Í HB dylja tey ikki, at tey fegin vilja hava, at næstbesta liðið eisini í 2027 verður í næstbestu deildini.
Undan hesum umfarinum var HB undir niðurflytingarstrikuni, og eisini eftir 22. umfar er HB undir strikuni.
B71, sum næstsíðsta leygardag tryggjaði sær pláss í bestu deildini í 2027, var í Gundadali seinnapartin, og gestirnir høvdu øll trý stigini við sær til hús aftur.
B71 vann 2-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0.
Málskjútti í fyrra hálvleiki var Óli á Reynatúgvu, tá ið 20 minuttir vóru farnir. Hetta vr annað málið í árhjá Óla á Reynatúgvu, sum 11. august fylti 20 ár. Eric Oteng legði upp til fyrra málið, og eitt lítið korter eftir steðgin var tað Eric Oteng, sum økti um B71 leiðsluna til 2-0. Hetta var 10. málið í ár hjá 24 ára gamla ganesiska álopsspælaranum. Uppleggið átti Nicholas Frydenlund Sejr úr Danmark.
B71 er topplið við 56 stigum, og HB er á níggjunda plássi við 20 stigum. Tað eru tvey stig fram til FC Hoyvík, sum er á áttanda plássi.
Leygardagin fær HB vitjan av TB, og tá fer B71 at spæla á útivølli ímóti FC Suðuroy.











