TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Sasho Bjartsson hevði við Janus Gunnarsson frá "Myndaboks" í beinleiðis ólavsøkusending á Rás2.
Janus Gunnarsson staðfestir, at tað eru mong, sum ynska at taka eina góða mynd á ólavsøku, og tey hava javnt og samt fólk á gátt, sum ynska at taka eina mynd í básinum hjá "Myndaboks", sum stendur á parkeringsplássinum hjá Mariu Poulsen í Tórsgøtu í Havn.
Gott lag er á fólki á ólavsøku, men ikki er tað líka vilt, sum Janus Gunnarsson upplivdi, tá hann var fotografur á Roskilde festivalinum. Har komu fólk nakin inn í básin fyri at taka eina mynd. Í Føroyum er tað meiri við stíli, har nógv fólk møta í føroyskum klæðum fyri at taka eina góða mynd.










