Eg dugi ikki at syngja

Í SKÚLA - Har tónleikur altíð hevur førkað meg, tosað við mítt hjarta og mínar kenslur, hevur skúlin heldur tókt mær at verið ein staður, har tú fært ein lista við upplýsingum, frymlum, vitan og øðrum, sum tú síðani tekur til tín ella blakar burtur. Tað kanst tú ikki við tónleiki, sigur yrkjarin Petur Jensen. - Eg trúgvi ikki, at tað ber til at siga, at Backstreet Boys hava lært meg meiri enn Dostojevskij ella Jóanes Nielsen. Hesi hugtøk eru hvør sítt. Men vit taka okkara ávirkanir við í skúla. Tað er ikki av tilvild, at Limp Bizkit stendur skrivað sum graffitti á onkrum veggi í onkrum skúlagarði. Limp Bizkit eru eins viðkomandi fyri ein tannáring, sum Clearasil ella søgubókin hjá Chr. Høj eru tað. Og tað er gott

 

Birgir Kruse

Í sanginum »No Surrender« sigur Bruce Springsteen »We learned more from a three-minute record, baby, than we ever learned in school«. Sum læraralesandi á síðsta ári og hartil yrkjari, hvat heldur tú um hesa útsøgn? Does it ring any bell? Er nakað samband millum skúlanæmingin og tað, sum einaferð æt grammofonplátan?

Tá eg var eini 12 ára gamal, gekk eg í sætta ella sjeynda flokki. Tá keypti eg mær eisini plátuna hjá Bruce Springsteen, »Born in the USA«. Eg minnist enn, at eg ein dag sat og át eitt Twix og lurtaði eftir Brúsa, tá lagið »No Surrender« sníkti seg inn í mítt blóð. Eg skilti onki serliga væl sangin, men strofan »we learned more from a three minute record, baby, than we ever learned in school«! Eg tveitti Twixið á gólv, tendraði eina sigarett, og skrálaði av øllum mínum hjarta ? innantanna ? »ja, for ólukkan«. Skúlin var nakað lort, og eg var ov ungur til at hava eitt lív, men eg hevði tónleikin, og hann var tað, sum gjørdi dagarnar betri. Sum so haldi eg, at tað er ein heilt einastandandi beinrakin setningur ? men alíkavæl bara til eitt víst. Tónleikur er á nógvar hættir ein samlíking »identifikatión«, sum tú, tá tú ert ungur, speglar tær í, uppøsir teg við, blívur græður av, grætur í, verður hugvaktur og hvørt av sínum. Eg haldi ikki, at tónleikur og skúli kunnu setast saman á ein slíkan hátt. Men sigast skal, at har tónleikur altíð hevur førkað meg, tosað við mítt hjarta og mínar kenslur, hevur skúlin heldur tókt mær at verið ein staður, har tú fært ein lista við upplýsingum, frymlum, vitan og øðrum, sum tú síðani tekur til tín ella blakar burtur. Tað kanst tú ikki við tónleiki. Eg trúgvi ikki, at tað ber til at siga, at Backstreet Boys hava lært meg meiri enn Dostojevskij ella Jóanes Nielsen. Hesi hugtøk eru hvør sítt. Men vit taka okkara ávirkanir við í skúla. Tað er ikki av tilvild, at Limp Bizkit stendur skrivað (sum graffitti) á onkrum veggi í onkrum skúlagarði. Limp Bizkit eru eins viðkomandi fyri ein tannáring, sum Clearasil ella søgubókin hjá Chr. Høj eru tað. Og tað er gott. Onkuntíð minnist eg meg tó ynskja, at onkur lærari onkuntíð góðtók tann tónleik, sum eg lurtaði eftir, sum ein avgerandi og umráðandi part av mínum gerandisdegi, og ikki bara tilskrivaði tað mínum ungdómi ? hvør skal siga ? at »hann fer at vitað betri, tá hann verður eldri«.

Hvønn týdning hevur rokkbólkurin U2 og sangarin Bono havt fyri tað tú skrivar og annars fyritekur tær?

