanti fyri at hava gingið konuni og dótturini ov nær. Vitnir hava hoyrt »løjtnant Otto Bølge at have skældt Birthe Peder Sørensens for en skidtfos og der Bente Kristina sagde, han måtte holde sin mund til, den horehest og ikke skælde en ærlig kone, svarede han Bente Kristina, måske var hun den sidste han red på, hvorpå hun sagde, han skulle ride Knicherschodtz kone som han før havde gjort og ikke på en ærlig mands datter, der til sagde han at han kunne lige så vel ride på hende som andre havde gjort tilforn«.

Í 1692, tá ið Beinta er umleið 23 ára gomul, giftist hon einkjumanninum Jonas Jonæssen Færøe, sum var prestur á Viðareiði. Hann hevur ein son frá fyrru giftuni, og ár 1700 - tað árið hann doyr - fáa Beinta og hann ein son. Um viðurskiftini millum Beintu og Jonas Jonæssen annars vita vit einki, meðan vit um hann - eins og um teir flestu prestar - hava nakað av keldum. Í samsvari við søgnina er hendan frásagnin: »Hr. Jonas i Viderø havde i sit første giftermål en dejlig kone, magister Klintes datter, som døde ung. En temmelig tid derefter kom hendes søster med fogedens fuldmægtig og flere at besøge ham og ønskede at se hende end en gang. Da lod han hende igen grave op og beskue, hvorledes hun var forandret. Deraf kom et spøgelse i hendes lignelse og foruroligede ham en lang tid derefter i hans hus, og kunne han ikke selv få det bort igen«. Harra Jónas varð at enda noyddur at biðja Guttorm í Múla hjálpa sær, og tá bar til.

Sambært søgnina skal Beinta eitt skiftið hava verið trúlovað prestinum Anders Lemvig, og skaldsøgan nertir við hetta í kapitlinum »Prestastevna«. Í tíð ber tað til, men valla hevur tað snúð seg um eina trúloving, tí hendan var tá á døgum næstan líka bindandi sum eitt hjúnaband.

Í 1704 verður Beinta gift prestinum Niels Aagaard, sum var tilnevndur Vága prestagjald, og tey fáa eina dóttir. Søgan um, hvussu Beinta koyrir undir stólin, so at beinið hjá Harra Nielsi brotnar fyri aðru ferð, er eftir øllum at døma sonn. Tann nevnda langomman, sum tænti í Jansagerði, var í stovuni undir tilburðinum. Hon fortelur, at róp kom í, at báturin úr Havn var við at leggja at, og nú galdt um at rudda, áðrenn gestirnir komu: »og i skyndingen kom Beinta at støde lidt til stolen som hendes mands syge ben hvilte på; det lå også yderst på kanten af stolen«. Niels Aagaard doyr í 1706, og sama ár kemur Peder Arhboe til Vágar.


Einkja undanmansins

Tað var vanligt millum prestar í Føroyum - men eingin skylda - at eftirmaðurin gifti seg við einkjuni hjá undanmanninum. Hetta hevði javnan við sær, at aldursmunurin var stórur ímillum hjúnafelagarnar, men tá ið Beinta og Peder Arhboe, sama ár sum hann kemur, trúlovað seg, er hon 37 og hann næstan 31. Í hesum høpi er tað ikki ein munur av týdningi.

Tá ið tað snýr seg um Beintu hava vit í høvuðsheitum munnligar keldur, meðan vit hvat viðvíkur Peder Arhboe hava fitt av skrivligum tilfari frá samtíðini. Einamest eru tað rættarbøkur og kirkjuligar gerðabøkur, av tí at hann næstan frá fyrsta degi av, fløkti seg upp í trætur av líkum og ólíkum slagi.

Tær fyrstu rættarsakirnar verða førdar vegna hann og Beintu. Bæði Beinta og mamman høvdu selt og pantsett fitt av jørð, og tað var av týdningi at ogna sær hana aftur, tí jørðin var grundarlag undir næstan øllum ríkidømi. Í fyrstani tykist tað at ganga hampiliga friðarliga fyri seg, men so við og við elvir hann til klandur, har hann er. Tað gerst skjótt greitt, at harra Peder - sum fólk kallaðu hann - ikki var við sítt fulla vit. Ein frásøgn greiðir frá: »Han faldt engang, da han var kommen her i kaldet, udi en svar sygdom og raseri og kom sig derpå noget, men nogen tid derefter begyndte svagheden i hovedet eller raseriet igen og forøgedes så, at han derover forløb sig«.

