Rock kongarnir Queen

Mong meina, at Queen var heimsins næststørsti bólkur hesa øldina. Lesið her um bólkin, ið kortini ongantíð fekk kritikararnir upp í sín part, og sum gavst, tá sangarin Freddie Mercury doyði í 1991

Nakað uttan fyri London - á einum slotti í milliónklassanum - situr ein maður seinnu helvt í 40?unum við sínum langa hári, í hálvopnaðari hawaii-skjúrtu og drekkur te.

Te-muðurin er akkurát, sum hann vil hava hann. Tí syrgir eitt nú tænarin og 500 milliónir krónur á bankabókini fyri. Kortini er hann ikki eydnusamur.

? Eg livi ov nógv í mínum egna høvdi, sigur maðurin og leggur aftrat.

? Eg var nógv lukkuligari, tá eg hevði 300 krónur á bankabókini. 70?ini og 80?ini vóru fantastisk og deilig. Men hesi árini smildraðu alla sunna tankagongd.

Maðurin er guitarleikarin Brian May. Og árini hann sipar til, er tíðarskeiðið, tá superbólkurin Queen herjaði alheims hitlistar við teirra pompøsa rock-popp tónleiki.


No time for losers

?We are the Champions? sungu bretarnir við ikki sørt av einum skálki aftan fyri oyra seinnu helvt av 70?unum. Teir løgdu aftrat: No time for losers! Ikki sørt ósmæði, og teir fýra Queen menninir ? Freddie Mercury, Brian May, John Deacon og Roger Taylor ? vórðu róptir fyri at vera ikki annað enn arrogantir, hálvakademiskir, miðalklassa menn við ongum upp á hjarta.

Hesar atfinningar forðaðu tó ikki bólkinum at menna seg almikið, og Queen gjørdust av álvara kongar í rockheiminum, tá meistarverkið ?A Night At The Opera? frá 1975 rakti popptindarnar kring allan knøttin.

Leiðin niðan á var kortini long. Í 1970 gav bólkurin út sína fyrstu plátu, ið hevði sama heitið sum bólkurin ? Queen. Talan var ikki um nakra blíða móttøku. Tíðarrákið var ikki við bólkinum, ið dyrkaði tað pompøsa og teatralska. Eisini tá teirra næsta pláta - Queen II sum í dag verður mett at vera eitt frálíkt verk - kom út, var kritikkurin eirindaleysur. Men longu her løgdu teir fýra lunnarnar undir tað, ið skuldi gerast tiltikna, stóra Queen-soundið á komandi plátum.

Hóast EMI spýtti nógvar pengar í kampanju-maskinuna hjá Queen, so hetta ongin verja móti kritikkinum. ?Óbrúkiligt! Ein vanæra fyri rocktónleikin!? Soleiðis ljóðaði í pressuni, tá Queen II kom út. Atfinningarnar, ið stundum mintu um forfylging, fylgdu Queen at kalla alla teirra livitíð. Eitt nú legði blaðið NME við sera óndsinnaðari skriving eftir Freddie Mercury aftan á útgávuna JAZZ í 1978 við yvirskriftini ?Is This Man A Prat??

Eftir hesa niðurgerð hevði Queen sangarin ongantíð nakra longri samrøðu við nakað blað.

Enn tann dagin í dag finnast ójavnar meiningar um Queen og hvussu týðandi teirra íkast til støðugt logandi rockbálið var.

Serliga vóru tað sum sagt rock-kritikararnir, ið høvdu ilt við at taka Queen til sín. Sum ein kritikari segði: Flott løg, góð riff. Men eg sigi sum David Bowie: Finst ongin Queen sangur, sum kann fáa meg at bresta út úr at gráta??

Sjálvur nevndi kritikarin kortini ?Love of My Life? og ?The Show Must Go On? sum kensluborin undantøk.

Roger Taylor, trummuspælarin í Queen hevur hetta at siga um mangladi undirtøkuna frá kritikarunum:

? Vit vóru ongantíð væl lýddir í tónleika-pressuni. Eftir eini tíð gjørdist hetta rættiliga týðandi fyri okkum, tí tað vísti seg, at jú meir rós onkur fekk av ummælarunum, tess størri var kjansurin fyri ongantíð at sláa ígjøgnum!

Hjá teimum fýra limunum í Queen valdaði ongantíð nakar ivi. Teir ætlaðu sær at vera heimsins størsti rockbólkur.

? Vit duldu tað ikki. Og hvat annað val hevur tú? Ongin fer upp í ein bólk fyri at siga: ?Vit vilja verða fjórðbesti bólkur í heiminum!?, sigur Roger Taylor.


Fýra sangskrivarar

Stórur gjørdist bólkurin eisini, hóast byrjanin í 1969 var tung og trupul. Brian May og Roger Taloyr spældu saman, hittu seinni Freddie Mercury. Allir høvdu teir tað til felags, at teir elskaðu Jimi Hendrix ? serliga Freddie, sum einaferð lurtaði hoyrdi Hendrix spæla live 14 kvøld á rað!

Freddie var eisini maðurin, ið hugsaði show líka so nógv sum hann hugsaði tónleik. Hetta gjørdist eisini eitt vørumerkið hjá Queen. Samstundis staðfestir Brian May, at kompositiónirnar hjá Freddie Mercury vóru sera krevjandi, kompleksar og bóru boð um serligar harmoniskar dygdir hjá sangmanninum, ið eisini spældi flygil.

