Sum skilst á tær, so skrivar Poul bara greinina “ Lívið kann eisini livast frameftir”
1. sum eina gamla valfinta
2. og fyri at vinna sær vælvild í egnum flokki
Ikki eiti á skoðsmál
Men eg meinti hvørt orð av tí, sum eg í míni grein skrivaði. Haldi at viðmerkingarnar hjá Høgna Hoydal ikki vóru einum floksformanni í einum Tjóðveldisflokki verdar.
Høgni! Talan var um at gera eina semju millum allar flokkar. Høgni kundi eina løtu gloymt seg sjálvan og tann “fullkomna” Tjóðveldisflokkin og hildið seg til einfalda uppskotið um at minka blokkin og givið eitt hóskandi svar til sjálvt málið. Men tað gjørdi Høgni ikki! Ístaðin hølvaði hann Fólkaflokkin av og dró allar ósemjur flokkanna millum fram. Fólk kunnu sjálvi lesa viðmerkingarnar, sum stóðu í Sosialinum í farnu viku.
Men eg skal fegin gera eina nýggja roynd at grundgeva fyri, hví vit í Fólkaflokkinum leggja fram uppskotið um eina búskaparsemju.
1. Tað tykist, sum grundarlag er fyri at fáa eina slíka semju millum allar flokkar.
2. Avtalan kann tí gerast áðrenn valið - og tá ikki verða ein partur av valstríðnum.
3. Semjan vil verða ein týðiligur boðskapur til allar avvarðandi partar í samfelagnum soleiðis, at hesir fáa rúma tíð at tillaga sítt virksemi eftir semjuni - eitt nú:
a. Almenna umsitingin
b. Privata virksemið
b. Fíggjarheimurin
c. Danskir myndugleikar v.m.
Semjan skal helst rúma øllum flokkum, og er tilboðið frá Fólkaflokkinum sett fram sum eitt uppskot, sum allir flokkar í prinsippinum eiga at kunna ganga við til. Sjálvsagt skulu samráðingar til fyri at finna fram til, hvussu stóran niðurskurð, og yvir hvussu nógv ár flokkarnir kunnu semjast um. Tað sum umráðandi er, er, at tillagingin til ein sjálvberandi búskap fær fullan stuðul.
Politisku útmeldingarnar í dag – í mun til fyrr – eru, at flest allir flokkar síggja, at “blokkstuðulin” úr Danmark oftari er til ampa enn til gagns fyri tann føroyska búskapin.
Loksins kann eg leggja aftrat, at um Høgni Hoydal heldur, at orðingar mínar vóru ov harðligar, so skal eg viðganga, at eg kundi brúkt mildari vendingar og tó rokkið sama endamálinum. Men tó skerst ikki burtur, at eingin haldgóð grundgeving er hjá Tjóðveldisflokkinum fyri ikki at vilja viðvirka til at uppskotið um eina búskaparsemju vinnur frama.