Mál fyri allar pengarnar

KÍ venjarin heldur, at størsta mótstøðan hjá hansara monnum var fyrstu løtuna teir sjálvir

Fótbóltur

 

Tað var gott lag í Klaksvík sunnudagin. Síðani summarsteðgin hevur tað verið sum í gomlum døgum. Klaksvíkingar vinna á heimavølli, og tað er rárasta hending, at klaksvíkingar koma sørir aftur av útivølli.

Høgættarlotið var kalt, men tað gekk ikki út yvir fótbóltslagið. Málini vóru so mong, sum tey ikki hava verið í nøkrum dysti í bestu deildini fyrr í ár, og serliga í 2. hálvleiki vísti heimaliðið hugflog í álopsspælinum, sum tað ikki hevur verið at sæð á Eiðinum í meiri enn tvey ár!

- Vit vóru undan dystarbyrjan greiðir yvir, at størsta mótstøðan fór at koma frá okkum sjálvum. Við allari virðing fyri VB/Sumba, so hevur gongdin seinastu ferðirnar og støðan á talvuni verið soleiðis, at teir ikki áttu at verið trupulleiki, um vit tóku uppgávuna í álvara. Tað gjørdu vit ikki fyrstu løtuna, men tað bar rættuligt skump við sær, tá ið Dan Djurhuus eftirfrísparksinnlegg úr vinstru legði teir á odda, sigur KÍ venjarin Eyðun Klakstein.

Uppleggið hjá KÍ var at toga spælið í borðini, og at leggja innskrúvaðar sendingar inn fyri málið. Tí var Heðin á Lakjuni við sínum góða vinstra beini í høgra borði, og tí var Gunnar Nielsen við sínum góða høgra beini í vinstru síðu, meðan unglingaspælarin John Hammer røkti vinstra vongverjan fyri skadda Harley Bertholdsen. Eftir steðgin var John vongverji í høgru, Símun Joensen var vongverji í vinstru, og Kristian á Lakjuni var á miðvøllinum.

Síðani í summar hevur verjuspælið hjá klaksvíkingum verið rættuliga væl skipað. Hesa ferð varð stórur dentur lagdur á álopsspælið og ikki so stórur á verjuna.

Paul Clapson javnaði við stútara eftir innlegg frá Heðin á Lakjuni fimm minuttir eftir VB/Sumba leiðslumálið, og so var tað bara ein spurningur, hvussu stórur heimasigurin fór at verða.

Gunnar Nielsen legði KÍ framum, tá ið hann var farin í høgru og sendi í handara hornið, Símun Joensen økti til 3-1 við skoti úr brotsteiginum, Dan Djurhuus minkaði um munin til 3-2 við beinleiðis frísparki úr vinstru,, og fimm minuttir undan steðginum rundaði Ovi Nysted málríka umfarið av við at seta innaru síðuna á eftir innlegg úr høgru frá Heðini á Lakjuni og stútara upp á tvørs frá Paul Clapson.

PCarin økti til 5-2 við brotssparki, sum hann sjálvur hevði tiltuskað sær, og Kristoffur Jakobsen, sum serliga í 2. hálvleiki var framúr á miðvøllinum økti til 6-3, eftir at Heðin á Lakjuni enn eina ferð hevði lagt innfyri úr høgru.

Marco Moravic minkaði um munin við brotssparki. Heimaliðið kundi havt skorað fleiri mál afturat, men Vlada Filipovic var stinnur í VB/Sumba málinum. Eitt nú tá ið hann vann ein ímóti einum støðum við Kristoffur Jakobsen og Ova Nysted.