Vinnan skal gjalda gildið

Kreppupakkin hjá Landsstýrinum er avdúkaður. Í høvuðsheitum verða fleiri útreiðslur fluttar yvir á vinnuna, hundraðtals milliónir verða aktiveraðar, og íløgukarmurin á fíggjarlógini hækkaður. Stjórnir í øðrum londum hava skrúvað saman bæði ein, tveir og fleiri kreppupakkar saman, til tess at stimbra búskapunum. Landsstýrið hevur eisini í drúgva tíð arbeitt við einum kreppupakka.

Jóannes Eidesgaard sigur, at endamálið við pakkanum er at taka broddin av kreppuni.

- Hædd er eisini tikin fyri bygnaðarligu skeivleikunum, ið hava verið á fíggjarlógini seinnu árini, ið nú eru rættaðir, sigur Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri.

Tríggir partar eru. Ein Virkisskapandi partur, ein partur við strukturellum broytingum og partur við rakstrartiltøkum.

Í virkisskapandi partinum kunnu nevnast, at:

? 300 milliónir í Húsalánsgrunninum verða aktiveraðar. Hann skal veita lán til pensjónistar, til lutaíbúðir og til orkusparandi tiltøk.

? Rentustuðulin til sethúsabygging verður avtikin. Tær 60 milliónirnar, ið á konto, verða leysgivnar. ? Hetta er ikki ein uppgáva fyri landskassan, men fyri fíggjarstovnarnar, sigur Jóannes Eidesgaard.

? Eisini verður íløgukarmurin á fíggjarlógini hækkaður við út við 100 milliónum úr 250 milliónum upp í 350 milliónir krónur. Peningurin skal eitt nú brúkast til skipabygging og bygging á almanna- og mentanarøkinum.

? MVG ?stuðulin til sethúsabygging skal avtakast yvir trý ár.

? Ítróttahøll á Sandi

? Framhaldandi útbygging av landssjúkrahúsinum

? Útbygging av Flogvøllinum

? Ellis- og røktarheimið í Vági

? Marknaðarføra Føroyar sum feramannaland í útlondum.

Millum strukturellu broytingarnar kann nevnast, at:

? Inntøkutrygdin hjá sjómonnum verður flutt yvir á vinnuna at umsita.

? Víddargjald skal leggjast á alivinnuna

? Partafelagsskatturin í fíggjargeiranum verður hækkaður.

? Tíðaravmarkaður eykaskattur á tvey prosent á inntøkur yvir 400.000 krónur. Hesin er tíðaravmarkaður til 2010 og 2011.

? Kapitalvinningsskatturin hækkar eisini frá 35 upp í 39 prosent. Hetta er eisini tíðaravmarkað.

? Innflutningurin av tollfríum tubbaki verður avmarkaður, soleiðis at framyvir kann bert helvtin av tí, sum er loyvt i dag, innflytast tollfrítt.

Triðji parturin er Rakstrartiltøkini

Tey skulu geva tilsamans 75 milliónir krónur. Hetta kallar landsstýrið rationaliseringar.

Øll tiltøkini verða sett í verk 1. Januar 2010.

- Útrokningar hjá búskaparfrøðingum vísa, at tiltøkini fara at stimbra búskapin við 1,3 prosentum fyrsta árið og út við 2 prosentum næsta árið, sigur Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri.