sínum langa politiska arbeiði ongantíð hevði verið so væl kunnaður sum nettup í hesi samgongu. Og har varð so eisini sagt, at kanska ambitiónsstøðið hjá Atla Hansen var nakað høgt av tí, at hann er so nýggjur [...] har løgmaður er við. Løgmaður stýrir heldur ikki fundunum við jarnhond. Tá so Atli Hansen sigur, at einki skil er á fundunum, so stendur tað fyri hansara egnu rokning. Eilif Samuelsen vísir á, at fundirnir [...] sindur firtin um, at nakrir fundir hann kom til, vóru avlýstir, og at hann ikki fekk boð í nóg góðari tíð. Uppá fyrispurning um ikki okkurt bagir ovastu leiðsluni í sambandsflokkinum, tá fyrst javnaðarflokkurin
skip við tilsamans 2.500 fiskimonnum undir Grønlandi. So løgið er tað, at meðan føroyingar hava mist mong skip við “mann og mús” undir Íslandi, so er einki skip forlist við allari manningini undir Grønlandi [...] tíðina, og stutt frammanundan var hann heilt steðgaður. Dagin eftir var ódnarveður við stormi og kavaælingi, og nú øktist lekin brádliga so tað bert við at pumpa við lív og deyð eydnaðist at halda skipinum [...] vóru samsintur um at søkja fyrstu havn so skjótt siglandi var, men tað vardi eitt heilt samdøgur, áðrenn veðrið linkaði og til alla vanlukku gekk onnur pumpan fyri, so nú var einki at gera uttan at taka neyðhavn
Allar resursir verða brúktar Av tí at búskapurin koyrir so skjótt, so dugir Djóni Højgaard ikki at síggja, at har eru nógvir møguleikar eftir at troyta í løtuni. Ikki er nokk av arbeiðsmegi í Føroyum [...] at vaksa um búskapin munandi. – Vit brúka so at siga allar tær resursir, sum vit hava. Har eru so at siga eingi arbeiðsleys í Føroyum. Búskapurin koyrir so skjótt, sum hann kann, sigur Djóni Højgaard [...] javna gongd yvir tíð. Men tað vísir seg, at tá tað gongur væl, hava politikkarar lyndi til at geva. Tað vil siga, at tá inntøkurnar eru stórar, so fara útreiðslurnar automatiskt upp, so geva teir tann vegin
Tí kann tað hugast, at hann fer at fáa møguleikan. So verður tað í álopinum, og so er spurningurin, um John Petersen fyri fyrstu ferð í heilt langa tíð skal sita á beinkinum frá fyrsta bríksli, og at ein [...] at ivast í, at - so segði hon á sinni - feilurin er funnin, og at hann er tosaður upp á pláss. Spurningurin er, um tað fer at bera til at síggja hetta aftur á vøllinum. Fólkið Eftir so dyggan lúsing sum [...] leygardagin. Úrslitini hjá Fraklandi hava ikki verið so ógvuliga sannførandi síðstu tíðina, men viðførið, sum fransmenn hava savnað sær seinastu árini er so mikið tungt, at teir á FIFA styrkislistanum framvegis
ósatt? Bara við at leita á netinum í tveir minuttir eftir tí, sum varð sagt fyri einum ári síðani, ber til at staðfesta, at m.a. hetta varð skrivað, eftir at nevndin legði sítt uppskot fram – frá teimum, [...] siðvenja má tí vera hildin at hava gildi, bara tí hon er eldri enn henda skipan ella hevur virkað í langa tíð.” Men hetta er nú strikað. Ístaðin er sett inn henda orðing: “Stjórnarskipanin virðir teir stjó [...] halda um hetta, so krevur tað eina gjølliga grundgeving frá teimum, ið skjóta upp at gera hesa broyting. Saman við mongum øðrum broytingum, er talan um týdningarmiklar broytingar, sum eftir okkara tykki venda
