bilførarar nøkur góð fyrimynd hjá teimum yngru. Hvussu mangan er kilometurvísarin ikki farin uppum 80, meðan lítli Hanus sat á forsetrinum. Ungur nemur, gamal fremur. Leggja skúlarnir nóg stóran dent á ferð [...] Upp á ein máta eru ferðsluvanlukkurnar vorðnar eitt tabu. Eitt evni, sum vit ikki tora at taka um rótina á og viðgera við tí eldhugi, tað hevur uppiborið. Veruligt kjak um ferðslutrygd er einki - ja tú [...] herferð kanska gjørt, at ungdómurin fór at halda tað vera óneyðugt og bygdarsligt at koyrt ov skjótt á alfaraveg. Og hví ikki tosa hart um ferðslumentanina. Er tað ein náttúrulóg, at øll skulu hava bil.
tosa við tá teir í seinna hálvleiki fullkomiliga mistu takið á Neistanum, og Tjaldur fingu fyri fyrstu ferð nakrantíð stig, tá teir vunnu dystin á KÍF fyri kortum. Men veruleikin er, at tað er stórur munur [...] mikukvøldið. Ikki tí, teir fyrstu tríati minuttirnir vóru farnir aftur um uttan at stórvegis munur var á. Og á vegis í fyrra hálvleiki var Tjaldur enntá frammanfyri, um tað so bara var við tí eina málinum. við [...] steðginum. Nøkur teirra hugsaðu uttan iva um dystin sunnudagin, men leikararnir vístu frá fyrsta brísli í seinna hálvleiki, at áskoðarar teirra als einki høvdu at vera bangin fyri. Við Bjarna Wardum á odda,
umtalaða Shu-bi-dua konsertin hildin í ítróttarhøllini á Hálsi, og kvøldið eftir varð so nýggj konsert hildin á Kambsdali. Lagið var sjálvsagt ógvuliga gott á bæði áskoðarum og Shubbum, men tað, sum kanska var [...] beinanvegin. Tað koyrdi knallandi gott allan vegin ígjøgnum, tá henda løgna blandingin av Dynamitt og Kjølum trein fram á pallin. Tað vil altíð vera sera torført at skula hita upp til nakað sum helst á einum tiltaki [...] ivaleyst ta stóra kórið, sum teir á pallinum høvdu í nøkrum av sangunum. Far á konsert Til tykkum, sum enn ikki hava hoyrt hesa samansetingina spæla eru bert eini boð. Far á onkra av konsertum teirra, sum
sigast um øll, tí tíðliga seinnapartin leygardagin varð onkur varugur við, at ótangar høvdu verið upp á spæl á Noregsvegnum. Har høvdu teir skrætt speglini av fleiri bilum, sum stóðu parkeraðir fram við vegnum [...] verri enn so. Tey allarflestu skikkaðu sær væl, men tað vóru eisini nøkur, sum vóru so »troytt«, at tey ikki vunnu upp hús. Nøkur teirra sovnaðu heilt einfalt við vegin, meðan onnur ikki kláraðu at ganga [...] vóru so eisini nøkur, sum heldur ikki mintust hvar tey búgva, ella sum ikki høvdu nakrastaðni at fara. Hetta vikuskifti hevði løgreglan í Havn tí fýra liggjandi gestir í klivanum. Koyrdi við kenning Tað
vísa á einar trappur upp á ovaru hæddirnar. Vit hava sett listamálaranum Amariel Norðoy stevnu. Hann húsast sjálvur triði á loftinum í hesum húsunum. Hinir eru Kári Svensson og Eyðun av Reyni. Á fyrstu [...] greiðir Amariel frá, meðan hann heingir hana á veggin, so eg síggi. Landslag. Mikladalur. Amariel leggur á. Vit práta aftur og fram, men nú er ikki friður á honum. Við eitt reisist hann. Vísir mær eini [...] breiðir tey á gólvið. Bert ymisk sløg av ljósi, einki beinleiðis motiv. - Nú máli eg ofta soleiðis. Sært tú? Hetta er á morgni. Tað gula og reyða. Jú, eg síggi. - Tá eg so komi aftur her á verkstaðin,
