lærustovni verður tann lesandi lærdur at brúka hetta amboð, tí er tað ikki mest umráðandi hvat lisið verður, - so leingi lært verður. Við jøvnum millumbilum hava fjølmiðlarnar róð upp undir, at landsstýrisman [...] at ein og hvør, uttan stórvegis útbúgving ella royndir kann koma at sita í sessinum sum landsstýrismaður. Hesum sjónarmiði fari eg ikki at taka undir við ella seta meg ímóti, heldur fari eg at lýsa ein [...] at hvør landsstýrismaður hevur evstu ábyrgd av sínum málsøki. Summi hava havt hug at funnist at tí nøring, ið er farin fram av landsstýrismonnum tað síðstu tíðina. Hildið hevur verið at tað eru ov nógvir
fyrstu veruligu kvinnuumboðan á pallinum. Tað hevur nevniliga verið ógvuliga lítið at sæð til konufólk á pallinum, fyriuttan tveir eldblásarar, sum Flux hevði við til fyrsta umfar. Men við Crashwave kom fyrsti [...] tá teir komu á pallin, og tað gjørdi tað heilt til teir fóru av aftur. Sangarin, Andrias Højgaard, sang væl, men hann hevur kanska ikki júst røddina til so harðan rocktónleik. Um tónleikaslagið var eitt [...] Á streingjanna veingjum sluppu Bracket uppum høgu gáttina til finaluna í Prix Føroyum í Norðurlandahúsinum. Ongantíð í ár hevur so stórur spenningur verið um, hvør bólkur skuldi sleppa víðari í finaluna
hvør ið tað er. Dugir tú? Tað er ikki lætt, men sjálvandi, at enda sært tú, hvør ið tað er, tí á seinastu síðu er ein spegil. Nýggi vinurin hjá Fívli er smábarnabók, hóskandi til tey 0 - 2 ára gomlu. Hon [...] kr. Okkurt er galið Ralf Butschkow: Okkurt er galið Lisa vaknar ein morgun og hevur varhugan av, at okkurt er galið. Hvat man tað vera? Alt tykist øðrvísi: har eru fiskar, ið flúgva, ein blandimaskina [...] er galið er myndabók, ið hóskar til tey 3 - 7 ára gomlu. Hon er 32 bls. í litum, innbundin og kostar kr. 75. Eyðna Magnussen týddi. Nýggi vinurin hjá Fívli Fívil hevur fingið ein nýggjan vin, men hini
skal vera klár til næsta umboðsnevndarfund, sum verður í mei. Tá fer so at vísa seg, hvat víðari hendir, Um stjórin sleppur heilt undan víðari viðgerð. Um hann kanska fær eina ávaring, ella kanska okkurt [...] mikið hóvasták hevur verið av. ?Eg havi lært av hesum málinum, at eg átti at tikið gegnisspurningin meira álvarsliga og hildið meg frá onkrum viðgerðum. Men tað er farið, og eg veit so til eina aðruferð [...] umboðsnevndarumboði, er ikki heilt rætt. Hann skal bara hoyrast í málinum, men fekk onga ávarðing ella átalu. Hans Tausen Olsen, umboðsnevndarformðaur váttar, at so er. Tað var stýrið, sum hóraði undan
hent yvirhøvur? Ella liggur evnið onkrastaðni og verður vent í einum orðaskifti, ið hevur til endamáls, at onkur skal taka støðu til, um hetta er álvari ella ei? Eg kenni nógv ung, sum í seinastuni hava sagt [...] Orsøkin til at eg minnist hetta so væl, er einføld: Eg eri tann gentan. Nú, eitt ár seinni, eri eg vorðin forvitin. Eg hugsi ofta um, hvat man vera hent í tí føroyska fólkaskúlanum síðan. Er nakað hent [...] sólina skína inn gjøgnum vindeygað. Og tað nívdi meg, at eg var til og skuldi í skúla at møta floksfelagum, sum gjørdu mín gerandisdag til eitt helviti. Satt at siga, og eg skammist ikki longur, tá ið eg
