Makrel í Prix-meskarnar

Pelagiskur rockur sigraði í fjórða undanumfarinum í Prix Føroyum. Ein makrelur kom í Prix-meskarnar, og tónleikararnir vóru ovurfegnir ? ja, næstan Happy

Makrel brúkti sína tillutaðu kvotu í Prix Føroyum til fulnar. Talan var næstan um rokfiskiskap, og kósin er nú sett beint ímóti stóru finaluni.
Tónleikararnir í Makrel hava áður roynt seg í Prixnum. Teir hava spælt í fleiri bólkum, og teir hava áður spælt saman í bólkinum Happy. Men tað var ikki fyrr enn teir ikki tímdu at vera happy meira, men heldur lupu á bláman undir navninum Makrel, at teir stimaðu beint í Prix-finaluna.
Framførslan hjá teimum leygarkvøldið var góð. Sjálvandi vóru onkur smærri lýti, bæði tøknilig og tónleikalig, men bólkurin stóð sum ein sterk eind. Nógv betur samanspældir, enn teir nakrantíð vóru í Happy, og við einum pondus, sum legði ein tryggan botn undir tann framsøkna rocktónleikin, teir spæla.
Makrel ljóðaði av meira og vildi meira, enn hinir bólkarnir hetta kvøldið, og tað var bara Fluffy Toys, sum av álvara kundi spæla upp ímóti teimum. Gittarspælarin Rasmus Rasmussen hevur ein týðandi leiklut í bólkinum, bæði tá ið tað snýr seg um at skriva sangir, og tá ið teir skulu spælast. Rasmus spælir sera væl, hann hevur eitt gott ljóð, og so dugir hann at ríka tónleikin hjá bólkinum við góðum detaljum.
Ári Rouch er góður sum frontmaður í bólkinum. Hann leggur nógva orku í framførluna, og hann gongur á odda, hóast hann onkra løtu fór eitt sindur av leið leygarkvøldið.
Makrel var rætti vinnarin av fjórða umfarinum!

Fín byrjan
Páll Finnur Páll hevði ynskt at spæla fyrst hetta kvøldið, og tað høvdu hinir bólkarnir góðkent. Tónleikurin hjá teimum hóskar fínt til at byrja eina slíka konsert, og bólkurin stóð seg væl.
Teir gjørdust eitt positivt yvirraskilsi hetta kvøldið. Við góðum sangum og fangandi melodium. Serliga sangirnir, sum Finnur Jensen sang, stóðu sterkir í myndini.
Tá ið tað snýr seg um útgávu av tónleiki hevur Páll Finnur Páll higartil útmerkað seg við vánaligasta og tápuligasta sanginum, sum kom út í Føroyum í fjør ? sangurin kallast Blottarir.
Teir hava eisini áður spælt nógvar dekan ov frekar sangir til konsertir, men hetta kvøldið høvdu teir lagt á annan bógv, og tað klæddi teimum sera væl. Nú vóru øll í klæðum, so at siga. Teir sungu um at selja ber, um ein forelskaðan sjónleikara og um at ferðast á onkran serstakan hátt.
Sangirnir vóru góðir, og hevði bólkurin framyvir klárað at gjøgnumført hendan stílin, kundu teir skjótt fingið eina nógv størri áhoyrarafjøld, enn teir hava havt. Men kanska er tað ikki tað, sum tað snýr seg um hjá teimum.

Góður gospeltónleikur
Gospelbólkurin Chain var næstur á pallinum, og her snúði tað seg um lættan og melodiøsan rocktónleik. Teir løgdu fyri við einum fínum instrumentalum petti, sum kanska gav falskar vónir um, hvat restin av teirra framførslu fór at bjóða uppá.
Tað vóru nógv friðarlig petti við vøkrum klaverspæli ? kanska ov nógv. Men tá ið bólkurin setti meira ferð á, vístu teir dygdir, sum teir kanska skuldu spælt meira uppá. Gittarspælið var gott, sangur og kór somuleiðis, og ljómborðið kom betur til sín rætt.
Tú kundi ikki lata vera við at hugsa um ein bólk sum Bon Jovi, tá ið tú hoyrdi Chain spæla, og tað nýtist nú ikki at vera nøkur vánalig samanbering.
Tað eru ungir tónleikarar, sum spæla í Chain, og teir taka seg støðugt fram. Her eru møguleikar fyri nøkrum veruliga spennandi, og tí ræður tað um hjá teimum at halda fram við menningini og at stíla høgt.

