Fer at nøkta tørvin nógv ár fram í tíðina

Nú vegskatturin hækkar, skal ein partur av pengunum brúkast til at lækka ferðaseðlaprísin við nýggja Smyrli, sigur Johan Dahl

 Nýggi Smyril er eitt sera gott skip sum fer at nøkta tørvin nógv ár fram í tíðina.
Tað ivast Johan Dahl, løgtingsmaður, ikki í.
 Hann er bygdur við øllum møguligum hentleikum fyri framtíðina. Samstundis hava tey skipakønu, sum hava projekterað skipið, vissa um, at nýggi Smyril er so sjógóður sum tað letur seg gera at fáa eitt skip.
Men Johan Dahl vónar eisini, at vit fara at brúka teir nógvu møguleikarnar, sum nýggi Smyril hevur.
 Hann hevur nógv pláss umborð og hann hevur nógv rúm, sum kunnu brúkast til serlig endamál.
Tí sær løgtingsmaðurin fyri sær, at bólkar av ymsum slagi fara at skipa fyri tiltøkum umborð á Smyrli og tað er heldur onki í vegin fyri at halda fundir, ráðstevnur, føðingardagar og aðrar veitslur umborð.
 Ein møguleiki er at fáa ferðafólk til Suðuroyar, ella úr Suðuroy til Havnar og at lata ferðina byrja við einum góðum bita umborð, og eg haldi eisini, at Smyril átti at havt eitt skeinkiloyvi, so at fólk kundu fingið vín afturvið.
Slíkar ferðir kundi verið í sambandi við mentanartiltøk í Suðuroy ella á meginøkinum.
Johan Dahl sær eisini ein møguleika fyri at lata Smyril sigla einaferð um vikuna til Skotlands, treytað av at hóskandi skip fæst at sigla til Suðuroyar ístaðin.
 Smyril hevur bara níggju tímar niður til Scrabster, so hann verður ikki burtur meiri enn ein dag. Hann kann t.d. fara seint fríggjakvøld og kann so verða aftur seint leygarkvøld.
 Hetta kundi verðið við til at lyft bæði ferðavinnu og aðra vinnu bæði í Suðuroy og aðrastaðni í Føroyum, tí tann flutningur sum var ímillum Skotland og Føroyar á sinni, varð nógv brúktur.
Má sigla meir
Johan Dahl heldur annars, at størsti vinningurin fyri vinnuna, er, at nógvir túrar eru ímillum Suðuroy og Havnina og hann sigur, at endamálið eigur avgjørt at vera, at hann siglur tríggjar túrar um dagin- og at ferðirnar verða lagdar har tær gagna best.
 Títtleikin hevur líka stóran týdning sum tað at fáa eitt nýtt skip, so hóast tað kostar pening, so verður hetta ein spurningur, sum vit noyðast at taka í størsta álvara.
Annars verður flutningskostnaðurin á farmi nú lækkaður við Smyrli, so at hann kemur ájavnt við tað, sum flutningur kostar um Leirvíksfjørð og Skopunarfjørð.
 Vit arbeiða eisini við at lækka prísirnar á vanligum ferðaseðlum.
Johan Dahl nevnir, at fýra fólk kunnu koyra aftur og fram ígjøgnum vágatunnilin fyri 110 krónur, men við Smyrli ímillum Suðuroy og Havnina kostar tað 690 krónur aftur og fram.
Hann sigur, at nú ætlanin er at hækka vegskattin, liggur í kortunum hjá samgonguni, at ein partur av tí, sum kemur meiri inn í vegskatti, skal brúkast til at lækka ferðaseðlaprísin við Smyrli, so at hann kemur at líkjast meiri tí, sum tað kostar aðrastaðni í landinum.