Through streets broad an narrow

Ein av næstu grannum okkara er Írland við høvuðsstaðnum Dublin. Men hóast søgulig bond, er tað rættiliga lítið, føroyingar annars hava havt av sambandi við grannan fyri sunnan

»In Dublin?s fair city, where girls are so pretty, I first set my

eyes on sweet Molly Mallone«......

Soleiðis syngja vit í reiðiliga aðruhvørji veitslu, hildin verður bæði í Føroyum og aðrastaðni.

Vit syngja um írsku fiskagentuna, sum gekk í gøtunum í Dublin og seldi fisk og skeljar. Og hon gjørdist heimskend, hendan ímyndin av gomlu fiskarakonunum, sum royna at vinna til lívsins uppihald við at ganga við trillubørini í gøtunum í Dublin. Bæði breiðum og smølum. Og har ganga tær enn, hóast tær nú bert eru á tí einu. Men tær eru har. Við blómum og grønmeti. Skeljum og fiski.

Men á Crafton Street stendur HON. Molly Malone, herself. Ein stór standmynd, sum borgarstjórin í Dublin gjørdi av at biða ein írskan listamann gera. Til minnis um hesa ímyndina av Dublin. Hesari kvinnuni, sum hóast bara íspunnin, hevur fest býarnavnið á at kalla hvønn munn í stórum parti av okkara heimi.


Ókendur granni

Hóast Írland er ein av okkara næstu grannum, er tað merkisvert, so lítið føroyingar hava havt av sambandi tann vegin. Vit kenna frá søgu okkara frásøgnina um Brendan, sum kom hendanvegin og helt leiðina fram um Norðuratlantshav og skuldi enda í Norðuramerika.

Undan honum hava einbýlismenn, munkar, verið í oyggjunum, og teir verða ofta sagdir at hava verið írskir. Eftir ymsum staðanøvnum, sum vit enn hava, verður hetta mett at vera so.

Tað næsta skal so hava verið sjórænararnir, sum hava herjað her helst í miðøld onkuntíð. Og takk skulu teir hava fyri tað. Tí vóru teir ikki komnir hendanvegin og høvdu neyðtikið onkrar neytakonur og ungar bóndadøtur her og har um oyggjarnar, var ivaleyst alt slagið útdeytt orsakað av innannøring. Tí tað er alkennt, at neyðugt er at blanda blóðið fyri at halda slagið gangandi.

Síðan hevur lítið og einki verið av sambandi landanna millum. Onkur landsdystur í fótbólti hevur verið móti Norðurírlandi, og vit hava frætt eitthvørt um ófrið gjøgnum pressuna.

Men nú er Maersk Air farið at flúgva fasta rutuflúgving millum Billund í Danmark og Dublin. Og samstundis verður eisini flogið millum Billund og Vágar. So kanska fer tað at økja hugin at vitja hendan áhugaverda grannan her beint sunnan fyri okkum.


Søga

Írland hevur ríka søgu.

Mett verður, at tað eru umleið 5.000 ár síðan, fyrstu fólkini búsettust á Írlandi. Hesar búsetingar hava helst verið kring tað, sum í dag verður nevnd Dublinvíkin.

Fleiri túsund ár seinni komu so kristnir munkar og reistu kleystur á leiðini.

Í árinum 841 komu víkingarnir til Liffey ósan og við ein myrkan hyl (dubh-linn) bygdu teir fyrstu smátturnar og vendarvirkini. Teir vórðu riknir burtur, men vóru skjótir aftur. Í árinum 919 vunnu víkingarnir slagið um Dyflin, sum teir tá nevndu staðið.

Teir mentust og fjølgaðust. Tóku sær konur frá innfødda fólkinum og bygdu staðin, til hann í seinna parti av tólvtu øld varð tikin av normannum undir leiðslu av riddaranum Strongbow.

Hesir bygdu kleystur og kirkjur, sum enn dagin í dag verða ávístar. Og býurin vaks og mentist upp gjøgnum miðøldina.

Men ikki var alt bara friður og eydna kortini. Uppreistrar hava verið fleiri, og 1798 varð úrslitið av einum miseydnaðum uppreistri móti bretum, at írska parlamentið varð niðurlagt og landið kom undir beinleiðis stýri úr London.

So seint sum í 1916 var aftur ein uppreistur í Dublin. Tann sonevndi Páskauppreisturin. Hann varð harðliga niðurbardur av bretum, og fleiri av uppreistrarleiðarunum vórðu avrættaðir.

Ein beinleiðs avleiðing av hesum var, at loyniherurin, IRA, varð stovnaður.

Men fimm ár eftir Páskauppreisturin fekk Írland sjálvsstýri, og Dublin gjørdist høvuðsstaður í lýðveldinum Írlandi.


