upsaprísurin í dag er komin aftur í eina natúrliga legu. Hann var óvanliga høgur í fjør, heldur hann. Kaj Leo Johannesen sigur, at tað gongur eitt sindur strilti at selja upsa niðri í Europa í løtuni. Orsøkin [...] at landa upsa í Íslandi, enn at koma heim við honum. Prísurin hevur verið væl betri enn í Føroyum, og eingin tíð fer til sigling. Norðsøki av Selatrað hevur landað allan upsan í Íslandi í summar. Prísurin [...] onkrar bátar, um betri prísur fæst í Danmark enn í Føroyum. Úrslitið var, sigur Kaj Leo, at danir geva ein prís, sum liggur fraktina úr Føroyum hægri, enn okkara prísur. Tað vil í veruleikanum siga, at teir
at bera til at spæla í dag. Veðurvánirnar hava ikki verið nakað serligar, men nú fæst at síggja. Á Mølini vandu teir mánakvøldið í silvitni. Í gjár var veðrið gott at spæla fótbólt í, og teir vóna, at tað [...] siga, at TB spælararnir skulu norður í seinasta lagið í morgun, men tá ið boðini vóru komin suður fyrrapartin í gjár varð roknað við, at teir flestu skuldu fara norður í gjárkvøldið. - Útspælið var, at dysturin [...] farið. Nú er tíbetur avgjørt, at dysturin verður klokkan 16. So sleppa vit suður aftur mikukvøldið, siga teir í TB. Á Tvøroyri liva teir framvegis í vónini um, at tað skal eydnast at bjarga lívinum í bestu
verið í sambandi við mentanartiltøk í Suðuroy ella á meginøkinum. Johan Dahl sær eisini ein møguleika fyri at lata Smyril sigla einaferð um vikuna til Skotlands, treytað av at hóskandi skip fæst at sigla [...] tað 690 krónur aftur og fram. Hann sigur, at nú ætlanin er at hækka vegskattin, liggur í kortunum hjá samgonguni, at ein partur av tí, sum kemur meiri inn í vegskatti, skal brúkast til at lækka ferðaseðlaprísin [...] Nýggi Smyril er eitt sera gott skip sum fer at nøkta tørvin nógv ár fram í tíðina. Tað ivast Johan Dahl, løgtingsmaður, ikki í. Hann er bygdur við øllum møguligum hentleikum fyri framtíðina. Samstundis
Útlendingamál Nú ætlar lanndsstýrið at leggja á annan bógv í útlendingamálinum. Spurningurin um útlendingapolitikkin hjá føroyingum varð viðgjørdur á seinasta landsstýrisfundinum fyri jól, sum varð hildin [...] hildin umborð á Smyrli. Á tí fundinum fekk landsstýrismaðurin í innlendismálaráðnum grønt ljós at broyta mannagongd í sambandi við útlendingamálini. Higartil hevur tað verið so, at innlendismálaráðið hevur [...] grundað á tilmælið. Hetta hevur kravt rættiliga nógva umsitingarliga orku í innlendismálaráðnum, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálaráðnum. Samstundis hevur ætlanin verið, at innlendismálaráðið
verða sett í gongd og bara koyra í styttri tíðarskeiðum í senn Tá verður aftur og aftur riggað til og riggað av, sum sjálvandi kostar tíð og pening. Á fíggjarlógina Deildarstjórin sigur, at í nøkur ár hevur [...] Skúvoy Tað er í fyrsta lagi ein politiskur spurningur, nær farið verður undir at um-og útbyggja havnalagið í Skúvoy. Tað sigur deildarstjórin í Vinnumálaráðnum, Niels Winther, sum Sosialurin hevur tosað [...] eftir at fáa lut í hesum. Niels Winther vil ikki taka dagar ímillum um íløgan, sum ætlanin er at leggja niður í Skúvoy, er stór ella ikki. - Tað veldst um eyga sum sær, og hvat fæst fyri peningin. Ein
