rationaliseringar. Øll tiltøkini verða sett í verk 1. Januar 2010. - Útrokningar hjá búskaparfrøðingum vísa, at tiltøkini fara at stimbra búskapin við 1,3 prosentum fyrsta árið og út við 2 prosentum næsta [...] 400.000 krónur. Hesin er tíðaravmarkaður til 2010 og 2011. ? Kapitalvinningsskatturin hækkar eisini frá 35 upp í 39 prosent. Hetta er eisini tíðaravmarkað. ? Innflutningurin av tollfríum tubbaki verður
fyri at verða lønandi. Hann heldur, at sannlíkindini fyri at gera eitt fund eru 1 til 3 og til at gera eitt lønandi fund 1 út av 10. Richard Hardmann vísir á, at orsøkin til at júst Anne Marie prospektið [...] endanum, tá hann tosar um orku og olju. Eg kann bara taka undir við øllum tí, sum hann hevur sagt frá á Oljutinginum. Eg haldi, at Føroyar eru sera hepnar at hava ein persón sum Magna Laksáfoss, tí hann
heldur tvørturímóti. Fosturtøka má bert fremjast í heilt serligum førum, soleiðis sum ásett er í § 1, stk. 1 í verandi lóggávu. Í Føroyum hevur ongin fyri neyðini at fremja fosturtøku orsaka av sosialum orsøkum [...] klandrinum í samgonguni. Eitt av hesum politisku lágtrýstum er átakið viðvíkjandi Fosturtøkulógini. Lýsing frá útlendskari fyritøku, sum eggjar føroyskum kvinnum til at innflyta og nýta ólógligan heiluvág, hevur
sannførandi fyrsta partin av kappingini. Tølini siga, at nú er tann parturin komin upp á pláss. Eftir 1-1 í Klaksvík hevur NSÍ vunnið fulla úrtøku tríggjar tær seinastu ferðirnar. Og einki mál er farið ígjøgnum [...] 2-0 á heimavølli ímóti B68 og 2-0 á Sandi. Tveir verjuspælarar hava orsaka av sjúku verið burturi frá venjing í vikuni. Men tað verður roknað við, at bæði Óli Hansen og Einar Hansen vera tøkir til stevnudystin
Sum skilst á tær, so skrivar Poul bara greinina “ Lívið kann eisini livast frameftir” 1. sum eina gamla valfinta 2. og fyri at vinna sær vælvild í egnum flokki Ikki eiti á skoðsmál Men eg meinti hvørt [...] nýggja roynd at grundgeva fyri, hví vit í Fólkaflokkinum leggja fram uppskotið um eina búskaparsemju. 1. Tað tykist, sum grundarlag er fyri at fáa eina slíka semju millum allar flokkar. 2. Avtalan kann tí [...] Fíggjarheimurin c. Danskir myndugleikar v.m. Semjan skal helst rúma øllum flokkum, og er tilboðið frá Fólkaflokkinum sett fram sum eitt uppskot, sum allir flokkar í prinsippinum eiga at kunna ganga við
tó ikki niður, áðrenn B68 hevði svarað aftur. Teir góvu bóltin upp og fóru beint í álop, og so stóð 1-1 á talvuni. Og tað kundu sandoyingar á ongan hátt vera nøgdir um. Mett eftir møguleikum, so skuldi dysturin [...] n skuldi eydnast, og í mun til fleiri av seinastu dystunum, so livdi B71 upp til kravið hesaferð. Frá fyrsta bríksli trýstu teir á B68, og tað tóktist bara vera ein spurningur um tíð, áðrenn bólturin fór
tungmálmsbólkurin Mammuth skuldi upprunaliga á pall kl. 1 sunnunáttina, men afturtlítandi var tað ivaleyst gott, at framførslan varð flutt, tí klokkan 1 meyð tað niður í Skálabotni. Orsakað av seinkingum í [...] seg sjálvan, og tað var lítið tekkiligt. Tann eini gittarleikarin sang eisini og hann stjól myndina frá oddamanninum, tí umframt at hann var munandi betur sangari enn oddamaðurin, var hann eisini munandi
seinasta VW Boblan av samlibandinum, eftir at bilurin hevur verið framleiddur í næstan 60 ár. VW Type 1, Boblan, er ein av heimsins mest seldu bilum. Hóast grundarsteinurin til Fólkavognsverksmiðjuna varð [...] eini ætlan, ið nevndist "projekt 12" ið má metast sum tann fyrsta ætlanin, ið skuldi føra til VW Type 1. Grundarsteinurin til Fólkavognsverksmiðjuna varð lagdur tann 26. mai 1938 við gamla Wolfsburg slottið [...] londum. Ultima Edicion Í sambandi við at framleiðslan nú steðgar, verða 3000 serligir bilar gjørdir frá 10. til 31. juli 2003. Hendan útgávan kallast "Ultima Edicion". Bilarnir verða einans gjørdir í tveimum
Leygardagin skal Jákup verja málið í einum venjingardysti ímóti enska 1. deildar felagnum Bradford, og hann skal eisini venja við 1. liðshópinum. Núverandi fyrstaval millum stengurnar hjá Partick Thistle [...] tíðina hava gitingarnar verið, at Jákup fer aftur til KÍ. Nú er so endiliga nakað ítøkiligt at frætta frá føroyska landsliðsmálverjanum. Skotska blaðið Daily Record skrivaði í síðstu viku, at hann komandi
setast í verk í vár. Hvussu landsstýrismaðurin ætlar at skipa Sjónvarpið og Útvarpið, hava vit greitt frá í aðrari grein. Men umframt bygnaðarbroytingarnar, ætlar hann eisini, at sendingarnar hjá sjónvarpinum [...] at í uppskotinum, sum hann hevur lagt fyri landsstýrið, at miðjað verður eftir, at í seinasta lagi 1. januar í 2003 skal minst helvtin av sendingunum hjá sjónvarpinum verða føroysk framleiðsla. Samstundist [...] Samstundist skal Sjónvarpið teksta so nógvar útlendskar sendingar, sum gjørligt. ? Men málið er eisini, at 1. januar í 2003, skulu allar fremmant mæltar sendingar verða tekstaðar til føroyskt. Hinvegin sigur