Málveitsla suðuri í Vági

Í einum ógvuliga málríkum dysti, eydnaðist tað Stjørnuni at fáa tvey stig norður aftur við sær, hóast tær í stórum pørtum av dystinum høvdu alstórar trupulleikar av VB

VB-Stjørnan 30-33 (15-17)


Eftir vónbrotið í finaludystinum seinasta vikuskifti, skuldi VB sunnudagin royna at reisa seg, hóast tær so at siga einki hava at spæla fyri tað, sum eftir er, av kappingarárinum.

Gestirnir hesu ferð vóru oddafiskarnir úr Klaksvík, og útlit vóru tí fyri einum sera torførum dysti, har VB liðið helst ikki skuldi gera sær alt ov stórar vónir um at hava tey bæði stigini har suðuri.


Rannvá bjargaði Stjørnuni

Tað gjørdist tó rættuliga skjótt greitt, at klaksvíksgenturnar í øllum førum ikki skuldu vænta sær tvey løtt stig í høllini har suðuri.

VB genturnar byrjaðu dystin sera væl, og ikki var líkt til, at stjørnurnar úr Klaksvík fingu loyvi til at spæla sítt vanliga spæl.

Hesu ferð varð tað nevnliga VB, sum í nógv størri mun kundi gera sær dælt av kontraspælinum, sum annars hevur verið eitt hitt sterkasta vápnið hjá klaksvíksgentunum.

Útiliðið var kanska eisini nakað skert, tí bæði Anna K. Samson og Una Olsen vóru staddar uttanlanda til dystin. Í teirra stað leikti Ragna Andreasen, og ikki kann sigast annað enn, at hon fekk prógvað, at breiddin á liðnum er í lagi.

Sum sagt, so royndu tær á heimaliðinum at gera sítt til, at klaksvíksgenturnar skuldu fáa ein harðan dyst, og ikki kann sigast annað enn, at hetta eydnaðist sera væl.

Eftir dystin frættu vit, at størsta orsøkin til, at Stjørnan ikki varð fullkomuliga afturúrsigld fyrsta hálva tíman var, at Rannvá stóð ein rimmar dyst í málinum. Fleiri ferð hevði hon góðar bjarningar, tá á stóð, og tað gjørdi tað ofta.

Kontraspælið hjá VB koyrdi sera væl, og har umframt dugdu tær sera væl at gera sær dælt av, at verjan hjá Stjørnuni í fleiri førum var sera passiv.

Breiddin væntar

Tað er skrivað fleiri ferðir hetta kapingarárið, at VB liðið hevur eitt lið, sum er samansett av fleiri serae evnaríkum leikarum, og í nógvum dystum hava tær verið sera nær sigrinum, uttan at tað hevur eydnast teimum at vinna dystin.

Í so máta var hesin dysturin einki undantak, og spurningurin er helst, um breiddin á liðnum ikki er í minna lagi. Ikki tí, bonkurin hjá heimaliðnum var væl mannaður sunnudagin, men kortini hendi tað bæði í fyrra og í seinna hálvleiki, at liðið so at siga steðgar upp eina løtu.

Móti endanum av fyrra hálvleiki Stjørnan fimm mál á rað, og kundi tí fara til hálvleiks við eini tvey mála leiðslu, og miðskeiðis í seinna hálvleiki varð sama skilið, tá Stjørnan fekk fýra mál á rað, og harvið skapti grundarlagið undir endaliga sigrinum.

Vónandi fella VB genturnar tó ikki í fátt av hesum, tí tað er einki at ivast í, at tilfarið er sera gott hjá teimum, og halda leikararnir áfram við venjingini, kunnu tær helst gera nógv meira um seg komandi árini.

Í ár verður helst ikki talan um tær stóru skreytirnar, og í øllum førum tykjast heiðursmerkini at vera langt burturi. Tó kunnu tær helst arga nøkur av oddaliðunum, og fyrsta møguleikan til tess fáa tær sunnudagin, tá tær hava møguleika at hevna ósigurin í steypafinaluni.

Stjørnan tykist hinvegin stevna beint móti FM-heitinum, og sum venjari teirra, Rógvi Nielsen, segði eftir dystin: »Tá vit kunnu vinna ein slíkan dyst, dugi eg illa at síggja, hvat skal steðga okkum«.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

VB: Regina Rádó 10 (2), Arnleyð Krosslá 8, Gurið Mortensen 6 (1), Sólrun Krosslá 3 (1), Christina Holm 2, Eyðbritt Krosslá 1

Stjørnan: Vesna Tomajek 11 (8), Annika Ljósstein 7, Simona Hansen 7, Andrijana Milodanovic 4, Ragna Andreasen 2, Joan M. Joensen 2

Brotskøst:

VB 6, Stjørnan 8

Útvísingar:

VB 2, Stjørnan 3

Dómarar úr StÍF:

Pole Hansen og Alexandur Johansen