haðani. Og nú øll tosa so óført um at flyta fólkaskúlan út til kommunurnar at umsita, so verður ofta tikið til av Hussgaardsa ættarliði av lærarum, at tað er onki at leingjast eftir, tí ikki fyrrenn l [...] tað hevur fyri okkum øll at røkja likam og sál. Har, sum altíð, eisini í skúlans arbeiði, ein fryntligur og hugnaligur maður at koma á tal við. Hann var góður við børnini, og tey við hann. Hans er giftur [...] fimleikin, sum tað kallaðist tá. Og hóast bert heilt fáir skúlar áttu nakað, sum líktist eini fimleikahøll, so legði Hans til brots at bróta burturúr nýggjum á hesum øki, saman við Poul E. Petersen, táverandi
er so lítið at fáa, at tað kann væl henda, at teir enda túrin fyrr og so fer hann suður til Vágs tá. Sáttmálin varð undirskrivaður týskvøldið. Sigurð Simonsen, reiðari á Boðasteini váttar, at báturin er [...] á djúpum vatni eftir kongafiski, blálongu o.s.fr. Og tað skilst eisini, at vágbingar ætla at gera meiri burturúr at brúka tey rættindi, sum Boðasteinur hevur undir Føroyum. Hiðani skulu vit ynskja vágbingum [...] er seldur, men keypsprísin kunnu vágbingar sleppa at upplýsa, sigur hann Men hann heldur í øllum førum, at vágbingar fáa eitt gott skip, í hvussu so er eftir aldrinum, tí hann er í góðum standi. Boðasteinur
so eru tað tey, sum eins og Elin fara enn longur og siga, at ísraelski herurin ikki bara vildi hava massakruna at henda, men faktiskt eisini drap sítt egna fólk. Tá blívur tað heilt sjúkt. At tað er ósatt [...] Ísraelska statsvaldið hevði brúk fyri, at álopið hjá Hamas ikki bleiv forðað, men veruliga bleiv gjøgnumført, soleiðis at ísraelski herurin fekk eina grundgeving fyri at leypa á Gaza.” Kritikkur av Ísrael [...] hennara mongu stuðlar. Tað er gott, at vit í Føroyum hava áhuga fyri tí, sum hendir aðrastaðni. Men vit hava absolutt onga ávirkan á kríggið í Gaza. Tí áttu vit – av øllum – at kunnað tosað so toluliga sakliga
nevnt, at NSÍ-liðið hevur evni og tilfar til meira, og tað var ikki óuppiborið, at tær megnaðu at fáa eitt stig burtur úr dystinum móti HB. Sigast skal, at tað var nógvur vindur í Runavík, og at tað ávirkaði [...] odda í 1. deild hjá kvinnum, men í løtuni bendir nógv á, at HB-kvinnurnar fara at missa oddasessin til B36 ein av døgunum. Støðan í løtuni er tann, at HB er ovast við 20 stigum fyri átta dystir, meðan B36 [...] ávirkaði spælið í stóran mun. Hvørki av liðunum orkaði serliga væl at spæla ímóti vindinum, og tí áttu liðini eisini hvør sín hálvleik. Í fyrra hálvleiki var tað NSÍ, sum leyp á, meðan HB ikki hevði ein
ofta hevur verið at sæð áður. Málverjin og álopsmaðurin í senn til bóltin, og dómarin metti, at málverjin, sum royndi at sparka bóltin burtur, feldi álopsmannin. So noyddist Bjørn Krogh at umskipa. Aksel [...] økti til 3-1, eftir at Marselo, sum var væl upplagdur, hevði lagt uppá tvørs úr vinstru, og sami maður var meistari fyri 4-2 málinum. Innskiftarnir áttu málini Ofta plaga tvørámenn at leggja stórt trýst [...] kom serliga væl við hjá brasiliumonnunum hjá B68, sum duga at spæla, tá teir fáa tíð og pláss. Sjálvandi var tað ein stórur smeitur fyri TB, at Óli Johannesen sat leikbannaður uttanfyri. Tað sást ikki minst
