Ráðgeving
- Hví sigur ICES tað, tey siga um, at okkara fiskiveiða ikki er burðardygg? Jú, tað er so einfalt. Tey siga tað, tí Havstovan, sum er okkara ráðgevandi stovnur á økinum, sigur tað. Adressan at byrgja upp fyri áganginum á okkara fiskavørur uttanlands, er bert hin eina. Hon er Havstovan.
So avgjørdur er Olaf Olsen, fyrrverandi reiðari gjøgnum mong ár, fyrrverandi løgtingsmaður og fiskimálaráðharri.
Hann leggur aftrat, at umframt útsagnirnar úr Føroyum um, at vit ikki fiska burðardygt, fer fram eitt stórt lobby-virksemi, har okkara kappingarneytar á marknaðinum royna at koma okkara fiskiveiði og soleiðis eisini okkara fiskavørum í ringt ljós.
- Tá so okkara fiskavørur verða boykottaðar, verður meiri í teirra part, tó at fiskiveiðan í teimum londum, vit kappast á marknaðinum við, ikki er petti burðardyggari enn okkara fiskiveiða, ið eg virkuliga meti sum burðardygga í núverandi fiskidagaskipan.
Úr vón og viti
Olaf Olsen vísir á, at fiskifrøðin fer altíð at siga, at ov nógv verður fiskað. Hetta tykist vera skúvan uttan enda.
- Eg eri ógvuliga, ógvuliga troyttur av at hoyra hetta jabbið upp í saman, og tað ringasta av øllum er, at útsagnirnar, sum koma úr Føroyum, púrasta oyðileggja grundarlagið undir øllum samfelagnum. Ja, hetta eru virkuliga keðiligt og í mínum hugaheimi, sum havi fingist við fiskivinnu alla mína tíð, púrasta úr vón og viti.
Olaf Olsen sigur, at fiskimenn og teir, sum varða av fiskivinnuni, vita ikki alt. Tað veit fiskifrøðin heldur ikki.
Hann heldur, at gróðurkanningarnar, sum Havstovan hevur gjørt seinastu árini, geva okkum eina góða ábending um, hvussu lívsgrundarlagið hjá fiskinum er, og hvussu gongdin kann væntast at verða.
- Vit fáa ongantíð eina javna veiði í øllum fiskastovnum samstundis, og tá er tað næstan líka mikið, hvussu stórur ella lítil fiskiflotin er og verður í framtíðini. Søgan sigur okkum, at tað altíð verður upp- og niðurgongd.
Olaf Olsen vísir til útróðrarflotan og teir, sum fara á flot av og á.
- Tað hevur altíð verið ymiskt, hvussu slík veiða roynist. Viðhvørt er nógv at fáa, og viðhvørt er lítið at fáa. Tá lítið er at fáa, tíma menn ikki at loysa, tí tað gevur einki kortini. Tí sigi eg: Latið menn fiska, tá fiskur er – og tá einki er, gerst ikki við. Men fiskurin kemur aftur. Soleiðis hevur tað altíð verið, og soleiðis fer tað altíð at vera.
Fyrrverandi reiðarin og skiparin reisir eisini spurningin, hvør hevur førleika at meta um veiði og veiðitrýst.
- Einki ringt um, at ein kvinna, sum ongar royndir hevur innan fiskiveiði, er forkvinna í løgtingsins fiskivinnunevnd. Men hvaðani fær hon sín kunnleika og sína ráðgeving. Hon kann væl ikki siga annað enn tað, sum onnur siga henni. Tað er so einfalt. Hon hevur sína ráðgeving, og hvør er ráðgevingin? Tað er stovnurin, sum altíð fer at halda, at vit fiska ov nógv. Tískil er væntandi, at útsagnirnar hjá henni og øðrum, sum uttan at blunka lurta eftir ráðgevingini, fara at líkjast teimum, sum við sínum tilmælum ríva grundarlagið undan hesum samfelag, leggur hann aftrat.
Stórar avleiðingar
Olaf Olsen nevnir avleiðingarnar av hesi sonevndu ráðgeving, sum higartil hevur ført til, at hýsa undan Føroyum ikki kann virkast og seljast á bretska marknaðinum.
