Sambært giktafelagnum, so eru vit eini 1.500 fólk her á landi, sum hava tørv á giktaviðgerð. Tað var eitt risastórt framstig, tá Pero Sore varð settur í starv sum giktalækni. Síðani Elin Mørkøre gavst [...] vitjaðu her heima nakrar ferðir um árið, og tað gav ótolandi umstøður fyri tey mongu, sum hava tørv á hesi viðgerð. Bíðilistarnir bara øktust, og vikar-líknandi setunarviðurskiftini bóru við sær, at sjúklingurin [...] við sær, at Føroyar mugu roknast sum heimsmeistarar, tá talan er um títtleika av giktasjúkum. Og tað eru longu fleiri ár síðani, at verandi giktalæknin gjørdi vart við, at arbeiðsumstøðurnar ikki vóru nøktandi
verið burturi og lisið, og her heldur arbeiðsbólkurin, at øll fólk eiga at vera vælkomin at royna sínar gávur í Føroyum. Hon helt, at føroyingar eru kreativir og dáma væl at arbeiða. - Innan nógvar vinnur, [...] uppgávu at seta sær mál fyri íverksetan, vóru tey í fyrsta lagi noydd at vita, hvar vit føroyingar eru staddir í dag. - Áðrenn vit seta út í kortið, hvar vit ætla okkum, er neyðugt fyrst at vita, hvar vit [...] teir ofta møttir við skepsis frá almennari síðu. Kitty May legði aftrat, at umsitingarligu reglurnar eru fløktar, eitt nú vinnulóggáva, ársroknskaparlóg, parta-og smápartafelagslóg, lóg um vinnurekandi virki
hansara afturvendandi og óteljandi útspillingar av mær. Men eg góðtaki ikki, at hann spillir fólk út, sum eru farin hiðani av fold og sum ikki fáa vart seg. Og eg góðtaki heldur ikki, at hann leggur eftir [...] í Búðini, vórðu øll hesi mál framd - og sjálvandi gjørdi eisini Petur Mohr Dam eitt stórt arbeiði til tess at vinna Føroyum umboðan í Norðurlandaráðnum longu afturi í 60?unum. Hvør hevur sagt nakað annað [...] k undir ikki at vilja gera framstig ella at siga "alt ella onki", er óskiljandi. Seinastu árini eru hesi mál framd í góðum samstarvi við m.a. Dan Reinert Petersen, Jóannes Eidesgaard og Jógvan við Keldu:
við, at um ein stovnur skal útvega sær serskipanir, sum eru førar fyri at lata upplýsingar til eina miðsavnaða skipan, so krevur tað dugandi fólk og kostar oftast rættiliga nógv. Orsøkin til, at tað viðhvørt [...] afturútsigldari oyggj”. Veruleikin gerst enn verri – vit fáa talgildar oyggjar í hópatali, sum allar eru afturútsigldar, bæði teknologiskt og umsitingarligt. Tá ið oddagreinin í Sosialinum brúkar orðingina [...] miðsavna neyðugu upplýsingarnar. Tá ið Sosialurin rør uppundir, at tað ber til at fáa skipanir til hesi bæði endamál sum hyllavørur, er tað ikki í samsvari við tær upplýsingar, sum eg og mong við mær hava
verða ov lítið av pengum. Vit vóru yvir 100 fólk sum vitni, og øll sótu vit sum kánus. Fyri tað fyrsta hevði landsstýrið brúkt pening til alt møguligt annað fjas hesi árini, so hví júst steðga undirsjóvartunnlinum [...] fyri oynna í framburði hesi 10 árini, um tunnilin ikki var steðgaður í 1989 (súrsokkar!!). Við Henry á Fútaklett Meðan eg siti og lesi, rennur mær til hugs hvussu broytingar eru hendar. Eg minnist sum [...] og undirhaldandi, og har kundi eg staðfesta bæði raðfylgju og sannleikan, sum var farin fram. Vit eru nøkur, sum veruliga hava fylgt við. Eg las eisini svarið, sum Ivan Johannesen so jonkasliga kom við
