Skúvoy
Tað er í fyrsta lagi ein politiskur spurningur, nær farið verður undir at um-og útbyggja havnalagið í Skúvoy.
Tað sigur deildarstjórin í Vinnumálaráðnum, Niels Winther, sum Sosialurin hevur tosað við.
Hann ásannar tó, at lítið røkist fyri, at havnalagið í Skúvoy verður við á komandi fíggjarlóg.
Gravgangur
- Eg vil siga, at tað sær svart út í ár, men allar súður eru ikki syftar, fyrr enn fíggjarlógin er komin undir land.
Deildarstjórin vísir á, at landsstýrið hevur ein samlaðan íløgukarm, sum seinastu árini hevur ligið rundan um 200 mió krónur um árið, og hann ásannar, at tað er gravgangur eftir at fáa lut í hesum.
Niels Winther vil ikki taka dagar ímillum um íløgan, sum ætlanin er at leggja niður í Skúvoy, er stór ella ikki.
- Tað veldst um eyga sum sær, og hvat fæst fyri peningin. Ein íløga kann vera mennandi fyri økið, soleiðis at bygdin veksur, men hon kann eisini skapa størri trivna fyri tey, sum búgva í økinum tó uttan at fleiri velja at seta búgv í økinum.
Hann ásannar tó, at verkætlanin í Skúvoy ikki er ein íløga, sum bara verður játtað við "vinstru" hond, sum hann tekur til.
- So lítil er hon nú heldur ikki, leggur hann aftrat.
Ymiskan týdning
Niels Winther vísir á, at dømir eru um bæði framburð ella framhaldandi afturgongd, tá ið slíkar íløgur eru lagdar niður á útoyggj og í bygdum á fastlandinum annars.
- Vit hava sæð, at økir hava havt framburð, eftir at íløgur eru gjørdar, men vit hava eisini sæð, at afturgongdin í fólkatalinum heldur fram.
Deildarstjórin sigur, at Vinnumálaráðið fyriheldur seg positivt um út-og umbyggingarætlaninar í Skúvoy.
- Verkætlanin er klár at fremja, men bíðar eftir játtan á fíggjarlógini.
Niels Winther sigur, at í staðin fyri at draga íløgur ov langt út, sum mangan hevur verið gjørt, verður nú í størri mun roynt at fremja verkætlaninar yvir eitt stytri áramál.
- Tað kostar meira, tá ið arbeiðir verða sett í gongd og bara koyra í styttri tíðarskeiðum í senn Tá verður aftur og aftur riggað til og riggað av, sum sjálvandi kostar tíð og pening.
Á fíggjarlógina
Deildarstjórin sigur, at í nøkur ár hevur ein játtan verið á fíggjarlógini til infrakervið á útoyggj, men ásetingin fyri hesa játtan er broytt, soleiðis at peningur eisini kann veitast av hesi játtan til annað enn sjálvt infrakervið.
- Men hetta er ein lutfalsliga lítil játtan, einar 3 mió krónur um árið, so tað verður ikki av hesi játtan, at skúvoyingar fáa nýtt havnalag.
Niels Winther sigur at enda, at játtanin til út-og umbygging av bátahylinum í Skúvoy noyðist á fíggjarlógina.
- Alt er ein prioritering, og tað verður í seinasta enda ein politiskur spurningur, nær peningur verður settur av til hesa verkætlan, sigur deildarstjórin.