Finnbogi Midjord
Í samband við innandurafótboltskapping í Washington DC, í døgunum 17 ? 18 mars 2000, fekk løgreglan í Føroyum eina innbjóðing at verða við til hesa kapping.
Talan er um eina afturvendandi kapping, ið á hvørjum ári verður fyriskipað av Secret Service.
Endamálið við kappingini er at savna pening inn til at menna livikorini hjá teimum ungu í USA. Kappingin hevur av hesi orsøk fingið navnið ? Stop The Violence? og fer allur peningurin óskerdur til áðurnevnda endamál.
Vanliga eru umleið 50 vaksnamannalið við í kappingini. Tey flestu liðini koma úr USA, men í hesum føri vórðu bert 32 vaksnamannalið við. Liðini koma tey flestu úr USA, tó verða nøkur útlendsk lið, á hvørjum ári eisini boðin við. Í hesum sambandi kann nevnast, at 15 ymiskar tjóðir vóru við í kappingini í fjør, ið varð hildin í Hollandi. Føroyar vóru eisini við.
Á hesi ferðini til Washington vóru, umframt teir 13 fótboltsspælararnar, aðrir løgreglumenn við og taldi ferðaliðið tilsamans 26 fólk frá tí føroysku løgregluni.
Fyrst til Reykjavík
Mánadagin tann 13. mars 2000 fór ferðaliðið úr Føroyum til Reykjavíkar við Island Air. Flogfarið úr Íslandi var seinkað nakað, so vit sluppu ikki á flog fyrrenn kl. 1325. Flogfarið, ið var fult lessa við ferðafólki og vidføri, fleyg sera lágt út gjøgnum Sørvágsfjørð og út í hav við kós móti Íslandi og var hetta byrjanin av túrinum.
Komnir yvir Ísland, sást millum skýggini, meðan vit flúgva framvið suðurlandinum, at alt landið var kavaklætt.
Kl. 1525 lendi flogfarið í Reykjavík, og koyrdu vit beina leið í taxabilum til Hotel Cabin í Reykjavík, har vit skuldu gista í eina nátt, áðrenn leiðin gekk víðari til Keflavík, haðani flúgvast skuldi til USA.
Í Íslandi varð vitjað á løgreglustøðini í Reykjavík. Løgreglufólkið har á staðnum var sera vinarligt, og vit vórðu væl móttiknir. Vit fingu eitt gott løgregluprát yvir ein heitan kaffimunn, sum kom væl við í tí nógva kuldanum.
Aftaná eina góða og hugnaliga løtu á løgreglustøðini, blivu vit koyrdir til hotellið aftur í nøkrum av teirra løgreglubilum.
Nakrir av ferðaliðnum vóru eisini á ?Ørkini?, ið er tað føroyska sjómansheimið í Reykjavík. Har hittu teir fleiri føroyingar, t.d. Petur Nolsøe og Knút Petur í Gong og onnur.
Starvfólkið á Ørkini vóru sera blíð og vístu gestunum runt um alt húsið, og søgdu teir seg at hava havt eina sera hugnaliga løtu á Ørkini
At svimja í lóninum
Týsdagin tann 14. mars kom bussur eftir okkum kl. 1200 og gekk leiðin til Keflavíkar.
Sum altíð er tað sera vakurt at koyra í Íslandi. Nattúran er bæði fjølbroytt og virkin, og sjálvt um landið var kavaklætt, so sást heitur dampur spríkja upp úr jørðini ymsar staðir á leiðini frá Reykjavík til Keflavík.
Vit komu til flogvøllin í Keflavík kl. 1400, og tá vit ikki skuldu flúgva víðari til USA fyrr enn kl. 1710, leigaðu nakrir av ferðaliðnum ein buss til ?Bláa Lóni?, ið liggur stutt haðani. Har styttu teir sær stundir við at taka ein svimjitúr í tí heita vatninum. Aðrir fóru við taxa til Sandgerði, ið somuleiðis liggur stutt haðani, at vitja familiu.
Kl. 1700 sótu so allir í flogfarinum, ið var av slagnum Boing 757, og gekk leiðin til Baltimore í USA. Túrurin vardi í 6 tímar og 15 minuttir.
Á leiðini sást ikki nógv fyri skíggjum, men longur suður vit komu, sást meira og meira til sjógvin og so klárnaði heilt og tá var land at síggja, helst var hetta New Foundland og Norðuramerika.
Tá flogið var yvir hesum risastóru víddum við høgum fjøllum og djúpum dølum, sást hvussu vítt og stórsligi Amerika í veruleikanum er.
Vit flugu oman við strondini, íð har norðuri var rættuliga oyðin og kavaklødd, - hóast tað eisini vóru pettir av landinum, har ongin kavi var.
