Egoisman kemur fram um flokkin

sera demokratiskur og als eingin diktator. Trupulleikin er tann, at ein egoisma hevur tikið ræðið á summum í flokkinum sigur Eilif Samuelsen, landsstýrismaður um stríðið í sambandsflokkinum.




-Ein skilur kanska væl orsøkina til tað, sum nú hendir. Tað er jú upp til val, og ein kennir støðuna hjá Atla Hansen í Eysturoynni sigur høgra hond løgmans í Tinganesi, Eilif Samuelsen, varaløgmaður um trupulleikarnar, ið hava tikið seg upp í sambandsflokkinum.

Eilif Samuelsen sigur víðari, at úttalilsini hjá Atla Hansen um fundirnar í lítlusamgongu eru púra burturvið. Hetta fingu vit eisini vátta á fundinum mánadagin, tá eitt umboð úr einum øðrum flokki segði, at hann í sínum langa politiska arbeiði ongantíð hevði verið so væl kunnaður sum nettup í hesi samgongu.

Og har varð so eisini sagt, at kanska ambitiónsstøðið hjá Atla Hansen var nakað høgt av tí, at hann er so nýggjur innan politikki.

-Hetta er eisini mín metan. Tað, sum Atli Hansen,

skrivar um løgmann og fundirnar er ikki rætt. Kann vera at Atli Hansen er eitt sindur firtin um, at nakrir fundir hann kom til, vóru avlýstir, og at hann ikki fekk boð í nóg góðari tíð.

Uppá fyrispurning um ikki okkurt bagir ovastu leiðsluni í sambandsflokkinum, tá fyrst javnaðarflokkurin tók seg úr samgonguni m.a. vegna ov vánaliga stýring, og nú fólkaflokkurin fleiri ferðir hevur víst á tað sama, spyr Eilif Samuelsen, hvat menn vænta sær av eini slíkari stýring.

-Vit hava ikki ein diktator sitandi sum løgmaður í dag. Hann er demokratiskur allar vegir ígjøgnum. Allir koma

til orða á fundi, har løgmaður er við. Løgmaður stýrir heldur ikki fundunum

við jarnhond. Tá so Atli Hansen sigur, at einki skil er á fundunum, so stendur tað fyri hansara egnu rokning.

Eilif Samuelsen vísir á, at fundirnir í lítlusamgongu eru ikki formellir fundir men kunningarfundir. Tað verður eingin avgerð tikin á fundunum. Ætlanin er at ein skal kunna baklandið um, hvat er frammi, soleiðis at umboðini fyri flokkarnar og tað eru formenninir í tingbólkunum kunnu fara til sítt bakland og kunna tað víðari.

Eilif Samuelsen vísir á, at Atli Hansen hevur fleiri ferðir eftirlýst niðurstøðum á hesum fundum. -Har tekur hann feil, tí tað skulu ikki gerast niðurstøður frá hesum fundunum. Niðurstøðurnar verða gjørdar í øðrum sambandi.Uppá fyrispurning um sambandsfelagið í Eysturoynni eigur at geva Atla Hansen eina skorflongju fyri sínar viðmerkingar sigur Eilif Samuelsen, at hetta nyttar neyvan nakað. -Eg haldi, at Atli Hansen eigur at ganga í seg sjálvan og hugsa eitt sindur meira um flokkin og ikki hugsa egoistiskt. Tað er nettup hetta, sum hevur verið trupulleikin í sambandsflokkinum hesa seinastu tíðina, at egoisman hevur verið fremst í huganum heldur enn tað flokspolitiska arbeiðið.

Eilif Samuelsen sigur, at hetta er ein nýggj støða, sum hevur tikið seg upp í flokkinum, tí fyrr hava tingmenn altíð fyrst hugsað um flokkin, meðan teirra egna privata kemur í aðru røð.

-Hetta at tingmenn skulu profilera seg sjálvar framum flokkin er nakað spildurnýtt í sambandsflokkinum. Og tað er hetta, sum er orsøkin til teir trupulleikar vit hava í dag.

