Føroyskir fótbóltsútisetar í Danmark møtast 27. juli kl. 20 á ovara vølli í Gundadali, tá ið ÍF Føroyar úr Keypmannahavn og FF Klettar úr Aarhus á triðja sinni dystast í ólavsøkudysti. Eftir at liðini hava vunnið hvør sín dyst seinastu árini, kann annar parturin sostatt í ár leggja seg á odda í innanhýsis stríðnum. Vónandi verða nógvir áskoðarar og stuðla liðunum báðum. Dysturin verður sum sagt spældur á ovara vølli í Gundadali kl. 20 og tað verður Erling Eysturoy, ið fer at halda skil á.
Kvinnuliðið hjá ÍF Føroyum tekur sama dag ímóti kvinnuliðnum hjá HB og tann dysturin verður spældur kl. 17, somuleiðis á ovara vølli. Hetta er av sonnum ein styrkiroynd hjá føroysku kvinnunum í Keypmannahavn og tískil eisini ein spennandi uppgerð.