Fyrstu ferð, eg hoyrdi U2, fekk eg hug at spýggja. Eg orkaði ikki gronina á sangaranum, og enn minni dámdi mær tónleikin. Sangurin var »New Year?s Day« og árið var 1983. U2 var í mínari verð ein øgilig skræpa. Eg var upp á Duran Duran og sovorið tá. Men so sat eg ein dagin og skrivaði, og mest sum av tilvild hoyrdi eg okkurt í útvarpinum, sum dróg meg og »talaði soleiðis til mín«. Eg legði pennin eina løtu og setti meg at lurta. So segði maðurin, er hann nevndur er hann kendur; »vit hava hoyrt frálíka lagið »Sunday Bloody Sunday» við írska bólkinum U2«. Shit. Eg varð fangaður í mínum egnu fordómum, so í staðin fyri at royna at avnokta tað, setti eg mær fyri, at eg skuldi lurta eitt sindur betri eftir teimum, og speisemið var eisini eftir mær, tí mítt yndislag í 1983 endaði við at kallast »New Year?s Day«.

So U2 gjørdist inspiratiónskeldan burturav?

Ja, lat meg til dømis siga frá um eina av mínum allarstørstu løtum nakrantíð. Eitt upplivilsi í 1993. Eg var í Keypmannahavn, á Gentofte Stadion, og vitnaði saman við mínum bestu vinum (og eini 35000 øðrum) heimsins størsta miðlasirkuss, ið kallaðist »ZOO TV«. Í eini 10 ár var hesin bólkur vorðin ein av teimum mest týðandi tónleikabólkunum í mínum lívi. Fáir ungir menn hava verið so »idiotiskir«, sum Meinhard vinmaður og eg, tá vit í 1991 ognaðu okkum »Achtung Baby«. At tveir 18-19 ára gamlir dreingir brúktu so nógva tíð upp á liva seg inn í tónleikin, tekstirnar og verðina hjá einum bólki tykist mær í dag eitt sindur ørligt?..men tann fløgan hevur havt so avgerandi broytingar við sær, at eg tann dag í dag enn eri takksamur fyri henda framíhjárætt. Eg tori næstan at siga, at U2 og Bono ? ikki minst ? hava givið fleiri av mínum kenslum ein samleika, sum eg kanska aldri hevði fingið, ella sett orð á, um ikki eg slapp at ferðast saman við teimum. Onkursvegna kenni eg eitt slag av symbiosu við U2. Bæði menniskjasliga, andaliga og kanska eisini tónleikaliga?.»can´t sing but I got soul«, syngur Bono á seinastu fløguni »All That You Can?t Leave Behind«. Men »Achtung Baby« tann útgávan hevði størri týdning fyri 90?ini, enn Sgt. Pepper nakrantíð hevði fyri 60?ini.

Órógvar tónleikurin ikki tá tú skalt skriva?

Nei, tá eg skrivi, havi eg næstan altíð tónleik frá. Nógv av tí, sum eg skrivi, er eisini avleitt av hugsanum og kenslum, sum eg fái sett í perspektiv í mun til okkurt, sum onkur annar hevur sagt. Ofta er tað ein yrking, eg havi lisið, sum eg so onkursvegna reageri upp á, og burtur úr hesum kemur ein yrking frá mær. Gjarna, tá eg skrivaði brøv til vinir, skrivaði eg míni ting, og rammaði tey síðani inn við einum ella øðrum sitati, allarhelst úr einum sangi, sum sat djúpliga inni í mær júst tá.

Umframt at U2 gjørdist tín inspiratiónskelda, kunnu vit so siga, at sangarin Bono er eitt.. .ehm. ..alter-ego?