-Kann ein ikki samtíðis siga, at hetta ger flokkin meira livandi?

-Hvat nyttar tað, at flokkurin verður so livandi, at alt dettur sundur! Eilif Samuelsen sigur, at tað oftani hava verið harðir orðadráttir í flokkinum um politisk mál, men tað hevur altíð verið innanhýsis. Úteftir hava allir staðið sum ein maður. Tað er henda sjálvdisiplinin, sum manglar hjá nógvum.

-Men ágangurin móti løgmanni hevur eisini verið frá øðrum samgonguflokkum, og vit hava entá sæð javnaðarflokkin taka seg úr samgongu m.a. orsakað av vánaligari leiðslu.

-Eg veit ikki hvussu nógv reelt er í hasum. Eg vil pástanda, at javnaðarflokkurin fór reelt ikki úr samgonguni orsakað av løgmanni. Eg meini og fleiri við mær, at Edmund hevur klárað tað útmerkað væl sum løgmaður, og hann klárar ógvuliga væl at skipa arbeiðið her úti. Øll tey álopini, sum eru á hann, eru fullkomiliga burturvið.

-Men eisini fólkafloksmenn hava víst á sína stóru ónøgd við leiðslu løgmans!

-Tað skilur ein væl, tí teir brúka eitt og hvørt høvi. Tað er einki nýtt. Soleiðis er fólkaflokkurin. Vit liva við fólkaflokkinum dag og dagliga, og eg havi eisini livað við honum frá 80 til 84. Tað var uppá sama máta við honum tá, men tað er greitt, at í einum politiskum arbeiði er man noyddur til at arbeiða undir slíkum viðurskiftum og má tola slíkt.

Eilif Samuelsen sigur, at tað vísir seg, at í tinginum eru tað samgongufólk, sum eru eins egnu mótstøðufólk. -Er hetta sakligt, so kann tað vera gott, men oftani fer tað ov langt. Ein eigur í hvussu er at vera solidariskur við ta samgongu ein er í.

-Men sær tú ikki møguleika fyri, at sambandsflokkurin við eitt nú tí leiðslu hann hevur havt í Tinganesi av egnum ávum stevnur út aftur í oyðimørkini eftir eitt komandi val, nú bæði javnaðarflokkurin og fólkaflokkurin eru ónøgdir við samstarvið!

-Tað haldi eg ikki. Samarbeiðið við javnaðarflokkin tey fyrstu árini var fyrimyndarligt. Eg var keddur av, at javnaðarflokkurin fór úr. Eg skilti ikki og skilji ikki enn orsøkirnar til tað.

-Mátin, sum sambandið hevur arbeitt uppá, har bæði javnaðarmenn og fólkaflokksmenn eru sera ónøgdir við samarbeiðið, kann tað ikki gera, at vit fáa eina samgongu eftir valið millum teir tríggjar stóru flokkarnar, tjóðveldisflokkin, fólkaflokkin og javnaðarflokkin!

-Tann vandi er altíð til steðar. Men sambandsflokkurin og javnaðarflokkurin hava havt eitt gott samarbeiði. Hóast vit ikki ideologist eru eins so hava vit kunna samarbeitt um ting til frama fyri samfelagið.

Eilif Samuelsen ætlar sær nú av gera álvara av at bøta um kommunikatiónina í sambandsflokkinum, nakað, sum hann hevur gjørt vart við áður. Hann heldur, at orsøkin til dagsins trupulleikar í flokkinum er nettup manglandi samskifti.

-Í dag er støðan tann, at tað er løgmaður, sum hevur ábyrdina av kommunikatiónini í Tinganesi, og tað riggar væl, og tað er Atli Hansen, sum hevur ábyrgdina av kommunikatiónini við flokkin og við baklandið, og tað kann ein so gera sær sínar tankar um, hvussu væl tað virkar.

-Fyri at siga tað bart út - hevur Atli Hansen gjørt seg sekan í einum risabrølara við at fara í bløðini við skuldsetingum móti løgmanni?

-Tit siga tað!