Samanleggingin hevur skatt orðaskifti

Tað sigur Høgni í Jákupsstovu um samanleggingina av Sjónvarpi Føroya og Útvarpi Føroya

Høgni í Jákupsstovu, journalistur og viðmerkjari, sigur, at samanleggingin av Sjónvarpi Føroya og Útvarpi Føroya hevur skatt tað almenna orðaskifti í Føroyum.

 

Høgni í Jákupsstovur sigur, at endamálið var, at ein skuldi hava tvær redaktiónir, sum skuldi tryggja fjølbroytni í tíðindaflutninginum, men at tað nú einans er ein samlað redaktión í Sortudíki, sum liggur á øllum tí almenna orðaskfitinum og tíðindaflutninginum.

 

Hann heldur, at fyri at tryggja eitt dygdargott alment orðaskifti, má eitt dygdargott alternativ vera til Kringvarp Føroya.

 

Høgni í Jákupsstovu ásannar, at miðlarnir hava trong kor og metir, at neyðugt er at skipa fyri miðlastuðli av onkrum slag til teir privatu miðlarnar, ið kann tryggja, at teir kunnu framleiða dygdarjournalistikk.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Høgna í Jákupsstovu.