Listarligi umheimurin í Føroyum

Í august verður triðja Listastevnan á skránni. Endamálið er aftur í ár at fáa forkunnugar listarligar vitjanir til Føroya

LISTASTEVNA

Ì døgunum 6. til 17. august verður Listastevna Føroya. Tað í serflokki størsta mentanartiltakið í Føroyum roynir seg í ár á triðja sinni.
?Málið er at bjóða føroyingum tílíkt, sum teir annars skuldu farið uttanlands at síggja, sigur Helga Hjørvar.
Týsmorgunin var tíðindafundur í Vertshúsinum, sum eisini skal vera festivalklubbur teir tólv dagarnar í august.
Fíggjarætlanin fyri Listastevnuna javnvigar við umleið trimum milliónum. Peningurin fæst vil vega við stuðul frá ymsum almennari síðu, sponsorum og atongumerkjasølu.

Fjøllbroytt skrá
Skráin er long og fjøllbroytt hesar dagarnar í august. Opera, sjónleikur, stand-up, klassiskur tónleikur, sirkus og annað eru á skránni.
Eingin rættiliga stórt heimsnavn er at bíta merki í, sum kanska er á sjónvarpsskíggjanum dagliga. Ikki tí. Fyri kennarar eru stór nøvn við Listastevnuni. Sunnleif Rasmussen er heiðursforseti fyri Listastevnuna, og hann skal tryggja listarliga virðið.
Annars er tað stýrið fyri Listastevnuna, mannað við Birgir Kruse, Helgu Hjørvar, formanni, Jenny Petersen og Martin Næs, sum tekur støðu til, hvørji tiltøk vera við og ikki.
Oddvá Nattestad er samskipari í sambandi við listastevnuna. Helga Hjørvar sigur, at tað týdningarmesta er, at Listastevnan er fjøllbroytt og har er nakað til øll.
Høvuðsnøvnin í ár eru Mari Boine, sum vinnur norðurlendsku tónleikavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum í ár, og Le Cirque Invisible við dóttir Charlie Chaplin, Victoria Chaplin. Eisini er bretski rithøvundurin Fay Weldon við á stevnuni.
Sjálv heldur Helga Hjørvar, at nøvn sum Fay Weldon og Le Cirque Invisible fara at økja um virði á stevnuni.
Tiltøkini eru vald út eftir ymsum fortreytum, og tað týdningarmesta er, at tað er nakað fyri øll, verður lagt dent á.
Meira kann lesast um tiltøkini á listastevnan.com.

3 ár
Sum sagt er hetta á triðja sinni, at skipað verður fyri Listastevnu Føroya. Tiltøkini í ár vera fyri tað nógva í Norðurlandahúsinum og fleiri í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Hetta skyldast partvíst støddina á tiltøkunum. Sum heild vera fá tiltøk kring landið á Listastevnuni.
Prísurin á atgongumerkjum liggur á sama støði sum undanfarin ár, og nógv atgongumerki kosta meira enn tveyhundrað krónur. Áður hevur hetta verið nógv umtalað, og fólk hava hildið tað verið ov nógv. Men hesum vísir Helga Hjørvar aftur.
?Eitt nú Le Cirque Invisible kostaði 500 kr. í Oslo, men bert 250 í Føroyum, sigur Helga Hjørvar.
Royndirnar frá undanfarnu stevnunum hava lært fyrireikararnar ymiskt. Millum annað um áhugan hjá føroyingum fyri tiltøkum. Hetta ger eitt nú, at konsertirnar í ítróttarhøllunum eru tiknar av skránni, og tær verða heldur í Norðurlandahúsinum sum sitikonsertir.
Eisini í sjálvum fyrireikingunum er stórur munur.
Sum vera mann hevur Listastevnan fleiri stuðlar. Hetta er eisini ein partur, sum er voksin við árunum, og tað fegnast fyrireikararnir stórliga um.
Føroya Sparikassi er størsti sponsorurin í ár. Eisini stuðla fleiri onnur.