møguleika at flyta upp, er Skála, og ungu skálamenninir tykjast ætla sær at vera við til at seta dám á kappingina. Teir taptu í 2. umfari 4-2 á Argjum, men tað kann væl vera, at teir seinni í ár fara at megna [...] greiðar ábendingar um, at 07 Vestur og AB eru bestu boðini upp á tey bæði plássini, sum bera uppflyting við sær. Tvey onnur lið kunnu flyta upp. Annað teirra er B71. Sandoyingar hava valt at sigla við lágum seglum [...] megna at taka stig frá favorittunum. Næsta avbjóðingin av hesum slagnum verður í 7. umfari, sum verður 12. mai, tá ið vágaliðið fer at vitja á Skála. 4. umfar var á skránni í gjár. Argjamenn áttu heimadyst
umframt at Guðrun í Lágabø stóð ótrúliga stinn í málinum. Sjálvt um mansverja ikki hevði víst seg at verið loysnin í fyrra hálvleiki, hevði VB ikki hug at sleppa tí hugskotinum, og tað kom av álvara at kosta [...] heldur ongantíð VB at fáa steðgað stórskjúttunum hjá Tjaldri, tí bæði Adina og Alina sluppu næstan at skora sum teimum lysti, og tær áttu eisini 25 av teimum 29 málunum hjá Tjaldri. Tey 10 brotskøstini, [...] munur í hugburðinum at síggjast. Tær í Tjaldri vóru nógv róligari og tóktust halda seg til tað, sum ætlanin var at gera, meðan meira fjáltur merktir á VB-liðnum, sum spakuliga byrjaði at dragna. Mansverja
hugflog í álopsspælinum, sum tað ikki hevur verið at sæð á Eiðinum í meiri enn tvey ár! - Vit vóru undan dystarbyrjan greiðir yvir, at størsta mótstøðan fór at koma frá okkum sjálvum. Við allari virðing fyri [...] fyri VB/Sumba, so hevur gongdin seinastu ferðirnar og støðan á talvuni verið soleiðis, at teir ikki áttu at verið trupulleiki, um vit tóku uppgávuna í álvara. Tað gjørdu vit ikki fyrstu løtuna, men tað bar [...] heimavølli, og tað er rárasta hending, at klaksvíkingar koma sørir aftur av útivølli. Høgættarlotið var kalt, men tað gekk ikki út yvir fótbóltslagið. Málini vóru so mong, sum tey ikki hava verið í nøkrum dysti
møguleikar fyri at javna, so rann tíðin undan teimum, og dysturin endaði 2-1. Við sigrinum fær ÍVB síni fyrstu stig í ár, og tey eru kærkomin hjá felagsliðnum, sum undan kappingarbyrjan varð mett at vera millum [...] hóast sigurin ikki var størri enn 1-0, so hevði KÍ tamarhald á støðuni so at siga allan dystin. Tað tók teimum tó eina løtu at koma til teir heilt stóru málmøguleikarnar, og fyrsta veruliga stórhendingin [...] var torført hjá unga útiliðnum at koma afturíaftur. Ársins fyrsti sigur hjá ÍVB kom tó í vanda, tá Lea Lisberg eftir fríspark minkaði um munin í 60. minutti. Fjáltur var at hóma á heimaliðnum seinastu løtuna
StÍF-kvinnunum ? og tey kundu fara nøgd til húsa aftur, eftir at Kyndil hevði sagt takk fyri seinast við Neistan og vunnið sannførandi 25-19. Tað vóru serliga tveir spælarar, sum áttu sín stóra part í sigrinum [...] At áhugin millum føroyingar fyri kvinnuhondbólti er um at gerast eins stórur og fyri hondbóltinum hjá monnunum varð enn eina ferð prógvað sunnudagin, tá Kyndil og Neistin møttust bert eina viku eftir, [...] brotskast, so tók kyndlamálverjin tað. Tað var fyrst og fremst hon, sum gjørdi, at Neistin ongantíð veruliga fekk fótin fyri seg, eftir at Kyndil hevði lagt seg væl á odda í byrjanini av dystinum. Hin stórspælarin