endamál, hevur longu nú selt øll jólatrøini í ár. Í fjør innflutti Kiwanis 1.500 jólatrø, men vánalig søla gjørdi, at nógv teirra endaðu á brennistøðini. Í ár innflutti Kiwanis 900 trø og longu seinnapartin [...] sunnudagin var útselt. Kiwanis hevur seinnu árini latið fleiri milliónir krónur til góðgerandi endamál í Føroyum. Í 2013 rindaði Kiwanis stívar 300.000 krónur til slík endamál. Hetta millum annað takkað veri j [...] Nógv bendir á, at stóra øsingin um skordjór, sum fjølmiðlarnir borðreiddu við í fjør í sambandi við jølatrø, er hasað av aftur. Føroyingar hava aftur tikið natúrligu granntrøini til sín, ístaðin fyri at
Føroyskir fótbóltsútisetar í Danmark møtast 27. juli kl. 20 á ovara vølli í Gundadali, tá ið ÍF Føroyar úr Keypmannahavn og FF Klettar úr Aarhus á triðja sinni dystast í ólavsøkudysti. Eftir at liðini [...] kann annar parturin sostatt í ár leggja seg á odda í innanhýsis stríðnum. Vónandi verða nógvir áskoðarar og stuðla liðunum báðum. Dysturin verður sum sagt spældur á ovara vølli í Gundadali kl. 20 og tað verður [...] Kvinnuliðið hjá ÍF Føroyum tekur sama dag ímóti kvinnuliðnum hjá HB og tann dysturin verður spældur kl. 17, somuleiðis á ovara vølli. Hetta er av sonnum ein styrkiroynd hjá føroysku kvinnunum í Keypmannahavn
Aksel V. Johannesen var bjartskygdur um gongdina í føroyska samfelagnum, tá ið hann í dag helt ólavsøkurøðuna í løgtinginum. Serliga fegnaðist hann um gongdina í fólktalinum, sum støðugt veksur, og um at útiseta [...] leggjast afturat. Ikki minst kvinnur í burðarførum aldri flyta heimaftur, vísa hagtølini. Um gongdin heldur fram, verða vit í 2017 fyri fyrstu ferð 50.000 fólk í Føroyum, segði løgmaður. Les alla ólavsøkurøðu
Fólkið í Føroyum skal taka støðu til eitt stjórnarlógaruppskot longu næsta heyst Samgongan hevur sett sær fyri at gera eina stjórnarskipanarlóg, sum staðfestir samleikan og rættindini hjá føroyingum. Arbeitt [...] Arbeitt hevur verið við hesum í nógv ár, men ongantíð er komið á mál. Nú skal arbeiðið gerast liðugt og longu næsta ár skal málið leggjast út til fólkaatkvøðu. Hetta stendur eisini í samgonguskjalinum, men løgmaður [...] løgmaður kunngjørdi enn einaferð fólkaatkvøðuna í ólavsøkurøðuni í dag. Hann bjóðaði alari tí politisku skipanini at vera við. Ivasmt er kortini um nøkur semja fæst um hetta mál, tí longu tá ið innbjóðingin
fotografur á Roskilde festivalinum. Har komu fólk nakin inn í básin fyri at taka eina mynd. Í Føroyum er tað meiri við stíli, har nógv fólk møta í føroyskum klæðum fyri at taka eina góða mynd. [...] javnt og samt fólk á gátt, sum ynska at taka eina mynd í básinum hjá "Myndaboks", sum stendur á parkeringsplássinum hjá Mariu Poulsen í Tórsgøtu í Havn. Gott lag er á fólki á ólavsøku, men ikki er tað líka [...] á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Sasho Bjartsson hevði við Janus Gunnarsson frá "Myndaboks" í beinleiðis ólavsøkusending á Rás2. Janus Gunnarsson staðfestir, at tað eru mong, sum ynska at taka eina
Høgni í Jákupsstovu, journalistur og viðmerkjari, sigur, at samanleggingin av Sjónvarpi Føroya og Útvarpi Føroya hevur skatt tað almenna orðaskifti í Føroyum. Høgni í Jákupsstovur sigur, at endamálið var [...] ein skuldi hava tvær redaktiónir, sum skuldi tryggja fjølbroytni í tíðindaflutninginum, men at tað nú einans er ein samlað redaktión í Sortudíki, sum liggur á øllum tí almenna orðaskfitinum og tíðinda [...] tryggja eitt dygdargott alment orðaskifti, má eitt dygdargott alternativ vera til Kringvarp Føroya. Høgni í Jákupsstovu ásannar, at miðlarnir hava trong kor og metir, at neyðugt er at skipa fyri miðlastuðli av
arbeiðsloysi í Føroyum kemur undir 3,5%. Tó kunnu byggifyritøkur nýta smidligu skipanina, tá arbeiðsloysið er undir 6%. Vinnuhúsið skrivar, at tørvurin á faklærdari arbeiðmegi er stórur, eisini í øðrum no [...] smidligari reglur fyri ES-arbeiðsmegi kom í gildi 1. juli, og gevur hon møguleika fyri, at fyritøkur kunnu verða undangóðkendar til at seta faklærda arbeiðsmegi úr ES-londum í starv, uttan at søkjast skal um arbeiðs- [...] norðanlondum. - Í Danmark er arbeiðsloysið innan byggivinnuna t.d. tað lægsta síðan kreppuna, og í hinum norðanlondum er eisini tørvur á faklærdari arbeiðsmegi. Tað hevur tí stóran týdning fyri føroyskar
byggja 100 íbúðir í ár og 100 afturat næsta ár. Men Andras Róin vísir á, at økt trýst á byggikostnaðin í Føroyum kann viðføra, at onkrar ætlanir verða útsettar. Greinin kann lesast í Sosialinum, sum keypast [...] Tað ger stjórin í Bústøðum í viðtali við Sosialin í dag. - Vit hava sum mál at byggja fyri 15.000 krónur fermeturin, men tað almenna gevur 30.000 fyri fermeturin uttan at blunka, sigur Andras Róin við [...] við Sosialin. Hann vísir á, at hetta kann trýsta byggikostnaðin í landinum upp, og verkætlanirnar hjá Bústøðum eru av slíkum slag, at tær kunnu ikki gjøgnumførast, um byggikostnaðurin verður ov høgur. Hetta
Føroyar hava, merkir tað ikki, at hann er púra samdur í tí, sum føroyska landsstýrið stingur út í kortið. Í spurninginum um føroysku framferðina í sildamálinum heldur hann ikki, at Føroyar hava gjørt sítt [...] sett seg í samband við hini londini fyri at tryggja sær undirtøku fyri samráðingunum. EU setti Føroyum ein revolvara fyri høvdið, og tað kann als ikki góðtakast, og tí átti Føroyar at sett seg í samband [...] hátt. Men Jacob Vestrgaard er ikki samdur við Sjúrð Skaale, serliga ikki sum samráðingarnar endaðu í januar. Hoyrið samrøðuna við Jacob Vestergaard á Rás2:
maðurin, sum festi í stóra poppfjúsið í Føroyum sum oddamaður í Faroe Boys, sum vann frama bæði her og í Íslandi. Umframt at spælt tónleik, hevur vágbingurin verið virkin sum undirhaldari í nógv. - Takk er [...] heiðraður fyri sítt virksemi í føroyskum tónleiki og undirhaldi. So greiður var Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri, tá hann handaði Robert McBirnie ársins herðaklapp á Planet Awards í kvøld. Robert McBirnie