Nógv bendir á, at stóra øsingin um skordjór, sum fjølmiðlarnir borðreiddu við í fjør í sambandi við jølatrø, er hasað av aftur. Føroyingar hava aftur tikið natúrligu granntrøini til sín, ístaðin fyri at keypa sær plastikktrø.
Kiwanis Tórshavn, sum arbeiðir fyri útsettum børnum og barnafamiljum, og árliga letur fleiri hundrað túsund krónur um árið til vælgerandi endamál, hevur longu nú selt øll jólatrøini í ár.
Í fjør innflutti Kiwanis 1.500 jólatrø, men vánalig søla gjørdi, at nógv teirra endaðu á brennistøðini. Í ár innflutti Kiwanis 900 trø og longu seinnapartin sunnudagin var útselt.
Kiwanis hevur seinnu árini latið fleiri milliónir krónur til góðgerandi endamál í Føroyum. Í 2013 rindaði Kiwanis stívar 300.000 krónur til slík endamál. Hetta millum annað takkað veri jólatræssøluni.










