Einki bræv er komið afturat frá FIFA um, hvussu tað verður við rættinum hjá Jan Dam at spæla, tá landsliðið um ein mánað skal til Spania. Men tað er púra greitt, at um liðformaðurin fær gult kort seinnapartin í dag, so verður hann leikbannaður ta ferðina og kanska fleiri aðrar ferðir í einari nýggjari HM undankapping.
? Eg sá yvirlitið yvir gul kort, sum tit høvdu í blaðnum nú ein dagin, og eg skal ikki dylja, at tað hevur verið í mínum huga, hvat eg kann gera fyri at sleppa undan at fáa kort ímóti Kekkia. Men eg eri komin til ta niðurstøðu, at tað ber ikki til at spæla og alla tíðina hugsa um hatta har. Eg fari at spæla, sum eg plagi, og so má eg bara vóna, at tað ikki verður neyðugt hjá dómaranum at fara eftir kortinum.
Vandin lúrir
Jan Dam var ikki við í Kekkia. Hann var leikbannaður og sat heima og fylgdi við í sjónvarpinum:
? Tað stóð nógv á fyrstu løtuna, og tá kundu teir væl fingið fleiri mál. Síðani gekk betur, og eg royndi at finna út av, um tað var tí kekkarnir minkaðu um trýstið, ella um tað var tí, at okkara menn fingu skil á og spældu betri, enn teir høvdu gjørt, og eg haldi, at tað seinna í hvussu so er fyri ein part gjørdi seg galdandi.
Gevur úrslitið í Kekkia orsøk til at halda, at tað fer at ganga væl í dag?
? Tað er ómøguligt at siga. Tað sæst ikki fyrrenn vit eru byrjaðir at spæla. Besta úrslitið higartil ímóti einari av stóru tjóðunum var, tá Slovakia vitjaði fyri einum ári síðani. Vit taptu 2-1, men fingu teir størri úrtøku burturúr stóru møguleikunum, sum teir høvdu beinanvegin, so kundu vit tapt stórt, sigur Jan Dam, sum heldur, at fyritreytirnar í dag eru ikki so ólíkar teimum, sum vóru tá Jugoslavia vitjaði á Svangaskarði í fjør og vann 8-1:
? Frammanundan høvdu vit fingið eitt gott úrslit í Beograd, har John Petersen skoraði eitt fínt mál, og vit bara taptu 3-1. Kanska hetta gav orsøk til at halda, at vit fóru at fáa eitt uppaftur betri úrslit á heimavølli, og so vórðu vit so rudduliga settir uppá pláss. Vit taptu 2-0 í Kekkia, og vit skulu ansa eftir, at vit minnast okkara leiklut í hesum spælinum. Gera vit ikki tað og leypa framav, so kann tað enda galið.
Todi er ímillum
teir bestu
Hvat skal til fyri at fáa eitt uppaftur betri úrslit enn í Kekkia?
? At allir føroyingarnir spæla upp til sítt allar besta.Mótstøðumenninir hjá okkum kunnu vinna, sjálvt um fleiri teirra ikki spæla upp til sítt besta, meðan vit verða sektaðir rudduliga, um vit ikki allir eru uppi á tærnum.
? Men eg ivist onga løtu í, at vit hava møguleika at fáa mál. Vit hava skorað regluliga seinnu árini, og tað kunnu vit eisini gera hesa ferð. Tað verður stórur saknur í Juliani Johnsson á miðvøllinum, men kanst tú ikki sitera meg fyri at siga, at í Toda Jónsson eiga vit ein álopsspælara, sum eg haldi telist ímillum teir bestu, ikki bara í Danmark men í øllum Europa. Hann er mest vandamikil, tá okkara lið er undir trýsti, og tað er eitt ógvuliga stórt aktiv hjá okkum, endar liðformaðurin, sum seinnapartin í dag spælir landsdyst nummar 35.