Mentanarbýur

At Dublin er mentanarbýur, gerst ein skjótt greiður yvir, hóast ein ikki kennir so nógv til írska mentan frammanundan.

Nógv verður tosað um bókmentir og málningalist, tá tú hittir fólk. Heimskendir rithøvundar eru hiðani, og írin gloymir ikki at siga tær frá teimum.

Hiðani eru menn sum James Joyce og George Bernhard Shaw, sum fekk Nobel bókmentarvirðislønina í 1926. Trý ár framman undan hevði William B. Yates eisini fingið hana. Her finna vit Oscar Wilde, sum umframt at vera dømdur inn at sita fyri homoseksuellar tendensir helst er tann, sum oftast verður citeraður á lokinum á donskum Ga Jol pakkum. Og hiðani er eisini tann navnframi Jonathan Swift, sum gjørdi Gulliver gitnan í bæði Risa- og Pinkulingalandi.

Men Írland og Dublin duga so sanniliga eisini enn í dag. Ikki er at gloyma allar teir europeisku Grand Prix sigrarnar, írar hava drigið til sín seinnu árini. Sjey eru teir í tali.

Og írski fólkatónleikurin er nakað, sum fer beinleiðis í sálina. Tað er at kalla óhugsandi at hava verið í Dublin uttan at hava verið á eini pub og hoyrt fólkatónleikararnar og sæð dansararnar.

Sera hugtakandi er at síggja, hvussu hesi fólkini at kalla sveima yvir pallin, meðan beinini ganga sum trummustavar, og yvirkroppurin tykist steindeyður. Har skal av sonnum venjing til.


Limericks

Eitt serligt mentanarfyribrigdi eru tey sonevndu Limericks. Hetta eru stuttlig ørindi við fimm reglum. Sagt verður, at fyribrigdið stavar frá eini væl umtóktari vertshúsvísu úr 18. øld, har luttakararnir hvør eftir annan sungu eitt ørindi, og so allur riðilin brølaði niðurlagið: »Will you come up to Limerick?

Rímurnar kunnu skifta frá fíntfølandi humor til rátt skemt. Reglan er, at fyrsta og onnur regla skulu ríma við ta fimtu. Síðan skulu triðja og fjórða regla vera stuttar og ríma móti hvørji aðrari.


The Limerick Packs laughs anatomical

In to space that?s quite economical

But the best one´s I´ve seen

So seldom are clean

And the clean one?s so seldom are comical


Kend nøvn

Ein býur sum Dublin hevur, sum vera man, drigið nógv fólk til sín uttan úr heimi. Tað gav at býta, tá blaðmaðurin kom inn á hotellkamarið mitt í býnum tætt við tað stóru Saint Stephens Green lundina.

Hotellið The Shelbourne er eitt gamalt hús, sum staðið hevur, hóast nógv annað er fallið. Húsið hevur sæð bæði uppreistrar, sigrar og tap, síðan tað varð bygt í 1824.

Og her hava nógvir kendir persónar búð. Av sonnum eitt hús við atmosferu. Tað sást longu tá stigið varð úr svinghurðini, sum annars koyrdi skeivan veg, tá hugsað verður um, at í Írlandi er vinstrakoyring í ferðsluni. Men hurðin svingaði »okkara veg«.

Á kamarinum lá nógvur lesnaður, sum gesturin kundi hugna sær við, um ikki varð farið beinan veg út at síggja býin. Og tað, sum var eina mest áhugavert, var at síggja, hvør hevði búð á hesum hotellinum gjøgnum árini.

Og tað vóru ikki hissini nøvn. Ramsan var long, og nevnast kunnu nøvn sum Oliver Hardy og Stan Laurel (Gøg og Gokke). Richard Burton, Elizabeth Taylor, Burle Ives, Peter O?Toole eins og Rainer prinsur og Grace (Kelly) av Monaco umframt amerikanska senatorin Edward Kennedy. Enski forsætisráðharrin Harold Wilson var her. Og tað vóru Dolly Parton og boksarin Floyd Patterson eisini. So alt í alt var tað eitt hampiligt selskap, sum búð hevði á hotellinum upp gjøgnum tíðina.


Flottir bygningar

Tá ein býr so miðskeiðis í Dublin er skjótt at koma at øllum teimum kendu støðunum. Lagt verður beinan veg merki til, at vegskeltini eru skrivað á tveimum málum. Enskum og gæliskum. Men hetta seinna er ikki lesandi hjá øðrum enn írum.

Gongutúrurin er stuttur oman eftir gongugøtuni, Crafton Street, har tað fyrsta, ein eigur at heilsa uppá, er Molly Malone.

