Eingin visti, hvaðan hon kom. Hon kom rekandi út úr tokusortanum, svørt og átøk einum spøkilsi. Seglini vóru skrødd og stakspennini slitin. Aftan á sær dróg hon fløkju av rigningi og togum, har partur av afturmastrini hekk uppií.
Soleiðis sá skipið út, sum íslendskir útróðrarmenn funnu umleið næstseinasta aldarskiftið.
Ræddir vóru teir, tí hetta var ikki natúrligt. Teir mannaðu seg kortini upp og gingu upp á skipið. Men tá teir funnu ein livandi nekaratræl, svartan sum kol, við ketu um beinið, gjørdist ovboðið.
Soleiðis byrjar bókin um Svørtu skútuna, sum íslendingurin Magnús Finnbogason gav út í 1986. Sama ár, sum hann fylti 75 ár.
Gamlar sagnir
Hann sigur sjálvur, at søgan er bygd á tað, hann hevur hoyrt frá gomlum fólki, og so tað, sum hann sjálvur minnist. Skaldsliga hugflogið er sjálvandi eisini uppií.
Frásøgnin fer fram um seinasta aldarskiftið til umleið 1920, uttan tann fyrsti parturin, sum fer fram nógv fyrr. Umleið ár 1800, tá teir funnu skipið.
Magnús minnist sjálvur Svørtu Skútuna. Hann hevur búð á útróðrarplássi og tikið lut í sjólívinum og veit sostatt, hvat hann skrivar um.
Høvundurin heldur sjálvur, at bókin er bæði fyri yngri og eldri.
Søgan fer fram í lítlari útróðrarbyg við íslendskan fjørð. Ivaleyst uppi á Eysturlandinum. Dreingirnir og tann gamli havkallafiskarin eru høvuðspersónarnir.
Umframt at vera ein siðsøgulig frásøgn frá bygdarlívinum í Íslandi fyrst í øldini, er eisini væl av skemti í søguni.
Sjálv søgan er eitt sindur ævintýrkend. Vit frætta frá dreingjunum, sum dáma væl at spæla umborð á gamla farinum, sum lagt er við bryggju. Teir spæla skip, men eru so hepnir at hava ein gamlan knark av einum uppilagstum skipara at læra seg at seta segl og annars tað, sum sjólívið krevur. Og tá kongur kemur at vitja, sleppa teir at loysa skútuna at taka í móti kongi við. Tað er dagur í viku.
Hetta er í teirri tíðini, tá fransar fiskaðu undir Íslandi, og dreingirnir hitta eisini hesar menninar av og á. So mikið, at teir halda seg duga rættiliga væl av fronskum máli, hóast fransarnir, og onkur íslendingur, sum er við fransmonnunum, kanska halda okkurt annað.
Men ein dag hendir nakað heilt óvæntað á Langoyrarfirði. Svarta Skútan er burtur. Og tað sama eru einir tíggju - tólv dreingir í bygdini.
Bókin er løtt at lesa. Ein av hesum, sum helst fer at verða lisin í barnaútvarpinum. Og samstundis er hon uttan iva hugnaligur lesnaður hjá monnum, sum hava verið til fiskiskap á hesum leiðum.
Umhvørvið er lætt at kenna aftur. Firðirnir, bryggjan og frásagnirnar frá túrinum, skútan gjørdi til fiskiskap.
Eldri menn kenna ivaleyst eisini fransatíðina aftur.
Tað er Osmund Joensen í Sandavági, sum hevur umsett til føroyskt, og givið hana út á egnum forlagi. Bókin, sum er góðar 100 síður og kostar 90 krónur, er greidd til prentinar í Danmark. Búi Tyril hevur teknað permumyndina.
Osmund Joensen sigur, at hann hevur valt at umseta ein bók, sum ein ókendur høvundi hevur skrivað.
»Teir kendu munnu fara at koma kortini,« heldur hann.
Eins og høvundin, Magnús Finnbogason, er eisini Osmund Joensen tilkomin, nú hann fer undir bókaútgávu. Hann fylti 70 í summar, so samanlagt eru teir báðir, Magnús, næstan hávtannaðhundrað ár.