Klassikkarin Lítli Virgar á føroyskum

Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út tríggjar barnabøkur

Tær tríggjar bøkurnar eru »Lítli Virgar«, »Okkurt er galið« og »Nýggi vinurin hjá Fígvli«
Lítli Virgar er ein av klassisku bókunum hjá Ole Lund Kirkegaard. Bókin er skrivað í 1967, og hon er óvanliga stuttlig. Bókin er um tríggjar dreingir Virgar, Oskar og Karl Emil, ein stork, eina føðingardagsveitslu, ein skatt, ein dreka við átta beinum og ein keypmann, sum etur kaspars-fræ.
Vit, sum hava lisið barnabøkur á donskum, kenna óvanligu bøkurnar hjá Kirkegaard, sum eisini eru óvanliga stuttligar!
Pauli Nielsen týddi bókina úr donskum. Bókin er 94 blaðsíður við stuttligum litmyndum, sum Ole Lund Kirkegaard teknaðir. Bókin er innbundin og hon kostar 120 kr.

Okkurt er galið
Ralf Butschkow: Okkurt er galið
Lisa vaknar ein morgun og hevur varhugan av, at okkurt er galið. Hvat man tað vera? Alt tykist øðrvísi: har eru fiskar, ið flúgva, ein blandimaskina, sum gálvar, ein hylur í innkeypsvogninum? Hygg væl at myndunum - ymiskt er galið á hvørjari síðu. Bæði børn og vaksin fara at stuttleika sær, meðan tey granska bókina.
Okkurt er galið er myndabók, ið hóskar til tey 3 - 7 ára gomlu. Hon er 32 bls. í litum, innbundin og kostar kr. 75. Eyðna Magnussen týddi.

Nýggi vinurin hjá Fívli
Fívil hevur fingið ein nýggjan vin, men hini dýrini duga ikki at gita, hvør ið tað er. Dugir tú?
Tað er ikki lætt, men sjálvandi, at enda sært tú, hvør ið tað er, tí á seinastu síðu er ein spegil.
Nýggi vinurin hjá Fívli er smábarnabók, hóskandi til tey 0 - 2 ára gomlu. Hon er 22 síður í litum, prentað á haldgott papp, og kostar kr. 60. Niels Jákup Thomsen týddi.



MYNDATEKSTUR
Bøkurnar hjá Ole Lund Kirkegaard eru óvanligar ? og óvanliga stuttligar. Tann, ið lesur, keðir seg ongantíð!