Tríggir landsdystir í februar

Sjónvarpssáttmálin við Sport Five ber møguleikan við sær, at Føroyar kunnu spæla tríggjar fótbóltslandsdystir í Spania í februar

FÓTBÓLTSLANDSLIÐIÐ

Fótbóltsspælararnir, sum fara við landsliðnum á venjingarleguna í Spania eftir februar fáa altjóða skrásettar landsdystir upp á loggið. Tað tykist vera púra greitt nú. Landsliðið skal á venjingarlegu í Cadiz í Suðurspania. Ferðalagið verður burtur frá 15. og til 25. februar, og mótstøðuliðini verða Andorra, Luksemborg og Pólland.
? Vit hava sáttmála við Sport Five um rættin at sjónvarpa okkara landsdystir. Hetta felagið hevur eisini sáttmálar við Luksemborg og Pólland. Sport Five rindar fyri venjingarleguna hjá okkum, og eg rokni bara við, at teir eisini rinda fyri venjingarlegurnar hjá Póllandi og Luksemborg. Ætlanin er, at dysturin hjá Póllandi skal sendast í pólverskum sjónvarpi.
Hetta sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum. Í FSF eru tey farin undir fyrireikingarnar til venjingarleguna í Spania. Tað verður neyvan fyrr enn eftir ársskiftið, at tað fæst at vita, hvørjir spælarar fara at fáa landsliðsboð. Tí uppgávuna standa Henrik Larsen, venjari, og Jógvan Martin Olsen, hjálparvenjari, fyri.

Ikki vánaligar royndir
Í løtuni hvíla allir teir føroysku landsliðsspælararnir seg. Eingin kapping er á skránni. Kortini verður gjørt eitt sindur meiri við venjingina, enn tað plagar at vera hesa ársins tíðina. Í góða heystarveðrinum hava spælarar í fleiri feløgum verið at sæð á vøllunum.
Spurningurin er kortini, hvussu tað fer at hilnast, tá ið landsliðið skal spæla tríggjar ferðir í tíggju dagar og bara einar tríggjar vikur eftir, at spælararnir eru farnir undir aftur regluligu venjingarnar í feløgunum.
Føroyska landsliðið hevur áður verið í somu støðu, og tá hevur tað úrslitaliga roynst rættuliga væl. Dømi um hetta eru at finna hesi seinastu árini. Í februar í ár vunnu Føroyar 1?0 á Liktinstein á venjingarleguni, sum var á Kypros, meðan Føroyar tríggjar dagar frammanundan taptu 2?1 ímóti Póllandi. Tann dysturin varð eisini spældur á Kypros.
Í fjør spældu Føroyar í NM kappingini ímóti Svøríki. Tann dysturin var 31. januar í innandura høll í Växjö. Úrslitið var málleysur javnleikur. Í 2000 spældu Føroyar tveir dystir í La Manga um mánaðarskiftið januar/februar. Ímóti Finnlandi taptu Føroyar 1?0, og ímóti Íslandi var úrslitið 2?3, eftir at Føroyar eina løtu høvdu verið á odda 2?0. Síðstu løtuna vísti tað seg, at íslendingarnir vóru í betri venjing enn føroyingarnir.

Gamal dreymur
Síðani Allan Simonsen fyri tveimum árum síðani gavst sum venjari hjá føroyska landsliðnum og gjørdist venjari hjá Luksemborg, hevur tað verið tosað um, at Føroyar og Luksemborg skuldu spæla landsdyst. Ikki minst Allan Simonsen hevur verið ógvuliga áhugaður í at fáa ein vinardyst ímóti fyrrverandi undirsáttunum hjá sær. Nú tykist tað sum um, at hetta fer at gerast til veruleika.
Føroyar og Luksemborg hava spælt tveir HM undankappingardystir, og føroyingarnir við Allani Simonsen sum venjara vunnu báðu ferðirnar. Í Luksemborg var úrslitið 2?0, og í oysandi áarføri á Svangaskarði var úrslitið 1?0.