At byrja við vóru tað eisini serliga Freddie Mercury og Brian May, ið skrivaðu løgini til bólkin. Men eisini Roger Taylor skivaði, og tað sama gjørdi John Deacon. Stilli bassleikarin við teimum flottu bassgongdunum sum vørumerki, var tann seinasti at koma upp í Queen. Tá tað byrjaði at knípa hjá Mercury og May at skriva hit-løg tóku hinir báðir í roynd og veru yvir. Soleiðis er tað John Deacon, ið hevur skrivað mest seld Queen single-lagið ?Another One Bites The Dust? meðan Roger Taylor skrivaði løgini Radio Ga Ga og It´s A Kind Of Magic, sum bæði gjørdust landaplágur kring allan heim.

Komu hundraðtúsundtals fólk at lurta eftir Queen í teirra stórtíð, so er tað kortini teirra plátuútgávur, sum í dag standa sum varar í rocksøguni. Fleiri av teirra plátum eru eisini eitt studium í studiotøkni.

Queen var bólkurin, ið meira enn nakar annar áður troytti allar tekniskar møguleikar í studiounum. Bohemian Rhapsody er besta dømið um hetta. Lagið, sum varðar yvir seks minuttir breyt við allar vanligar traditiónir og gjørdist nummar eitt kring allan heim. Í enska blaðnum ?Q? valdu lesarar blaðsins eisini hetta lagið sum tað triðbesta single-lagið hesa øldina. Bara ?Smells Like Teen Spirit? hjá Nirvana og ?Penny Lane/Strawberry Fiels? við The Beatles megnaðu at snúgva seg fram um Queen klassikaran, ið Freddie Mercury skrivaði.

Saman við tiltikna produsaranum Roy Thomas Baker arbeiddu Queen í vikuvís við lagnum. Tóku sang spor upp meira enn 50 ferðir, mixaðu niður (høvdu bara 24 spors bandupptakara), og tóku upp enn fleiri spor við sangi. Talan var ikki bara um stór kór arrangement, men sanniliga eisini imponerandi guitarspæl, har Brian May legði fleiri tons av guitarsporum inn í sangirnar á ein sera smagfullan hátt. ?Bohemian Rhapsody? breyt við allar vanligar reglar innan poppsangskriving við sínum uppbygnaði, ið minti um eitt slag av mini opera.

Við ?Bohemian Rhapsody? náddu Queen avgjørdu kreativu hæddina. Hóast tað framvegis gekk væl handilsliga, so byrjaði at halta tónlistarliga og persónliga. ?A Day At The Races?, ið kom árið eftir ?A Night At The Opera? var kortini eitt dygdarverk. ?News Of The World?, sum innihelt áðurnevnda klassikara ?We Are The Champions?, hevði eisini sínar góðu løtur. Við plátuni ?Jazz? byrjaðu Queen at glíða í svingum ? hóast eitt lag sum ?Don´t Stop Me Now? hjá Freddie Mercury er ein sera flott kompositión.


Linir í kongunum

Við plátuni ?The Game?, sum kom út í 1980, kundi tað ikki dyljast longur: Drotningin var vorðin lin í kongunum. Eitt nú arbeiddu teir slettis ikki saman í studionum. Meðan Freddie Mercury gjørdi sín sang í einum studio, sat Brian May isoleraður í einium øðrum og spældi guitarar. Samstundis minnist Brian May, hvussu eitt nú John Deacon slettis ikki dámdi guitararnar, sum May legði á hansara løg.

? Vit fóru gjøgnum eitt torført tíðarskeið. Minnist Brian May.

? Vit stríddust innanhýsis, vóru so eviga troyttir hvør av øðrum. Og vit royndu allir hvør í sínum lagi meira enn ta einu ferðina at fara úr bólkinum. Men vit funnu altíð út av at bólkurin var størri enn hvør einstakur persónur. Og so vendu vit inn aftur í hitan.

Tað mundi vera lagnunnar speisemi, ið gjørdi, at meðan skapandi mátturin tódnaði og løgini byrjaðu at smakka av plastikk, so seldi Queen plátur sum ongantíð áður. ?Crazy Little Thing Called Love? og ?Another One Bites The Dust? og áðurnevnda, heldur ússaliga plátan ?The Game? gjørdust nummar 1 á alheims hitlistum.


AIDS

Í 1987 kom so sjokkið. Freddie Mercury hevði fingið AIDS. Ongin uttan fyri Queen fekk tað at vita. Men nú vistu teir, at bólkurin virkaði upp á lánta tíð. Mercury var ikki ein maður, ið vildi taka synd í sær sjálvum gjøgnum tónleikin. Tvørturímóti sang hann á sterku plátuni Innuendo: ?The Show Must Go On? ? men millum linjurnar ? og við bakklókskapi í mentu ? kann í dag hoyrast desperatión og hómast myrkur í sanginum hjá Mercury.

Queen sangarin vildi skapa til tað síðsta. So tað er í roynd og veru ein AIDS sjúkur maður, ið syngur á plátunum ?The Miracle?, sum kom út í 1989 og á ?Innuendo?, sum kom út í 1991 ? sama árið, Freddie Mercury doyði.

Sjálvur sigur Brian May, at Freddie Mercury mátti rinda ein sera høgan prís fyri eitt vilt lív, sum fylgdi í kjalarvørrinum á heimsgjøgnumbrotinum hjá Queen.

? Queen var fantastiskt. Men tað oyðilegði okkara hugburð og var líka við at oyðileggja okkum allar. Vit livdu í eini verð, har onki tamarhald var á nøkrum. Ta einu løtuna var Queen størsta hugtakið í rockheiminum, og alt sum fylgir í kjalarvørrinum á tí, órógvar títt høvd. Tú ert umgyrdur av fólki, ið elskar teg. Samstundis kanst tú vera fangaður í totalum einsemi.

Síðani Queen fór í søguna hava hinir limirnir í Queen roynt seg hvør í sínum lagi. Men teir vita fullvæl, at teir hvør í sínum lagi náa aldri somu hæddir.