sjálvstøðugt og vísa, hvat hann hevur lært í lærutíðini. Skipanin hevur í mong ár verið uppbygd soleiðis, at tann, sum fer upp til sveinaroynd, fær til uppgávu at umvæla ein motor, girkassa ella bremsurnar. Í [...] bilinum, sum t.d.at hann dregur til høgru ella til vinstru undir koyring, ella tað at hann kódnar undir koyring, ella ikki kraftar tað, hann eigur. Áðrenn teir møta til sveinaroyndina, hava lærararnir [...] hvussu tað var fyri umleið 20 ella 30 árum síðan. Broytingarnar á elektriska og elektroniska økinum hava verið so ómetaliga stórar. Hetta hevur havt við sær, at krøvini til bilmekanikararnar eru heilt øðrvísi
gávu til okkara. Tú vart altíð so hjálpsamur, og tú hevði altíð umsorgan fyri teimum, tú vart um. Ikki minst tá vit hugsa um ommu og abba. Tá vart tú tann, ið nýtti mestu tíðina at ganga teimum til handa [...] Nólsoy. Góði Gudmund! Tú ætlaði tær títt við lívinum. Tú fekst tað ikki, og tú gavst á hondum. Hetta var stórt spell, tí hóast kærleikstrega ella onnur duld og døpur mein, so hevur lívið so ómetaliga mangt [...] viðurkenna, at tú valdi at fara ? frá teimum, sum vóru góð við teg, og teimum, sum tú vart góður við. Tað kundi verið so mangt at trivið í, tá talan er um eitt menniskja, sum tú altíð hevur kent. Altíð.
eru bedøvað. Tá ið ein vika er farin og hon hevur mist følilsið heilt upp til mjadnarnar, ger hon av at fara til lækna. Hann ivast ikki og sendir hana víðari til Havnar beinanvegin. - Eg lá í 4 vikur á h [...] enn fyri fimtan árum síðani. Við einum MR-Scannara ber lættari til staðfesta beinanvegin, hvat er galið. Annika heldur, at tað kanska hevur verið ringt hjá læknunum at staðfest, av tí, at eyðkennini hava [...] tað er nokk tí eg eri treisk og vil klára alt sjálv, heldur hon. Men tað hevur hon lært ígjøgnum árini. Ein serlig hjálp til sklerosusjúklingur er viðgerð í Danmark á sjúkrahúsi. Fimm føroyingar sleppa
trummum. Syngur tú undir brúsuni? ? Nei, als ikki - eri alt ov upptikin av tankanum: »lort, verði eg aftur ov seinur til arbeiðis í dag.« Hvat hevur tónleikur at siga fyri teg? ? Hann hevur alt at siga fyri [...] Britney Spears hevur oyðilagt sangin. Hvat er tann pínligasta plátan, sum tú eigur? ? Kaoma: »World Beat«. Tað er har, hatta irriterandi »lambada«-lagið er uppi á. Hvønn sang hevði tú valt, um tú skuldi sungið [...] Cocker kann fáa meg upp á borðið... Hvat er tann fyrsti sangurin, sum tú minnist teg dáma? ? Harmoniku-Sørin. Hvønn sang ert tú fegnast um at hava verið við til at gjørt ella spælt inn? ? »Happy When Your Gone«
var gott, sangur og kór somuleiðis, og ljómborðið kom betur til sín rætt. Tú kundi ikki lata vera við at hugsa um ein bólk sum Bon Jovi, tá ið tú hoyrdi Chain spæla, og tað nýtist nú ikki at vera nøkur vánalig [...] lagað tað soleiðis, at næsti bólkurin í røðini eisini var ein, sum hevur andaligar tekstir til sínar sangir. MMM er úr Vágum, og bólkurin hevur ein góðan kvinnuligan sangara, sum fær góðan stuðul frá teimum [...] Gittarspælarin Rasmus Rasmussen hevur ein týðandi leiklut í bólkinum, bæði tá ið tað snýr seg um at skriva sangir, og tá ið teir skulu spælast. Rasmus spælir sera væl, hann hevur eitt gott ljóð, og so dugir