Men nú man hon vera tað, nú fleiri valevni úr øðrum flokkum taka hetta fram í teirra skriving, uttan tó at geva boð uppá, havt tað møguliga fer at kosta . Einki forðar eini kommunu í at seta hetta í verk [...] Tórshavnar Býráð ????? Møtti eini ungari mammu í býnum. Leiðin gekk oman í spælistovuna í Meinigheitshúsinum. Við sær hevði hon dreingirnar báðar, annar í og hin sitandi á vogninum. Veðrið var av tí allar [...] hevur koyrt undir at fáa aðrar flokkar at taka til sín tað neyðuga og skilagóða í at veita systkinaavslátt í barnaansingini. Í febr. 2002 løgdu Hans Pauli Strøm og Kristian Magnussen vegna flokkin fram uppskot
sum ráðini vóru til í hesum umfari. Í gomlu samferðsluhavnini í Drelnesi var heldur ongin farstøð, men har var ein skúrur, sum er tvær ferðir so stórur, sum hendan bingjan, sum nú skal látast at vera farstøð [...] bingja innast í einum króki á samferðsluhavnini. Og tað er í tí krókinum, sum er allarlongst frá ferðamannasikipinum. Hetta er altso farstøðin hjá suðuroyingum- ein 20 fót bingja. Inni í bingjuni eru gjørd [...] rættlag, er tað spurningurin, hvussu verður við fíggingini. Fæst ikki meiri fígging í ár við eini eykajáttanarlóg, verður hon heldur ikki liðug í ár. Undir øllum umstøðum kann ikki væntast, at tað verður klárt
á Kypros. Í fjør spældu Føroyar í NM kappingini ímóti Svøríki. Tann dysturin var 31. januar í innandura høll í Växjö. Úrslitið var málleysur javnleikur. Í 2000 spældu Føroyar tveir dystir í La Manga um [...] landsliðnum á venjingarleguna í Spania eftir februar fáa altjóða skrásettar landsdystir upp á loggið. Tað tykist vera púra greitt nú. Landsliðið skal á venjingarlegu í Cadiz í Suðurspania. Ferðalagið verður [...] hjá Póllandi skal sendast í pólverskum sjónvarpi. Hetta sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum. Í FSF eru tey farin undir fyrireikingarnar til venjingarleguna í Spania. Tað verður neyvan
triðja sinni, at skipað verður fyri Listastevnu Føroya. Tiltøkini í ár vera fyri tað nógva í Norðurlandahúsinum og fleiri í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Hetta skyldast partvíst støddina á tiltøkunum. Sum [...] føroyingum fyri tiltøkum. Hetta ger eitt nú, at konsertirnar í ítróttarhøllunum eru tiknar av skránni, og tær verða heldur í Norðurlandahúsinum sum sitikonsertir. Eisini í sjálvum fyrireikingunum er stórur munur [...] LISTASTEVNA Ì døgunum 6. til 17. august verður Listastevna Føroya. Tað í serflokki størsta mentanartiltakið í Føroyum roynir seg í ár á triðja sinni. ?Málið er at bjóða føroyingum tílíkt, sum teir annars
Tey sláa vanliga pott í Útistovu. Tey plaga at sláa ein beint uttanfyri og ein niðri í gamla svimjihylinum. Í fjør hevði leiðarin, Anni Joensen, lagt eitt skattakort inn í pottin í staðin fyri bomm, og [...] sigur ein drongur í somu løtu, vit koma inn um portrið. Fimm tunnur standa uttanfyri lítla, gamla skótahúsið úti í Grøv. Tunnurnar eru komnar frá JF Kjølbro Heilsølu. Tey hava nú í nøkur ár latið barnagørðum [...] fáa fleiri ferðir høvi til tað, hóast tey ikki gera tað í barnagarðinum. Hetta at tey hava fingið tunnur til vega er ein liður í arbeiðsháttinum í útibarnagarðinum. ? Tað eitur "den integrerede baggrund"