Tað loysir seg væl betri hjá føroysku snellubátunum at landa upsa í Íslandi, enn at koma heim við honum.
Prísurin hevur verið væl betri enn í Føroyum, og eingin tíð fer til sigling.
Norðsøki av Selatrað hevur landað allan upsan í Íslandi í summar. Prísurin hevur verið upp móti sjey donskum krónum fyri kg. Og tað er einar tvær krónur meira, enn fingist hevði fyri hann í Føroyum.
Norðsøki átti kvotu upp á 86 tons. Hana hava teir longu fiskað. Men teir hava keypt 65 tons frá øðrum báti, sum ikki fer yvir í summar. Teir eru seks mans við.
Jørgin Djurhuus, skipari, segði, tá vit høvdu hann í telefonini mikudagin, at hóast tað hevði viðrað vánaliga, hevði úrtøkan verið bara hampilig.
»Vit fáa fyri breyð, og kanska okkurt upp á eisini«, tók hann til.
Hendan dagin lógu teir tó inni í Grindavík fyri veður.
Jørgin Djurhuus sigur, at tað hevur verið rættiliga skiftandi veður har yviri í summar. Túrarnir hava verið stuttir, so tíðum hevur verið avreitt.
Men kanska hevur tað hjálpt upp á prísin eisini, heldur hann.
Um teir skuldu komið heim, fór hálvttriðja samdøgur til sigling hvønn vegin. Umframt landing, tilrigging, og tað sum annars kemur til.
Sum er, sigur Jørgin Djurhuus, eru bara einir 5 -6 tímar at sigla á fiskileið.
Tá siglt varð heim hvønn túr, var neyðin ofta bakkdagarnir. Fóru tveir og tríggir dagar burtur av fyri veður, var túrurin at kalla oyðilagdur.
Nú, teir landa í Íslandi, er tann vandin burtur.
Jørgin Djurhuus sigur, at onkrir aðrir føroyskir snellubátar eru har yviri. Summir teirra hava eisini landað í Íslandi. Men fleiri eru, sum ikki eru komnir yvir enn.
Kaj Leo Johannesen, á fiskasøluni Farex, sigur, at upsaprísurin í dag er komin aftur í eina natúrliga legu. Hann var óvanliga høgur í fjør, heldur hann.
Kaj Leo Johannesen sigur, at tað gongur eitt sindur strilti at selja upsa niðri í Europa í løtuni. Orsøkin er stórar goymslur.
Tað vísti seg har, sum aðrastaðni, at tann høgi prísurin, sum fekst fyri upsan herfyri, gjørdi, at nýtslan millum fólk dalaði. Men fiskurin kom framvegis upp á land, hóast tað gekk seinni at selja undan.
Nú er støðan so tann, at seljararnir royna at sleppa av við frystu goymslurnar. Tí er áhugin minni fyri at keypa nýtt.
Kaj Leo Johannesen fegnast annars teirra vegna, sum fáa góðan prís í Íslandi.
Sjálvur sigur hann seg hava kannað fyri onkrar bátar, um betri prísur fæst í Danmark enn í Føroyum.
Úrslitið var, sigur Kaj Leo, at danir geva ein prís, sum liggur fraktina úr Føroyum hægri, enn okkara prísur.
Tað vil í veruleikanum siga, at teir geva tað sama sum føroyingar.