Og nøkur ár seinni fortelja fólk í Miðvági: »Om han var gal den tid der måtte holdes vagt over ham, det ved vi ikke, men Gud i himmelen ved det, men at han anstillede sig som et rasende menneske, det er sandt og i sine prædikener sagde Hr. Peder: I siger præsten er gal, nej, præsten er ikke gal, han har bedre forstand end nogen af dem, der siger han er gal«. Konan og børnini - tey vóru nú seks í tali - píndust undir hansara sjúku: »så som han mange gange gik efter sin hustru og børn i sin bare skjorte og bukser. Ja på den måde at drive hende og hendes børn af gården for sig«. Eina tíð fluttu Beinta og børnini til Havnar fyri at koma sær burtur frá prestagarðinum, men í øllum trætumálum stóð hon Peder Arhboe við lið

Atburðurin hjá presti gjørdist løgnari og løgnari, og bygdarfólkið bleiv í heilum frá prædikustólinum ákært fyri at vera tjóvar, ránsmenn og mordarar. Tilburðurin, sum ger, at hann missir kjóla og kraga, hevur við bóndan á Ryggi, Jógvan Rasmusson, kallaður Prest-Jógvan, at gera.


Við øks í hendi

Fíggindaskapurin millum Peder Arhboe og bóndan stavar ivaleyst frá, at pápi bóndan, presturin Rasmus Olesen, í 1680 vann fitt av jørð í Mykinesi frá pápa Beintu, sum tá var sorinskrivari. Ein av starvsbrøðrunum gevur Rasmus Olesen hetta viðmæli: »en yndig, ædruelig og velærværdig mand«, meðan eitt vitni, sum var hjástatt undir kortspælinum, fortelur, at »fastendes vare de ikke«. At tað var vanligt millum prestar um hesa tíð at drekka og spæla kort, verður váttað í fleiri frágreiðingum. Í 1690 verður sagt um hesar gudsmenn, at »når de kan sidde og drikke og larme 2 eller 3 nætter og dage tillige, lade skyde og fyre for sig ved hver skål som fulde soldater og galne mennesker og giver 1 rigsdaler for hvert skud, da fornemmes ingen armod«.

Peder Arhboe gerst javnan heilavillur, og bóndin verður høvuðsfíggindin. Frásagnir eru, at harra Peder fór at vitja bóndagarðin við øks í hendi, og bæði Prest-Jógvan og konan rýmdu undan honum upp á takið. Har máttu tey so sita, meðan prestur stóð í túninum og hótti við øksini, og ákærdi bóndan fyri líkt og ólíkt. Áðrenn hann fór til hús, skírdi harra Peder eisini sýslumannin og próstin at vera tjóvar. Undir rættarsakini, sum stóðst av hesum, royndi Peder Arhboe at umbera seg ymsar vegir, men áðrenn sakin var endað, doyr bóndin á Ryggi. Og tað er ivaleyst framferðin í sambandi við jarðarferðina sum ger, at nú er ovboðið.

Tá ið einkjan biður Peder Arhboe um at kasta jørð á og halda líktalu yvir tí deyða, noktar hann fleiri ferðir og vísir til, at hann vil hava samsýningina fyrst. Ikki fyrr enn hann hevði fingið skrivliga váttan um, at hann kundi keypa fyri 8 gyllin upp á einkjuna í kongliga einahandlinum hendir nakað. Men í ólukkumáta: »Nok begyndte han i samme prædiken at skælde på den afdøde, at Gud havde taget sin velsignelse fra denne menighed for denne ugudelig krops skyld, han har været en røver og en tyv i mit hus, han har stævnet mig indtil tinge for en økse som gjorde ingen skade, og agtede at gøre min kone enke og mine børn faderløse. Nu har Gud afhugget ham med sin vredes økse, og gjort hans hustru enke og hans børn faderløse. Gud ske lov jeg står her endnu en mand; jeg har nøglen til frelse. Så faldt den salige mands hustru i besvimelse og dånede og blev båret af kirken som et dødt menneske. Da sagde Hr. Peder, det skader ikke, det er samvittighed«.

Í dóminum, sum kirkjurætturin feldi yvir Peder Arhboe í 1716, verður sagt, at maðurin er sjúkur, og hann verður tí bara fyribils koyrdur úr starvi. Tá ið eftirmaðurin kemur til prestagarðin, noktar harra Peder at flyta, og sigur seg vera tilnevndan av kongi. Í dómi frá 1718 missir hann umsíðir kjóla og kraga, men fyri tí vikar hann seg ikki. Tey næstu árini ganga við sama ringa lag við sjálvtekt og grovum ákærum ímóti Peri og Póli, og ikki fyrr enn í 1725 flytir hann til Sandavágs. Tá hevur hann fingið játtað »en ret rigelig pension af kaldet«, og Beinta, sum ikki í eitt áratal hevur búð saman við honum, flytir við. Eftir hetta tykist friður at vera fallin yvir Peder Arhboe, tí umframt søgnina er lítið og einki at frætta frá honum.