Eg havi onkuntíð fangað meg sjálvan í at hugsa, at mítt lív ofta hevur útviklað seg rættiliga paralelt við tónleikin hjá U2 og tekstirnar hjá Bono. Eg eri uppvaksin rættiliga »kristið«, men havi altíð havt spurningar, sum »ein ikki spyr hart«, og havi havt drúgvar bardagar við ivan, also tá eg ivist, og havi eisini flippa garvilt út í verðini. Onkuntíð hevur hetta ført við sær miklar sálarligar niðurtúrar, meðan aðrar tíðir hevur hetta verið mær einasta troystin í lívinum. »How far are you gonna go, before you lose your way back home«. Tá eg hoyrdi hesa strofu av »Achtung Baby« fløguni kendi eg meg heima. Eg dugi ikki at siga tað øðrvísi. Eg kendi meg heima. Eg kendi meg júst sum maðurin, ið blakaði seg inn í náttina, uttan at vera vísur í, um dagurin nakrantíð fór at taka ímóti mær aftur, ella um eg hevði nakað heim at venda aftur til. Tað er umráðandi, tá tú kennir teg rótleysan, at hava okkurt, sum kann minna teg á, at tú ikki ert einsamallur. Og í hesum føri fann eg tað í U2. Eg veit at hetta ljóðar sum ein væl frelstur vitnisburður, men fyri meg var tað reinur veruleiki. »I know I?m not a hopeless case«, sum Bono syngur í »Beautiful Day« á nýggju U2-fløguni.

Um vit sleppa tónleikinum og U2 og venda okkum til tann skaldskapin, sum er í bókum, kunnu vit so vænta okkum nýggjar tekstir frá tær í næstum?

Ja, nú fari eg at leggja fløguna við U2 til viks eina løtu. Eg havi higartil skrivað 3 bøkur, sum kanska fara at spøkja eitt sindur afturat. Tvær teirra hava verið so »seriøsar«, at tann triðja endaði at vera ein lítil roynd at bara tvætla eitt sindur við yrkingini. Um eg fylli 28, so verður tað 18. januar næsta ár, og tá kemur fjóra savnið hjá mær út. Tað eitur fyribils »Persona Non Grata« og er kanska tað tyngsta og mest seriøsa, eg nakrantíð havi skrivað higartil. Sprotin skal geva tað út. Hinar bøkurnar, tær eru eisini yrkingasøvn, eru tríggjar: »afturvendandi endurspeglingar av komandi dreymum« (1994), »ongin sól er til« (1997) og »guru« (1999). Í 1997 vann eg virðisløn M. A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir og tað var fyri savnið »eingin sól er til«, sum forlagið Fannir gav út. Sama forlag gav fyrsta yrkingasavnið út, meðan Sprotin gav út savnið »guru«. Í fjør var eg eisini boðin at senda ein tekst til eina danska antologi, sum kallaðist »Kortprosa ?99«, har eg fekk tekstin »Løs hud ? fragmenter fra Judas? dagbog« við. Hon kom út frá forlagnum Lindhardt & Ringhof, 1999.

Tá tú um eitt gott hálvt ár ert avlærdur (!) lærari frá Føroya Læraraskúla, hvat fert tú so at leggja høvuðsdentin á? Nakað ávist? Ella fert tú kanska slettis ikki at undirvísa?

Um mær verður lív og umstøður lagaðar, ætli eg næsta ár at arbeiða við 5 ymiskum verkum, tríggjar týðingar, eitt tekstasavn og eitt yrkingarsavn. Tað fer so allarhelst at merkja, at eg ikki fari í starv sum lærari beint eftir lokna útbúgving (men hetta eigur ikki at halda skúlastjórum frá at ringja eftir mær um neyðugt verður). Men fari eg út at vera lærari, er tað mítt ynski, at arbeiða við bókmentum og tónleiki, so at Limp Bizkit og Marilyn Manson kanska koma á pensumlistar um ikki alt ov langa tíð. Men inntil tá ætli eg mær bert at vera menniskja eina løtu. Og kanska finna mær eitt ella annað slag av heimi í verðini. Um eitt slíkt er til.

Næsta ár verður Listahátíð; hvat hevði tú hugsað tær at upplivað?

Til stevnuna í august kundi eg hugsað mær at sæð Bob Dylan, Van Morrison, U2 ? ella Frank Sinatra og Elvis ? ella hvat við Marilyn Manson og Limp Bizkit. Tað hevði einki gjørt, um Salman Rushdie og Adolf Hitler eisini hildu onkran fyrilestur. Teir kundi eg hugsað mær at hoyrt.

Takk fyri prátið og góða eydnu framyvir!

Somuleiðis.

(Lesið meira á síðu 23)