ongantíð tað stóra upplivilsi. StÍF koyrdi sigurin heim uttan stórvegis hóvasták, og uttan nakrantíð veruliga at seta ferð á spæli. At úrslitið varð sum varð, man ikki koma óvart á nakran, tí sum gongdin hevur [...] byrjanini av dystinum gekk javnt á, og meginpartin av fyrra hálvleiki fylgdust liðini bæði hampuliga væl. Seinasta triðingin av hálvleikinum tóku strandingar tó dik á seg, og kundu teir sostatt fara til [...] onkuntíð staðið nógv á hjá oddaliðunum, tá tey ikki hava tikið uppgávuna í nóg stórum álvara, men hinvegin eru neyðugu stigini kortini komin til høldar hvørja ferð. StÍF er sostatt framhaldandi á triðja plássi
Ragna Andreasen, og ikki kann sigast annað enn, at hon fekk prógvað, at breiddin á liðnum er í lagi. Sum sagt, so royndu tær á heimaliðinum at gera sítt til, at klaksvíksgenturnar skuldu fáa ein harðan dyst [...] stóð ein rimmar dyst í málinum. Fleiri ferð hevði hon góðar bjarningar, tá á stóð, og tað gjørdi tað ofta. Kontraspælið hjá VB koyrdi sera væl, og har umframt dugdu tær sera væl at gera sær dælt av, at verjan [...] hálvleiki Stjørnan fimm mál á rað, og kundi tí fara til hálvleiks við eini tvey mála leiðslu, og miðskeiðis í seinna hálvleiki varð sama skilið, tá Stjørnan fekk fýra mál á rað, og harvið skapti grundarlagið
150 dagarnar koyrur tú á berum asfalti og gerst tá bremsulongdin dupult so long. Her er lætt at síggja hvat er tryggari, tí koyri eg við lamelldekkum sum eru trygg bæði á ísi og á asfalti. Heldur tú at [...] máli fekk fyrstu viðgerð á tingsins røðarapalli, framm um tað at Føroyar vóru farnar á húsagang, og at tíggjutúsund mistu alt tey áttu, og máttu liva í donskum gettoum. ? Nøkur eru enn ikki komin heimaftur [...] álegði teimum, sum koyrdu við píkum eitt avgjald, onnur kravdu at eitt skelti var sett á bilar við píkum, har tað stóð á, at teir ikki høvdu loyvi at koyra meira enn t.d. 80 km/t. Táverandi Vesturtýskland
verða nøkur útlendsk lið, á hvørjum ári eisini boðin við. Í hesum sambandi kann nevnast, at 15 ymiskar tjóðir vóru við í kappingini í fjør, ið varð hildin í Hollandi. Føroyar vóru eisini við. Á hesi ferðini [...] elevatorinum, ið koyrdi við eini ferð uppá 40 km/t, frá stovuhædd og upp til 107. hædd. Síðan vóru rullutrappir upp á hinar tríggjar hæddirnar. Bygningurin er umleið 400 metrar høgur. Á Centrinum arbeiddu [...] leiðin frá New York ímóti Washington. Eftir at hava steðga á eina løtu í eini matstovu á vegnum, har vit fingu okkum ein bita, vóru vit heima aftur á hotellinum aftur kl. 2215.
breiðum og smølum. Og har ganga tær enn, hóast tær nú bert eru á tí einu. Men tær eru har. Við blómum og grønmeti. Skeljum og fiski. Men á Crafton Street stendur HON. Molly Malone, herself. Ein stór standmynd [...] fyrstu fólkini búsettust á Írlandi. Hesar búsetingar hava helst verið kring tað, sum í dag verður nevnd Dublinvíkin. Fleiri túsund ár seinni komu so kristnir munkar og reistu kleystur á leiðini. Í árinum 841 [...] vera dømdur inn at sita fyri homoseksuellar tendensir helst er tann, sum oftast verður citeraður á lokinum á donskum Ga Jol pakkum. Og hiðani er eisini tann navnframi Jonathan Swift, sum gjørdi Gulliver gitnan