Um tann søguliga Peder Arhboe er bara eftir at siga, at hann ongantíð misti virðingina millum vanligt fólk, og at hann skuldi vera góður í ráðum, tá ið tað snúði seg um gand. Í søgnini heita skálamenn á Peder Arhboe at hjálpa sær við eini grind, sum teir ikki fáa hildið til. Tað finst eitt bræv frá fútanum Diderik Marcussen til »Hæderlig og Vellærde Mand Hr. Peder Ditlefsen Arhboe« sum váttar tilburðin. Í brævinum sigur fútin, at bygdarfólkið vil vera við, »at noget spøgeri af satan skal være der på sandet«, og at harra Peder skal blíva stórliga samsýntur, um hann við Guds hjálp vil reka hetta burtur.

Bente Kristina doyr í 1752 83 ára gomul, og Peder Arhboe í 1756 80 ára gamal.


Frávik

Í innganginum varð nevnt, at Jørgen-Frantz Jacobsen neyvt hevur felt skaldsøguna inn í søgnina, men av tí at Bente Kristina fekk fimm børn og Barbara er barnleys, kundi hetta tykst eitt avgerandi frávik. Men søgnin nevnir eingi børn, og harvið hevur Jørgen-Frantz Jacobsen hildið seg innan teir settu karmar. Barbara er kortini yngd í skaldsøguni. Í endakapitlinum verður sagt, at hon er 29 ár, meðan hon í veruleikanum var næstan tíggju ár eldri, tá ið hon giftist Peder Arhboe.

Somuleiðis varð nevnt, at skaldsøgan ikki bar við tíðina, aftan á at harra Pál er dømdur frá embætinum. Av fyrstan tíð var hetta kortini ætlanin. Tað hevur verið vanlig vitan, at Jørgen-Frantz Jacobsen ikki náddi at skriva skaldsøguna lidna, og at hon líkaleiðis ikki hevði fingið tittul, tá ið hann doyði. Hvat tí seinna viðvíkur, so var ætlanin eina langa tíð, at nevna bókina »Far, verden, far vel«, men hesum fór hann frá, og í brøvum teirramillum kallaðu William Heinesen og Jørgen-Frantz hana fyri Barbara-bókin. Tískil var tað eingin stórur trupulleiki, at doypa skaldsøguna, hóast tittulin ger, at lesarin fær lyndi til at gloyma, at harra Pál í stóran mun er høvuðspersónur. Kortini, alt í skaldsøguni melur um Barbaru, hon er sólin.

Hvat endanum viðvíkur, kom fyrst í 80¹unum eitt bræv undan kavi, sum segði frá ætlanini hjá Jørgen-Frantz Jacobsen: »...nu mangler kun Barbaras katastrofe (studenten stikker af - det er allerede halvt skrevet) hr. Pouls kvaler og afsættelse, og de tos genforening i elendighed under højst uforliebte former. Men De har ret, udformningen bliver svær - ja alt afhænger deraf. Endelig er der de vigtige lakuner, der skal udfyldes«. (Bræv til P. Stavnstrup 22. okt. 1937).

Sum tað sæst, so var ætlanin at fylgja søgnini víðari á leið, men hóast høvundurin ikki náddi at fullfíggjað sína ætlan, so haldi eg ikki, at tann opni endin lýtur skaldsøguna. Kanska tvørturímóti.


Upplýsingartíð og pietisma

Eitt ósamsvar millum søgn og skaldsøgu kemur fyri í tíðarásetingini. Søgnin fer fram fyrst í 1700-talinum, meðan skaldsøgan er flutt til umleið 1760. Í kapitlinum »Verøld« verður sagt, at teir fronsku orlogsmenninir eru á heimleið úr Sjeyárskrígnum í Amerika 1756-1763.

Hví flytir Jørgen-Frantz Jacobsen søgugongdina frá fyrst í øldini til miðja øldina? Vit skulu minnast til, at hann var søgumaður og tí stak nærlagdur øllum tílíkum viðvíkjandi.