hava tað ? Hvar eru vit á rættari leið, og hvar eiga vit framyvir at leggja alla orku í at skapa batar. Børnini eru tað allar dýrabarasta, vit hava. Tey eru okkara størsta tilfeingið. Tey eru bæði okkara nútíð [...] hóma fyri hesi børn, hóast man nú hevur góð hagtøl at arbeiða útfrá. Í dagsins samfelag eru tað børn, sum ikki fáa heitan mat dagliga, sum ikki kunnu fara í- ella halda føðingardag, sum ikki eru partur av [...] arbeiðslív. Okkara langa arbeiðsvika uppá 40 tímar ger, at okkara børn eru tey sum eru longst á stovni. 9 tímar dagliga frá tey eru umleið 8 mánaðir gomul. Hetta er ikki nakað at lasta foreldrum fyri, tí
ein sær eina rúgvu av útisetum, ið bert eru komin heim til jóla. Og eg haldi, at hesi seta serliga stóran prís uppá, at koma í kirkju jólaaftan. ? Eg haldi, at fólk kenna tað sum, at jólini veruliga byrja [...] Guðstænastuna klokkan 17:00. ? Í Havnini, eins og aðrastaðni, eru ógvuliga nógv sokallaði jólaaftanskristin fólk, ið bert koma í kirkju jólaaftan, men hesi skulu sjálvandi øll somul vera hjartaliga vælkomin. Tey [...] fóru fólk at lata jólapakkarnar upp, áðrenn farið varð at eta. Maturin jólaaftan var útvatnaður ræstur fiskur við garnatálg afturvið. Men í dag eru Svínoyingar farnir at eta dunnu, eins og fólk aðrastaðir
endurtøka av tí gomlu paranoia, sum altíd hevur herjad í loysingarlidinum: Teir eru uttan skyld og synd ? tad eru bara danir, sum eru so frekir, at teir ikki vilja finansiera okkara loysing. Ikki skilja hesir [...] skendsil fyri alt Føroya fólk. Sjálvt ikki hitt herostratiskt gitna Sjálvsstýrislandsstýrid á sinni (frá 1962- 1966) hevdi kunnad dummad seg verri enn hettta operettustýri, vit hava nú! Fólk, id minnast teir eidasøru [...] tjódveldissidi eru teir vid at lancera eitt nýtt martyrium, har Danmark generelt og Nyrup specielt er rótin til alt ilt. Ein stórur partur av embætismanningini verdur skammleyst misbrúktur til hesi sandkassabrøgd
flestu kristin eru samd við mær í, at tað var skisofreni – og ikki hin Alvaldandi – ið kallaði Sutcliffe til hópdráp. Eg undrist tó yvir, at hesi kristnu, ið sjálvandi avnokta Sutcliffe, ofta eru tey somu, [...] Hvør er sannur kristin? Hvør er sannur gudloysingur? ‘Ongin sannur skoti’ er eitt heiti fyri eina logiska villu. Villan varð fyrstu ferð lýst í 1975 í bókini Thinking About Thinking eftir Antony Flew. [...] vóni, at hesi kristnu, sum hava trongd at drepa onnur menniskju og einans lata vera, tí tey trúgva uppá Guð, halda áfram at trúgva. Eg vildi ynskt, at tey vóru nóg rættvorðin til at sleppa hesi mannahatsku
, sum eru á grunninum, bæði við friðaðum økjum, gýtingarfriðingum og tekniskum avmarkingum, haldi eg avgjørt, at vit hava eina burðardygga fiskiveiðiskipan. Tey skip og teir fiskidagar, sum hesi skip og [...] verður varðveitt eins og teir fiskidagar, sum hesi skip og bátar hava í dag. Tað er eingin orsøk at taka fleiri aktivar dagar úr skipanini aftrat, tí so nógvir eru tiknir frammanundan. Vit fáa ikki eina betri [...] útsagnirnar, sum koma úr Føroyum, púrasta oyðileggja grundarlagið undir øllum samfelagnum. Ja, hetta eru virkuliga keðiligt og í mínum hugaheimi, sum havi fingist við fiskivinnu alla mína tíð, púrasta úr