Áirnar vóru næstan óendaliga langar at síggja, har tær buktaðu seg fram ímillum fjøllini á veg oman ímóti havinum.
Vit flugu eina góða løtu suðureftir, áðrenn kavin bleiv heilt vekk og landslagið sýntist meira vinarligt hjá fólki at búleikast á.
Vit lendu at enda í Baltimore kl. 2315, men tá vit eru 5 tímar frammanfyri var klokkan í Baltimore bert 1815, so dagurin hjá okkum bleiv eitt sindur drúgvur.
Á flogvøllinum vóru tríggir bussar fyri okkum, og skuldi hesir koyra okkum til hotell ?Wyndham?, í Washington, har vit skuldu búgva. Hesin túrur tók umleið ein tíma.
Hotellið var í tí dýra klassanum, sera flott, hevði 14 hæddir, harav 2 vóru undir jørð. Busssamband var við hotellið allan dagin og taxabilar vóru tilknýttir hotellið døgnið runt.
Í Washington
Tá Washington var liðugtgjørdur sum høvuðsstaður, við Capitol (Parlamenti) og øðrum almennum bygningum var hann so dýrur, at hann var farin av knóranum.
Býurin er støðugt vaksin soleiðis, at um 600.000 fólk búgva í sjálvum býnum, men skal alt økið teljast við, búgva millum 3 og 4 milliónir har.
Washington er ein av harðast raktu býunum í USA av lógloysi. Pr. 100.000 innbyggjarar verða 70 dripin árliga, og er hetta næsthægsta tal í landinum. 70 % av íbúgvunum í býnum eru svørt, og skilliga sást hvussu lítið samband var millum hesi og tey hvítu.
Tá býurin varð bygdur varð stórur dentur lagdur á at hava gott skil á gøtunum, sum ganga púra beinar, við útgangsstøði í Capitol 1 (Parlamenti). Gøtan eitur 1 og gongur í eystan og vestan, meðan A gongur í sunnan og norðan, so um ein dugir ABC´ið skuldi borið væl til at funnið tað ein vil. Gøturnar eru tó so breiðar (uml. 50 m), at so gott sum ongin hugni er.
T.d. búðu vit á horninum 14 og M. Henda gøta var kend við tað, at 13. januar 1982 rendi eitt Boeing 737 forgfar hjá Air Florida á brúnna um Potomacánna. Óhappið hendi, tí flogskiparin hevði gloymt at fáa ísin av flogfarinum. Bert heilt fá komu livandi frá hendingini.
Tær stóru gøturnar hava tó nøvn eftir statunum. T.d. liggja Hvítu Húsini á adr. 1400 Pennsylvania Avenue.
Hvíti maðurin í Amerika:
Eg skal her greiða eitt sindur frá um søguna hjá tí hvíta manninum í Amerika. Søgan er bert 500 ára long. Columbus tók land í 1492, men tað var skjótt at bretar, fraklendingar og spaniólar tóku ræðið frá indiánarunum.
Bretar ráddu í tí økinum, sum í dag verður nevnt New England, t.v.s. tann álin, ið er á eystursíðini og vendir móti Atlantshavinum. Fleiri av hesum 13 upprunastatum hava tilknýtið til bretsk drotninganøvn, t.d. Maryland og Virginia.
Miðskeiðis í seytjanhundraðtalinum gjørdust nýbyggjararnir troyttir av bretum, tí teir løgdu høgan skatt á alt møguligt. Tá so bretar sóu, at uppreistrarhugur var móti teimum, avtóku teir allan skatt burtursæð frá teskattinum, men ov seint var. Eitt bretskt handilsskip var eina náttina álopið, og so var eldur í.
Kríggj varð so ført móti bretum frá 1777 til 1783, og hetta endaði við amerikanskum sigri, og Liberty Bell ringdi í táverandi høvuðsstaðnum Philadelfia í Pennsylvania.
Ein grundlóg varð tilevnað av so miklum monnum sum m.a. Benjamin Franklin og Georg Washington, og varð henda lýst 4. juli 1776, sum eftir hetta gjørdist tjóðardagur amerikumanna.
Fraklendingar og spaniólar seldu sínar statir, meðan amerikumenn í bardaga vunnu Texas frá meksikanum. Alaska, sum eisini er ein statur, varð keyptur frá russum, og so áttu amerikumenn alt landið frá Atlants- til Kyrrahavið.
Eitt petti av Virginia og eitt petti av Maryland, sum tilsamans vóru um 150 ferkilometrar til støddar myndaðu økið Washington D.C, (District og Columbia), sum tá á døgum var at roknað sum ein lítil bygd, sum lá í mýrilendi. Eitt stórt arbeiði stóðst av at turrleggja lendið, og enn kunnu síggjast atløguhús miðskeiðis í býnum, har embætismenn vórðu settir av bátinum, tá teir høvdu ørindi til forsetan í Hvítu Húsunum.
