Tekniski Skúli - sveinaroyndir eftir nýggjari skipan

Sveinaroyndin hjá bilmekanikarum er nú broytt. Í mong ár hevur tað verið soleiðis, at teir sum fara upp til sveinaroynd fáa eina ávísa uppgávu sum t.d. at umvæla ein motor, girkassa ella bremsurnar. Nú skulu teir sjálvir finna brekið og umvæla tað..

SVEINAROYND

At vera bilmekanikari í dag kann als ikki sammetast við, hvussu tað var fyri umleið 20 ella 30 árum síðan. Broytingarnar á elektriska og elektroniska økinum hava verið so ómetaliga stórar. Hetta hevur havt við sær, at krøvini til bilmekanikararnar eru heilt øðrvísi, enn tey vóru fyrr. Tí hevur Tekniski Skúlin broytt og tilpassað sveinaroyndirnar til nýggju tíðirnar.
Broytingarnar ganga t.d. út uppá, at tann, sum fer upp til sveinaroynd, skal arbeiða meira sjálvstøðugt og vísa, hvat hann hevur lært í lærutíðini. Skipanin hevur í mong ár verið uppbygd soleiðis, at tann, sum fer upp til sveinaroynd, fær til uppgávu at umvæla ein motor, girkassa ella bremsurnar. Í nýggju skipanini er tað soleiðis, at tann sum fer upp tilsveinaroynd fær at vita, at nakað er galið við bilinum, sum t.d.at hann dregur til høgru ella til vinstru undir koyring, ella tað at hann kódnar undir koyring, ella ikki kraftar tað, hann eigur. Áðrenn teir møta til sveinaroyndina, hava lærararnir broytt okkurt við bilinum, so alt ikki virkar sum tað skal. So skal lærlingurin sjálvur finna út av, hvat er galið við bilinum. Hendan nýggja sveinaroyndin krevur meira av lærlingunum, og at teir kunnu arbeiða sjálvstøðugt. Stórur dentur verður lagdur á tað skrivliga arbeiðið. Teir skulu gera eina stutta skrivliga frágreiðing um tað arbeiðið, teir hava gjørt í sveinaroyndini.
Tøkniliga menningin í bilaídnaðinum broytir sjálvandi innihaldið í undirvísingini alla tíðina. Undirvísingin er tillaga soleiðis, at lærlingarnir kunnu klára hesa nýggju
sveinaroyndina. Uppgávan hjá lærarunum er, at teir skulu vera meira sum vegleiðarar hjá lærlingunum. Teir sum vanliga eru skoðanarmeistarar skulu eisini á skeið fyri at seta seg inn í nýggju skipanina.