Misjavnt MMM
Lutakastið hevði lagað tað soleiðis, at næsti bólkurin í røðini eisini var ein, sum hevur andaligar tekstir til sínar sangir.
MMM er úr Vágum, og bólkurin hevur ein góðan kvinnuligan sangara, sum fær góðan stuðul frá teimum mannligu kórsangarunum.
Fyrsti sangurin hjá bólkinum var frálíkur. Eitt sindur av rappi varð flættað upp í, og tónleikurin var koyrdi væk..
Framførslan hjá bólkinum var eitt sindur misjøvn, tí næsti sangurin var heilt einfalt ov keðiligur. Víst vóru onkrir svingandi tónar úr sjeytiárunum at hoyra, og tað var melodiøst, men tað var bara for óinteressant.
Seinasti sangurin hevði sama trupulleika at byrja við. Men so fór Alice rættiliga á flog og víst frálíkar dygdir sum sangari. Meira av hesum hevði gjørt bólkin meira áhugaverdan og spennandi.

Nýtt gamalt
Fluffy Toys gav Prixnum eina nýggja dimensión. Teir royndu tónleikararnir í bólkinum spæla góðan gamlan rock n' roll, og teir gera tað sannførandi. Tað kann væl vera, at tað er eitt sindur politiskt ókorrekt at dáma slíkan tónleik á dagsins prix-palli, men tá ið tónleikurin er so væl spældur og svingar so væl, so verður tað stuttligt at lurta.
Einar Jacobsen og hansara menn spældu av heilum hjarta, og tað hoyrdist, at her var talan um tónleikarar, sum hava spælt til alskyns dansitiltøk gjøgnum nógv ár. Teir høvdu nakað av geva av, og teir fingu tónleikin svinga væl.
Fyrsti sangurin byrjaði við nógvari ferð, og teir helmaðu ikki í fyrr enn seinasti tónin rungaði. Síðani komu sangir, har bólkurin meira brúkti skifti millum friðarlig og lívlig petti. Kanska hevði tað verið betur, um teir brúktu eitt sindur meira av tí lívliga rock n´ roll stílinum og minni av tí friðarliga partinum.

Niður á jørðina
Side Effect fekk heiðurin at vera seinast á pallinum, og tað var lagt upp til tað stóra brakið, tí bólkurin er sera lovandi og spælir ein øðrvísi tónleik, enn vit eru von við í Føroyum.
Men framførslan hjá Side Effect eydnaðist ikki so væl, sum hon kundi. Ikki tí, har vóru avgjørt glottar at hóma ? Ludvík er ein fínur frontfigurur, Ronnie var sannførandi sum trummusláari, og kórið sat væl ? men stóra styrkin hjá bólkinum, tann øðrvísi techno-tónleikurin, kom als ikki til sín rætt, og tey ljóðaðu í løtum sum ein hálvhjartaður poppbólkur.
Side Effect brúkar bæði forritaðan tónleik og live-tónleik, og tað er í grundini eitt fínt hugskot. Hesaferð eydnaðist tað ikki bólkinum at samantvinna hetta, so at tað ljóðaði sannførandi. Møguliga var nakað galið við ljóðblandingin í salinum, tí tónleikurin manglaði saft og kraft og techno, og tað, sum skuldi vera mest spennandi, endaði við einum hálvum vónbroti ella har á leið.
Dómararnir sendu Makrel og Fluffy Toys víðari í kappingini, og tá ið hugt verður eftir teimum eginleikum, sum dómararnir skulu meta um, so var hetta rætta úrslitið av fjórða umfari. Tveir vælspælandi bólkar fingu tey bæði fremstu plássini!