SEV-fundur
Tá uppskot varð lagt fyri umboðsnevndarfundin hjá SEV mánadagin, var tað bara ætlað stýrinum. Stýrið fekk eisini eina átalu. Samtykt varð at seta í verk eina hoyring av stjóranum.
Klæmint Weihe, stjóri á SEV, sigur við Sosialin, at tað, sum borið varð fram mikudagin eftir upplýsingum frá einum umboðsnevndarumboði, er ikki heilt rætt. Hann skal bara hoyrast í málinum, men fekk onga ávarðing ella átalu.
Hans Tausen Olsen, umboðsnevndarformðaur váttar, at so er. Tað var stýrið, sum hóraði undan misálitsuppskotinum, men fekk eina greiða átalu, sum varð samtykt við 58 atkvøðum fyri og 13 ímóti, sigur hann.
Fyri hoyringini hjá stjóranum atkvøddu 38 umboðsnevndarlimir, men 30 hildu ikki, at tað var neyðugt at kanna embætisførslu hansara við eini hoyring.
Klæmint Weihe, stjóri, sigur, at enn hevur hann einki formliga fingið at vita frá fundinum mánadagin annað enn, at hann heldur fram sum stjóri í SEV.
At ein hoyring skal setast í verk, er eftir setanartreytunum hjá SEV stjóranum, sigur Klæmint Weihe. Hann er settur í starv eftir somu treytum, sum tænastumenn hjá tí almenna. Tó er hann ikki tænastumaður, tí SEV ikki er almennur stovnur, men stjórin er tó umfataður av teimum skyldum og rættindum, sum tænastumannalógin ásetir.
Tann horyngin, har hann so skal bera sína søk fram, skal vera klár til næsta umboðsnevndarfund, sum verður í mei.
Tá fer so at vísa seg, hvat víðari hendir, Um stjórin sleppur heilt undan víðari viðgerð. Um hann kanska fær eina ávaring, ella kanska okkurt heilt annað.
Klæmint Weihe, sigur, at hann fer ikki at gera nakað meira burtur úr hesum málinum, sum so mikið hóvasták hevur verið av.
?Eg havi lært av hesum málinum, at eg átti at tikið gegnisspurningin meira álvarsliga og hildið meg frá onkrum viðgerðum. Men tað er farið, og eg veit so til eina aðruferð, um tað skuldi borið so á, hvussu eg ikki skal gera, sigur hann.
Hann heldur, at tða kann fara at gerast trupult at manna týðandi nevndir í Føroyum við teimum viðurskiftum, vit hava her, uttan at onkur fer at renna seg í móti einum gegnistrupulleika av og á.
?Úrvalið er ikki so stórt, og øll kenna onkran, sum kemur fyri mestsum allastaðni, vísir Klæmint Weihe á. Men eg fari at hugsa meg væl um, verður tað í framtíðini heitt á meg um at átaka mær slíkar nevndarsessir sum eitt nú tann í partafelagnum Vágatunlinum.