Men Molly stendur beint uttan fyri tað sera kenda og avgamla Trinity College, sum liggur sum ein oasa mitt í stórbýnum við sínum veldugu cricket og ríðibreytum.

Beintvið rennur Liffey áin, sum líkasum býtir Dublin í tvey. Sunnari parturin er tann »fínari« kanska meira snobbutur. Her eru ambasadurnar og allar tær dýru adressurnar. Tølini, sum nevnd verða, eru heilt óhugnalig. Men fyri einar 20 milliónir krónur ber tó til at fáa bæði egnan svimjihyl og tennisvøll í urtagarðinum.

Kirkjurnar eru reiðiliga 100 í tali, verður sagt. Tær kendastu munnu vera Christ Church Cathedral og St. Patrick?s Catedral.

Men eru kirkjurnar nógvar, so eru pubbirnar umleið 10 ferðir so nógvar. Einar 1.00 ella har á leið, verður sagt. Og tann, sum hevur hug tann vegin, skal bara fara ein túr á Temple Bar - sum forrestin er ein gøta í Dublin - so er tann parturin avgreiddur.

Men ein rættiliga stuttligur partur av byggisøguni í Dublin eru úthurðarnar í gamla, georgiska býnum. Ikki ein tann einasta úthurð líkist. Allar hava frávik. So er tað sjálv hurðin. Eitt lítið kúgveygað her ella ein rútur har. Sneiðingar og linjur bróta av. Onkur rútur oman fyri hurðina og so sjálvur trappusteinurin. Og allar samlar eru málaðar í sterkum litum, men eingin líka vorðin í sama grannalagnum.

Sagt verður í spølni í Dublin, at tað er fyri, at maðurin, tá hann hevur verið ov leingi á pub, skal finna heimaftur. Hildið var, at lættari var at ganga eftir eini sermerktari úthurð enn einum húsanummari.

Men tá galið var millum mann og konu, kundi konan finna uppá at mála hurðina, meðan maðurin var úti. So kom rættiligur sperðil í, tí tá fann hann slett ikki til hús aftur.ini.

Samanumtikið er tí mangt sum bendir á, at eitt framhald av verandi skipan hevði verið ein fyrimunur fyri bæði Danmark og Føroyar.


Sjúkradagpengar og vanlukkutrygging

Skipanirnar um hesi øki fara í grundregluni at halda fram óbroyttar.

Tað er kortini ein stórur trupulleiki í verandi skipan, at føroyingar, sum hava arbeitt í Grønlandi, og sum flyta haðani til Danmarkar, (eins og danir ið flyta øvugtan veg), ikki koma undir tryggingarreglarnar í nøkrum av teimum trimum ríkispørtunum.

Tí hava fyrisitingarnar Føroyum og Danmark fyrireikað eina skipan, sum skal tryggja, at viðurskiftini verða skipað so, sum tey eru sambært tí norðurlendska sáttmálanum. Hesin tryggjar, at tað aldri er ivi um, undir hvørjari lóggávu ein persónur er. Her hevði tí verið talan um ein munandi bata í rættarstøðuni.


Forsorgarhjálp

Í grundregluni fer møguleikin fyri at kunna senda føroyingar/danir heim í staðin fyri at veita teimum forsorgarhjálp at verða víðkaður, um farið verður yvir til teir norðurlendsku sáttmálarnar, men hetta fer neyvan at fáa nakran stórvegis týdning í verki. Talan er um sera fá dømi, og danir senda longu undir verandi skipan føroyingar heim, um teir fáa tørv á hjálp beint eftir at teir eru komnir til Danmarkar, uttan so, at teir hava eitthvørt serligt tilknýti til eitt nærsamfelag i Danmark. Mannagongdin er í grundregluni tann sama í Føroyum, burtursæð frá, at fólk sum hava føroyskan uppruna, ikki verða send aftur til Danmarkar, hóast tey bert hava verið stutta tíð í Føroyum.


Boligsikring

Boligsikring í Danmark (at tann, sum leigar íbúð, fær ein part av leiguni afturgoldna frá tí almenna) er er bert treytað av bústaði. Tí vera ongar broytingar á hesum øki.


Familjustyrkur

Verandi skipan hevði hildið fram.

Onnur viðurskifti viðvíkjandi almannaøkinum

Tað kemur fyri, at føroyingar verða sendir til danskar stovnar, bæði við uppvenjing og varandi uppihaldi fyri eyga. Føroyskir myndugleikar rinda longu sum er fullan prís fyri hetta, umframt aðrar útreiðslur, sum standast av tí. Tí verða neyvan nakrar broytingar her, hóast tað bert er í sambandi við endurbúgving og nøkur serlig og sera smá brek-øki, at norðurlendskir sáttmálar eru, sum hava beinleiðis týdning.