Grundin er ivaleyst hon, at hann vil væl og virðiliga inn í upplýsingartíðina (uml. 1690-1770). Hann vil inn til Rousseau (1712-78) og kanska fyrst og fremst Voltaire (1694-1778). Ludvig Holberg (1684-1754) er eisini ein partur av myndini, somuleiðis pietisman, sum í fyrsta lagi ger seg galdandi í Danmark í 1730unum. Tann fyrri parturin av øldini kann sostatt ikki brúkast, men tað kann umleið 1760, har høvi verður at seta ta týsk-donsku pietismuna upp ímóti tí ensk-fronsku upplýsingartíðini og bæði hesi upp ímóti tí »føroyska« Kingo.

La Rochefoucauld (1613-80), sum fleiri ferðir verður tikin upp á tungu av sorinskrivaranum Johan Hendrik Heyde, var rationalistur og ein fyritreytin fyri upplýsingartíðini saman við teimum somuleiðis rationalistisku filosofunum Descartes, Spinoza, Hobbes og Leibniz. Teimum á baki koma síðani empiristarnir Locke, Hume og Berkeley.

Upplýsingartíðin, tíðin har skil og vit ráða, har tú ikki bláoygdur gloypir líkum og ólíkum, og har tú krevur frælsi at trúgva, tosa og hugsa sum tær hóvar, var ein fyrimyndin hjá Jørgen-Frantz Jacobsen.

Men William Heinesen vísir eisini á, at vinmaðurin hevði eina romantiska lind, og javnan nart við »tey áhugaverdu mótsetnings- og komplementerviðurskiftir« millum realismu og romantikk. Hesi bæði, tað rationella og tað romantiska, skulu so hava tamarhald hvørt á øðrum, skulu vera í javnvág.

Men hví árini ímillum 1756 og 1763? Hví ikki 1750? Ella 1770? Svarið er mestur: »Candide«. Tann stutta skaldsøgan hjá Voltaire kom út í 1759, og endasetningurin: »Il faut cultiver notre jardin« - Í týðingini hjá Christiani Matras: »Men nú er at fara til verka í urtagarðinum« - er meinlíkur hugleiðingunum hjá Johan Hendrik Heyde í kirkjukapitlinum »Far, verøld, far væl«: »Men sorinskrivarin, hin altíð ivamikli og tvøri, fekk hetta súra hugskot, at eitt lítið verk avrikað á jørðini er betri enn tíggju fagnaðarróp á himni«.

Lívsáskoðanin hjá sorinskrivaranum er lítið vónrík, men kortini einføld, menniskjalig og í samsvari við Voltaire: »Mín egna fátæka skynsemi hevur ikki borið meg longri á leið enn til at sanna mín dárskap, men aldrin til at bøta um mítt skilaleysa hjarta. Hon hevur ikki hjálpt mær meira enn náðin. Tó kann eg ikki finna annan máta at dyrka Gud uppá enn við tí ljósinum, eg havi fingið, at leita eftir gekkinum í mær sjálvum og royna at gera nyttu í hesum heimi, sum eg eri komin í«.

Vanvirðingin hjá Candide av tí metafysiska og virðingin fyri tí jarðbundna er fullkomiliga í tráð við fatanina hjá Jørgen-Frantz Jacobsen. Siga vit, og eg haldi ikki, at tað er órímiligt, at Johan Hendrik Heyde hevur lisið »Candide«, mugu vit geva bókini stundir at koma úr Frankaríkið til Føroya. Lesa vit hartil orðini um orlogsskipini, at tey »vóru komin úr bardøgum í Amerika«, at kríggið er av, so eru vit í november 1763. Mánaðin fáa vit í fyrsta kapitlið (»Hvør sær grind í november mána, ha?«) Hóast útsøgnin um kríggið í Amerika ikki neyðturviliga skal lesast sum at hetta er av, so er hetta í samsvari við útgávuárið hjá »Candide«, og ta tíð bókin hevur havt um at koma til Føroya. Tað er sostatt einki órímiligt í at hevda, at søgugongdin í »Barbu og harra Pál« tekur við í november mánaði 1763, og at hon endar hálvt annað ár seinni summarið 1765.


Skil og kenslur

Sæð í mun til ta skilbundnu tilverufatanina hjá Jørgen-Frantz Jacobsen - krav um galliskan greidleika o.s.fr. - vildu vit hildið, at Andreas Heyde er hansara maður. Men sum tað púra greitt sæst av teimum tilburðum, har hann er uppií, so er hann latur og roynir at smoyggja sær undan har til ber. Hann er soleiðis ikki nóg dámligur at spæla leiklutin sum tann úrvaldi. Afturfyri er tað eingin ivi um, at Barbara - hon, sum umboðar kenslurnar ið verða feldar av køldum viti - er lýst, so at lesarin fær tokka til hana. At síggja til er viðvent í holuni: høvundurin fær lesaran at halda við kenslunum ímóti viti og skili.

