Nú stendur á hjá B71

Møguleikarnir vóru til staðar. Men tað gekk so slettis ikki eftir vild hjá B71, sum nú hevur krav um seks stig í seinastu báðu dystunum, um nøkur vón skal vera at bjarga sær

Fótbóltur

 

Við hvørt er sjónligt, hvør luturin hjá einum botnliði er, og hendan lutin áttu sandoyingar sunnudagin.

Undan dystinum vóru boðini til sandoyingar, at veruligur stríðsvilji nú skuldi finnast fram, um bjargingarroyndin skuldi eydnast, og í mun til fleiri av seinastu dystunum, so livdi B71 upp til kravið hesaferð.

Frá fyrsta bríksli trýstu teir á B68, og tað tóktist bara vera ein spurningur um tíð, áðrenn bólturin fór í netið.

Tað eydnaðist eisini sandoyingum at skora, men tað var so ikki fyrr enn beint undan steðginum, at so var. Clayton Soares hevur kanska ikki gjørt so nógv um seg á máltindunum í ár, sum hann annars hevur gjørt, men fótbóltsevnini hevur hann støðugt prógvað. Og hann var eisini ískaldur, tá møguleikin beyðst við brotssparki.

Armarnir komu tó ikki niður, áðrenn B68 hevði svarað aftur. Teir góvu bóltin upp og fóru beint í álop, og so stóð 1-1 á talvuni. Og tað kundu sandoyingar á ongan hátt vera nøgdir um. Mett eftir møguleikum, so skuldi dysturin mest sum verið avgjørdur fyri steðgin, men ein blanding av góðum málmansspæli og vánaligum skotroyndum forkom tó flestu møguleikunum.

Eftir steðgin var søgan á leið tann sama. Toftamenn pakkaðu seg kanska enn betur saman nú, og fortreytirnar fyri hesum gjørdust ikki verri, tá sandoyingar við einum sjálvmáli gjørdu sær tilveruna enn truplari. Men við sínum næsta máli kundi Clayton Soares aftur kveikja vónina hjá B71.

Um ikkki annað, so bar hetta málið við sær, at B71 enn hevur møguleika at vinna seg fram um ÍF ella KÍ. Men treytirnar eru sum so rættiliga greiðar. Fyrst og fremst skal B71 vinna komandi heimadystin móti Víkingi. Og so er møguleiki fyri veruligum botnbraki, tá teir í seinasta umfarinum vitja hjá ÍF í Fuglafirði. Undan hesum skal ÍF inn á Toftir, og megna teir ikki at fáa stig í teirri uppgerðini verður taparin í seinasta umfarinum í Fuglafirði svartiper. Eisini kann B71 fara fram við KÍ, um hesir einki fáa burtur úr seinastu umførunum, men tann spurningin fáa sandoyingarnir so ikki gjørt tað allar minsta við sjálvir.