Vágbingar keypt størsta ísfiskatrolara í landinum

Vágbingar hava nú keypt Boðastein úr Fuglafirði. Eftir ætlan skulu teir yvirtaka hann um ein mánaða, ella

 

Fiskiskapur


Vágbingar hava mangan harmast um øll skipini, sum teir missa av fjørðinum.

Men viðhvørt kunnu teir eisini fegnast um, at fáa skip á fjørðin.

Í næstu framtíð fáa vágbingar so aftur eitt nýtt skip á fjørðin. Og eftir, hvat skilst, er hetta hartil størsti ísfiskatrolari í landinum .

Vágbingar hava nevniliga keypt ísfiskatrolaran, Boðastein, frá fuglfirðingum.

Tað eru Helgi Augustinussen, vanliga nevndur Hegga, og aðrir, sum nú eisini hava keypt Boðastein, Frammanundan eiga teir trolaran Sancy.

Boðasteinur fiskar í løtuni búrfisk nakað langt suðuri í Atlantshavi og vágbingar yvirtaka hann, tá ið hann er liðugur við túrin.

Eftir ætlan verður tað einaferð ímillum 10. og 20. mars mars.

Men tað er so lítið at fáa, at tað kann væl henda, at teir enda túrin fyrr og so fer hann suður til Vágs tá.

Sáttmálin varð undirskrivaður týskvøldið.

Sigurð Simonsen, reiðari á Boðasteini váttar, at báturin er seldur, men keypsprísin kunnu vágbingar sleppa at upplýsa, sigur hann

Men hann heldur í øllum førum, at vágbingar fáa eitt gott skip, í hvussu so er eftir aldrinum, tí hann er í góðum standi.

Boðasteinur er smíðaður í Dieppe í Fraklandi í 1973, men hann varð umbygdur í 1986.

Hann hevur áður itið Roc Amadour, tá áttu strandingar hann, men í 1994, varð hann keyptur til Fuglafjarðar.


Mest uttanfyri

Boðasteinur varð seldur við øllum rættindum og allari útgerð. Úterðin, sum fylgir við, er m.a. vanlig botntrol, búrfiskatrol og Gloria flótitrol, umframt lemmar til bæði flótitrol og botntrol.

Hann er lemmatrolari og hevur tað loyvi undir Føroyum sum eitur bólkur 1. Hetta er ein bólkurin, sum sjey ella átta skip eru í. Tilsamans eru einir sjey ella átta av teimum størru djúpvatnstrolarar í hesum bólkinum, t.d. teir báðir hvalbiartrolararnir, Niels Pauli og Steintór.

Sostatt kann hann bara fiska á djúpum vatni, men teir hava eisini eina kvotu innanfyri ringin uppá 50 tons av toski og 50 tons av hýsu hvørt hálvár, ella tilsamans 200 tons um árið.

Men Boðasteinur hevur ikki fiskað nógv undir Føroyum higartil. Hinvegin hava teir gjørt nógv av at fiska búrfisk suðuri í Atlantshavi, men teir hava eisini fiskað tosk í Barentshavinum. Nógv av tí, teir hava fiskað, hava teir eisini avreitt uttanlands, og ein partur av tí hevur verið keypt kvota.

Tað hevur ikki eydnast at fáa fatur á keyparunum. Men tað skerst ikki burtur, at nú Boðasteinur er seldur til Suðuroyar, er hann komin á rætta plássið, tí framum onnur, hava suðuroyingar frá fyrsta degi gjørt nógv burturúr fiskiskapinum á djúpum vatni eftir kongafiski, blálongu o.s.fr.

Og tað skilst eisini, at vágbingar ætla at gera meiri burturúr at brúka tey rættindi, sum Boðasteinur hevur undir Føroyum.

Hiðani skulu vit ynskja vágbingum góða eydnu við nýggja bátinum.