Pettið av Virginia varð latið statinum aftur seinni, so at nakað av býnum, t.d. Arlington liggur í Virginia.
The Big Apple
Mikudagin tann 15. mars fór ferðalagið í bussi frá hotellinum kl. 06.00, og gekk leiðin til New York. Hetta sá út til at blíva eina spennandi koyritúrur, tí bussførarin var ein gamal veteranur - 77 ára gamal ? so allir væntaðu tað ringasta, men hann var framúr góður førari og smæddist heldur ikki burtur í tí nógva trafikkinum í New York. Hesin gamli bussførarin kallaðist Anderson, og segði hann frá, at pápi sín, ið kallaðist Andersen, var úr Keypmannahavn.
Eg kann nevna til stuttleika, at hesin gamli bussførarin helst ikki hevði áhuga í øðrum londum enn Amerika, tí hann helt, at Keypmannahavn var høvusstaðurin í Hollandi.
Á túrinum til New York, bleiv koyrt gjøgnum fleiri statir, t.d, Maryland-Delaware-New Jersey-og New York. Heimaftur koyrdi vit eisini gjøgnum statin Pennsylvania. Túrurin skuldi taka umleið 5 tímar og eftir at hava steðga á vegnum fyri at fáa okkum ein bita, vóru vit frammi í New York kl. 11.30.
Tað er ringt at greiða frá ruðuleikanum í býnum New York, nógvir bilar og nógv fólk, hvørt um annað. Ferðslan var soleiðis, at har mást tú verða frekur og framligur, annars kemur tú ongan veg. Hesar eginleikar hevði okkara gamli bussførari, og snúi hann sær ígjøgnum næstan allastaðir við hesum stóra bussi. Onkuntíð var hann noyddir at fara út úr bussinum, fyri at fáa onkran at flyta onkran bilin, tí parkeringarnar vóru sum best ber til .
Vit koyrdu eitt sindur runt í býnum, t.d. framvið Central Park, Carnigeie Hall, Broodway v.m. Síðan koyrdu vit til Empire State Building, har vit ætlaðu okkum inn, men hetta bleiv av ongum, tí har var stongt vegna umvæling.
Vit vitjaðu eisini á einari útrýkningsdeild hjá løgregluni í New York. Ikki kann sigast, at teirra umstøður at arbeiða undir vóru góðar. Teir húsaðust í einum gomlum bygningi undir sera ringum umstøðum, t.d. sóu vit onkran av politimonnunum sita og skriva við penni, tí hvørki skrivimaskina ella telda var í húsinum.
Politimennirnir har á staðnum máttu sjálvir keypa og gjalda sær uniform, og so var lønin sera vánalig, umleið kr. 8.000,- um mánaðin. So tað er ikki ringt at íminda sær, at onkur letur seg keypa.
World Trade Center
Einasti rættuligi steðgur var í Wold Trade Center, ið er í 110 hæddum. Eg kann nevna, at tað tók 58 sekund í elevatorinum, ið koyrdi við eini ferð uppá 40 km/t, frá stovuhædd og upp til 107. hædd.
Síðan vóru rullutrappir upp á hinar tríggjar hæddirnar. Bygningurin er umleið 400 metrar høgur. Á Centrinum arbeiddu 40.000 fólk, herav fleiri trygdarfólk. Trygdareftirlitið var sera strangt, og eingin slapp inn uttan at verða visiteraður og alt viðførið gjøgnumlýst.
Tað vitjaðu umleið 30.000 fólk í Centrinum hvønn dag, so trygdarfólkið hevði úr at gera.
Sum flest minnast, so settu arabiskir terroristar ein bil fult lastaðan av dynamitti í parkeringskjallaran á World Trade Center, og tá hesin sprongdist, doyðu fleiri fólk og stórur skaði hendi á bygningin.
Bilurin sum sprongdist bleiv funnin aftur ca. 5 hæddir niðri í jørðini og við hjálp av bilnummarinum, bleiv funnið fram til, hvør hevði leigað bilin og hervið funnu teir fram til gerningsmennirnar.
Á ovastu hædd í bygninginum, sást út yvir New York ? Manhattan, Frælsisgudindina, Empire State Building, Ellis Island v.m. Bilarnir á vegnum sóu út sum smáir brikkar frá hesi ótrúligu hæddini. Eitt ótrúligt útsýni, ið ikki kann sigast frá við orðum, men sum skal upplivast.
Kl. 1715 gekk leiðin frá New York ímóti Washington. Eftir at hava steðga á eina løtu í eini matstovu á vegnum, har vit fingu okkum ein bita, vóru vit heima aftur á hotellinum aftur kl. 2215.










