Tað ger stjórin í Bústøðum í viðtali við Sosialin í dag.
- Vit hava sum mál at byggja fyri 15.000 krónur fermeturin, men tað almenna gevur 30.000 fyri fermeturin uttan at blunka, sigur Andras Róin við Sosialin.
Hann vísir á, at hetta kann trýsta byggikostnaðin í landinum upp, og verkætlanirnar hjá Bústøðum eru av slíkum slag, at tær kunnu ikki gjøgnumførast, um byggikostnaðurin verður ov høgur. Hetta vil viðføra ein hægri leigukostnað, og tað er júst endamálið hjá felagnum at byggi ódýrari leigubústaðir.
Bústaðir ætla at byggja 100 íbúðir í ár og 100 afturat næsta ár. Men Andras Róin vísir á, at økt trýst á byggikostnaðin í Føroyum kann viðføra, at onkrar ætlanir verða útsettar.
Greinin kann lesast í Sosialinum, sum keypast HER