í gongd, eftir hansara tykki ikki hevur til endamáls at greiða málið um, hvat er hent Anne-Elisabeth Hagen, men at málið heldur er koyrt fast í einum villispori, har løgreglan liggur úti eftir at fella [...] beiðnum hjá løgregluni. Tað hava tey trý børnini hjá Hagen-hjúnunum heldur ikki, og tey hava í langa tíð heldur ikki viljað tikið av tilboðnum hjá løgregluni um nýggjar avhoyringar. Dóttir Hagen-hjúnini [...] smáting og søgur, sum eg veit ikki passa, og so kortini setti avhoyrarin hesar søgur fram, sum um talan var um stórmál, skrivar dóttirin í brævinum. Eftir at tað hevur verið rættiliga kalt millum løgregluna
Eitt nú legði blaðið NME við sera óndsinnaðari skriving eftir Freddie Mercury aftan á útgávuna JAZZ í 1978 við yvirskriftini ?Is This Man A Prat?? Eftir hesa niðurgerð hevði Queen sangarin ongantíð nakra longri [...] um mangladi undirtøkuna frá kritikarunum: ? Vit vóru ongantíð væl lýddir í tónleika-pressuni. Eftir eini tíð gjørdist hetta rættiliga týðandi fyri okkum, tí tað vísti seg, at jú meir rós onkur fekk av [...] sum bæði gjørdust landaplágur kring allan heim. Komu hundraðtúsundtals fólk at lurta eftir Queen í teirra stórtíð, so er tað kortini teirra plátuútgávur, sum í dag standa sum varar í rocksøguni. Fleiri
og uttan avmarkingar fáa frítt at fara allastaðni, so verður eftir fáum árum als eingin føroysk náttúra eftir. So kann Visit Faroe Islands prenta so nógvar faldarar sum tey vilja, ið áleggja ferðafólki [...] til gongu við fyriliti kann tó ikki eftir hesi lógini avmarkast í einum landsverndarøki." Her gongur sjón fyri søgn, at hvørsmansrætturin verður sníktur inn í lógina, so tað hereftir er lógarfest, at ein [...] hjá løgtinginum at geva einum landsstýrismanni so víðar generellar heimildir. Tekur eitt mál seg upp, kann landsstýrismaðurin sum nú er, til eina og hvørja tíð, ístaðin fara í løgtingið at útvega sær heimildirnar
fangaður í mínum egnu fordómum, so í staðin fyri at royna at avnokta tað, setti eg mær fyri, at eg skuldi lurta eitt sindur betri eftir teimum, og speisemið var eisini eftir mær, tí mítt yndislag í 1983 endaði [...] Fáir ungir menn hava verið so »idiotiskir«, sum Meinhard vinmaður og eg, tá vit í 1991 ognaðu okkum »Achtung Baby«. At tveir 18-19 ára gamlir dreingir brúktu so nógva tíð upp á liva seg inn í tónleikin [...] eitt yrkingarsavn. Tað fer so allarhelst at merkja, at eg ikki fari í starv sum lærari beint eftir lokna útbúgving (men hetta eigur ikki at halda skúlastjórum frá at ringja eftir mær um neyðugt verður). Men
og hin gamli »hugnaligi« løgtingspolitikkurin, sum summir løgtingsmenn leingjast so sára eftir, aftur fingið valdið, so kemur fullveldisspurningurin aftur, men hesaferð úr Danmark í samband við gongdina [...] studning og veðhald, so at skattaborgarin bar váðan av føroyskum vinnulívi. Í flestum av nítiárunum loyvdi støðan í landskassanum ikki hesum politikk og vinnan kláraði eftir stuttari tíð at nýta teir møguleikar [...] trupulleika, tí um fullveldi áhaldandi verður flutt frá danska fólkatinginum til ES, so vera bert tveir møguleikar eftir hjá Føroyum: At taka fullveldi heim ella at gerast eitt danskt amt aftur. Løgtingssamtyktin