Her er ólavsøkurøðan

Løgmaður var bjartskygdur um gongdina í samfelagnum. Les alla ólavsøkurøðuna her

Aksel V. Johannesen var bjartskygdur um gongdina í føroyska samfelagnum, tá ið hann í dag helt ólavsøkurøðuna í løgtinginum. Serliga fegnaðist hann um gongdina í fólktalinum, sum støðugt veksur, og um at útiseta flyta heimaftur til Føroya at búgva og virka.

- Fleiri av teimum, sum hava lisið ella starvast uttanlands, flyta nú heim aftur. Fólkatalið veksur, og tað rættar skeivu aldurssamansetingina, sum leingi hevur verið okkara fremsta avbjóðing. leingi hevur aldursbólkurin undir 40 ár bara minkað, men nú eru broytingar at hóma, tí fleiri og fleiri ung leggjast afturat. Ikki minst kvinnur í burðarførum aldri flyta heimaftur, vísa hagtølini. Um gongdin heldur fram, verða vit í 2017 fyri fyrstu ferð 50.000 fólk í Føroyum, segði løgmaður.

Les alla ólavsøkurøðu løgmans her.