Hvat prestinum viðvíkur so er hann og hansara pietisma - hóast blanka útvortis - fulkomiliga burturvið í hesum høpi. Harra Pál er ein bloyta, pietisman óbrukilig, meðan kirkjan og Kingo harafturímóti eru ein ómissandi partur av føroyskari mentan. Í einum av sínum seinastu brøvum til William Heinesen skrivar Jørgen-Frantz: »Við hesum vóni eg í stóran mun at hava fingið skil á Harra Pál sum ein í veruleikanum sansalig, ærusjúk, men fáfongd barokkmenniskja« (7.-10.2.1938). Harra Pál, umboðið hjá pietismuni í Føroyum, er ikki sjálvur pietistur.

Annars fær lesarin fær so líðandi varhugan av, at skaldsøgan ikki er vorðin akkurát soleiðis, sum av fyrstan tíð ætlað. Teir sum umboða skynsemi eru, tá ið søgan er av, ikki líka lýtaleysir sum frammanundan. Teir hava laðað sær ein kyniskan verjugarð, so at teir ikki verða fløktur upp í tað veruliga lívið. Johan Hendrik Heyde gjøgnumskoðar í stóran mun samanhangin, men hann vil heldur - kortini ikki órørdur - krógva seg handan bøkur og speisemi.

Rationalisma uttan kenslur er minst líka ótespiligt sum tað at lata kenslurnar valda í øllum. Eingin av høvuðsleikarunum í skaldsøguni tykist at finna hesa javnvágina. Afturfyri finst hon væl og virðiliga hjá løgmanninum Sámal Mikkjalssoni, men tað hevur kanska sínar serligu grundir?

Tann løgmaður, sum hevur sitið longst í embætinum, æt Samuel Pedersen. Hann tók við sum løgmaður í 1706 - sama árið sum Peder Arhboe kom til Føroya - og sat líka til 1752. Í einum brævi til Trónd Olsen nevnir Jørgen-Frantz Jacobsen, at hann er ættaður frá tí gitna Rádna Bónda, og hesin var pápi Samuel Pedersen. Annars æt abbi Samuel Pedersen Samuel Mikkelsen, so tað er so líkatil. Tann hóvligi Sámal Mikkjalsson - á donskum: Samuel Mikkelsen - sum altíð hevur tamarhald á støðuni, er slekt hjá Jørgen-Frantz Jacobsen.

Hugburðurin mótvegis tilverufatanini hjá persónunum í »Barbu og harra Pál«, avdúkingin av teirra sjálvsfatan, hevur týðuligan íblástur frá La Rochefoucauld. Hann var háaðaligur og tískil krígsmaður, men gjørdist sum frá leið í staðin tann skeptiski eygleiðarin av lívi og levnað, og hansara »Maximes« (1664-78) snúgva seg í høvuðsheitum um avmarkingarnar hjá mannabørnunum. Tá ið vit halda nakað ella gera so ella so, er tað altíð við støði í sjálvsøkni. Handan allar rósverdar eginleikar húsast altíð sjálvgóðskan.

»Barba og harra Pál« er ein brennidepil av ideologiskum rákum. Í skaldsøguni hittast barokkur, pietisma og upplýsing. Haraftrat føroyskt og danskt. Skaldsøgan er skrivað frá 1934 til 1938, sum eisini er eitt tíðarskeið, har idelogiirnar brenna saman: nazistaflokkurin hevur í einum demokratiskum vali fingið valdið í Týsklandi, Sovjetsamveldið og Komintern leika sín lut, og sjálvstýrishugsanin bylgist í mongum føroyingum, m.a. í Jørgen-Frantz Jacobsen. Og Freud-hugsan ger seg galdandi í mentanarumhvørvum.

Sjúkan forðaði Jørgen-Frantz Jacobsen at fara fullur og heilur upp í politik - hann nevnir longu á ungum árum, at hann vil vera politikari - men fyri tí var hann ein gløggur eygleiðari og tók eldhugaður lut í samfelagskjakinum. Tað er eingin ivi um, at tey politisku og samfelagsligu viðurskiftini í Føroyum og Danmark speglast í skaldsøguni. Í hvønn mun hetta ger seg galdandi, má ein onnur kanning útgreina.