Arbeiðsmarknaður

Tað er ein semja millum norðurlond um ein felags norðurlendskan arbeiðsmarknað, har londini hava bundið seg til, at arbeiðstakarar frá øðrum norðurlendskum londum skulu hava somu rættindi og skyldur sum teirra egnu ríkisborgarar uttan so, at hetta ikki ber til orsakað av landsins egnu lóggávu á einum ávísum øki. Slík undantøk kunnu sum útgangsstøði bert vera í sambandi við vinnu á økjum sum krevja serlig loyvisbrøv.

Tí kann eitt norðurland ikki krevja arbeiðs- ella uppihaldsloyvi frá ríkisborgarum úr øðrum norðurlendskum londum, og øll eiga rætt til eitt nú frítíðarløn.

Tað eru kortini øki, har tørvur er á serligum skipanum. Hetta ger seg fyrst og fremst galdandi viðvíkjandi skiparum. Verandi lóggáva í Danmark og í Føroyum setur sum krav, at skiparar eru danskir ríkisborgarar. Hetta er eitt vanligt krav í altjóða høpi, men til ber kortini at gera undantøk.

Eyðsæð er, at tað tænir bæði føroyskum og donskum áhugamálum, at báðir partar gera undantøk á hesum øki. Á fundinum millum stjórnina og landsstýrið tann 2. maj var tí eisini avrátt, at skal takast upp til viðgerðar.


Arbeiðsloysistrygging

Tann trupulleikin, sum verður umrøddur undir ?almannaviðurskifti? (sjúkradagpengar og vanlukkutrygging), ger seg eisini galdandi viðvíkjandi arbeiðsloysistrygging, so tað hevði eisini her verið ein munandi bati í rættarstøðuni, um farið varð yvir til rættindi sum tey, ið eru í teirri norðurlendsku skipanini.

Sáttmálin millum danska Arbeiðsmálaráðið og Føroya Landsstýri um samskiping av arbeiðsloysistrygging virkar í grundregluni á sama hátt sum sáttmálarnir millum onnur norðurlendsk lond, men í verki er tann danski-føroyski sáttmálin meira liðiligur og ikki so bureaukratiskur:

Í norðurlendskum høpi er tað eitt krav, at ein skal hava arbeitt eitt ávíst tíðarskeið í tí landinum, ein er í, áðrenn ein kann tryggjast í hesum landinum. (Í Noregi skal ein t. d. fáa arbeiði innan 12 vikur, og ein skal hava arbeitt í minsta lagi átta vikur og hava forvunnið minst 28.000 kr. fyri at kunna koma við í ta norsku arbeiðsloysskipanina).

Í tí danska-føroyska sáttmálanum er tað soleiðis, at ein beinan vegin kann koma við í tað donsku tryggingina, tá flutt verður úr Føroyum til Danmarkar. Tó skal ein hava eitt prógv um, at ein hevur verið tryggjaður í teirri føroysku skipanini, og at ein í Føroyum hevur arbeitt í minsta lagið 2080 tímar innan tey síðstu trý árini.

Tá flutt verður úr Danmark til Føroya verður einki arbeiðskrav sett.

Tá ein borgari er fluttur úr teirri donsku til ta føroysku skipanina ella øvugt, hevur hann beinan vegin rætt til allar veitingar í arbeiðsloysistryggingini ? eitt nú stuðul til farloyvi. Føroyingar hava kortini ikki rætt at vera við í donskum eftrilønarskipanum.

Harafturat er avtalað, at danskir arbeiðstakarar (hóast høvuðsregluna) kunnu velja at verða verandi tryggjaðir í Danmark meðan teir hava eitt fyribilsstarv í upp til seks mánaðir í Føroyum. (Hetta er serliga viðkomandi fyri serliga og høgt útbúna arbeiðsmegi). Ætlanin er at seta í verk eina líknandi skipan fyri føroyingar, sum hava fyribilsarbeiði í Danmark.

Hendan avtalan virkar á nøktandi hátt, bæði umsitingarliga og í mun til borgararnar.

Eftir donskum ynski skal avtalan skjótt endurskoðast, men ætlanin er ikki at fremja stórvegis broytingar. Málið hjá landsstýrinum er, at javnbjóðis rættindi skulu vera á hesum øki.


Embætismenn

Tað eru einstøk onnur øki, har avmarkingar eru. Eitt nú ber til at seta avmarkingar fyri, hvør kann gerast høgur embætismaður og ráðharri í stjórnini.

Hetta er vanligt undantak í millumtjóða sáttmálum um javnstøðu.