Stór orka men manglandi innihald

Mammuth lótu seg ikki ávirka av, at sera fá fólk høvdu leitað sær út at lurta eftir teimum, teir leveraðu ein serstakliga orkufulla framførslu, men gott var tað ikki

Svenski tungmálmsbólkurin Mammuth skuldi upprunaliga á pall kl. 1 sunnunáttina, men afturtlítandi var tað ivaleyst gott, at framførslan varð flutt, tí klokkan 1 meyð tað niður í Skálabotni. Orsakað av seinkingum í flogferðsluni varð framførslan flutt til kl. 20.45 leygarkvøldið. Men klokkum var um 21 tíðina, tá hesir tungu harrarnir fóru undir framførsluna, við bulduri og braki.


Sum á Pop Top konsert

Framman fyri pallin stóð ein fjøld av sera ungum børnum, umleið tann nøgdin og aldurin, ið er á eini miðal Pop Top konsert. Hetta tyktist tó ikki at ávirka tónleikararnar, framførslan var serstakliga orkufull, og teir runnu sum svakir runt á pallinum. So sum so var hetta júst sum ein tílík konsert skal vera. Men hetta var tó ikki nóg mikið at bjarga konsertupplivingini, sum í besta fall gjørdist miðal hampa. Løgini vóru nærum øll sera einkisigandi. Einastu ljósu løturnar vóru tvey løg av nýggjastu fløguni, ið vóru nøkurlunda góð. So hóast bólkurin spældi væl og var orkufullur á pallinum, høvdu løgini neyvan borið til ein sigur á áðurnevndu Pop Top konsert.


Veikur sangari

Sangarin var ikki serliga góður. Hann skrálaði rímiliga væl, men tá hann sang komu eyðsýndu manglarnir í røddini til sjóndar, og tíanverri sang hann nógv meira enn hann skrálaði. Tað sama við ringu góðskuni á løgunum, gjørdi upplivingina sera langdrigna. Ofta kann karisma bera langt, men heldur ikki á hesum økinum var oddamaðurin í Mammuth serliga væl stillaður. Jú gamaní, tað var ikki frítt, at hann líktist eitt sindur Axl Rose, men tíanverri ikki tí unga tekkiliga Axl Rose, men heldur tí gamla uppblásta Axl Rose,tá hann fyri nøkrum árum síðan royndi at enduruppfinna seg sjálvan, og tað var lítið tekkiligt.

Tann eini gittarleikarin sang eisini og hann stjól myndina frá oddamanninum, tí umframt at hann var munandi betur sangari enn oddamaðurin, var hann eisini munandi meira karismatiskur.


Eitt løgið fyribrygdi

At ein bólkur við so stórum veikleikum skal sleppa út um svensku landoddarnar er merkisvert, og tað ørkymlaði meg at síggja at fleiri kristiligir festivalar kring Evropa hava lagt pall til teirra, og eg klári ikki at treingja tankan burt, at hesin bólkur neyvan var komin longur enn til lokala vertshúsið, um teir spældu verðsligan tónleik.