- Vit sóu nú um dagarnar, at virkið á Eiði læt aftur, tí grundarlagið undir virkseminum er burtur. Kvinnur, sum arbeiddu á virkinum, fara heim, og sum tíðin gongur, og ilt er at finna annað arbeiði, taka tær børnini úr barnagørðum og fara at passa tey sjálvi – og so gerast aftur fólk arbeiðsleys har. At slíkt virksemi heldur uppat, kann skjótt gera, at ringarnir breiða seg, so avleiðingarnar á ymiskan hátt breiða seg út um samfelagið.
Fyrrverandi reiðarin, skiparin og politikarin vísir á, at føroyingar eiga umleið 500.000 tons at fiska, tá pelagiska veiðan er íroknað eins og tann býtisfiskur, vit kunnu fiska hjá øðrum.
- Latið okkum taka henda fiskin, soleiðis sum vit gera í dag og fáa sum mest burtur úr honum. Hetta er tað, vit sum samfelag í fyrsta lagi hava at byggja okkara grundarlag á. Eg haldi, vit sum tjóð eiga at sláa kalt vatnið í blóðið og siga, at hetta er okkara tilfeingi, og tað verður umsitið burðardygt.
Hann ásannar, at sjálvandi kunnu vit eins og aðrir troyta ávísar fiskastovnar ov hart, um hond ikki verður hildin um ta skipan, vit hava, og her liggur ábygdir hjá okkara myndugleikum, ið skulu umsita hesa skipan.
- Men vit hava eina góða skipan og soleiðis, sum støðan er í løtuni, dugi eg onga orsøk at síggja til panikk. Hjá okkum ræður um at halda hond um hesa skipan, standa saman um hana og lata umheimin vita, at vit fiska burðardygt, tó at náttúran viðhvørt spælir okkum eitt puss, sigur Olaf Olsen.
Fiskidagaskipanin
Fyrrverandi vinnulívsmaðurin og politikarin, sum situr á fleiri hagtølum enn nakar annað felag í Føroyum kann vísa á, sigur, at tað er ikki keypararnar uttanlands, sum vit skulu sannføra um okkara fiskiveiði, men Havstovuna og haðani ICES, tí tað er ICES, ið er ”tungvektarin” um okkara leiðir.
- Vit hava eina góða fiskidagaskipan, og eg dugi slett ikki at síggja, at tey skip, vit hava inni í skipanini í dag við tí fiskidagatali tey hava, á nakran hátt er ein vandi fyri okkara fiskastovnar. Okkara fiskifloti er ikki ov stórur. Við teimum avmarkingum, sum eru á grunninum, bæði við friðaðum økjum, gýtingarfriðingum og tekniskum avmarkingum, haldi eg avgjørt, at vit hava eina burðardygga fiskiveiðiskipan. Tey skip og teir fiskidagar, sum hesi skip og bátar hava, er avgjørt eingin hóttan fyri okkara fiskastovnar. Nakað annað er so tað, um neyðugt er at hava óbrúktar dagar ”hangandi” inni í skipanini.
Olaf Olsen vísir á, at okkara fiskiveiðiskipan ger, at alt, sum veitt verður, kemur til sættis.
- Hetta er eftir mínum tykki ein ógvuliga góð skipan, meðan aðrir dragast við kvotur, sum elva til útblaking og soleiðis eisini til ósamsvar í veiðihagtølum. Á pappírinum veiða lond, sum hava kvotuskipanir, kanska ikki ov nógv, men tann skipanin sigur einki um, hvussu nógvur fiskur doyr. Okkara skipan er tí nógv betri enn aðrar skipanir, sum onnur lond nú vilja sleppa av við, leggur hann aftrat.
Latið skipini fiska
Men hvat hevði so Olaf Olsen gjørt, um hann var fiskimálaráðharri í dag?
- Eg hevði latið tey skip og bátar, sum eru í vinnu, fingið frið, men eg hevði samstundis ansað eftir, at hond verður hildin um fiskidagaskipanina, soleiðis at veiðitrýstið ikki sleppur at veksa av sær sjálvum við nýggjum og betri skipum. Men, sum er, dugi eg ongan trupulleika at síggja í, at skipatalið verður varðveitt eins og teir fiskidagar, sum hesi skip og bátar hava í dag. Tað er eingin orsøk at taka fleiri aktivar dagar úr skipanini aftrat, tí so nógvir eru tiknir frammanundan. Vit fáa ikki eina betri veiði fyri tann skuld, og hví skuldu vit tá gjørt tað, spyr hann.
Olaf Olsen hevur tó merkt sær, at ein ávís hugburðsbroyting sæst millum fólk, sum starvast á Havstovuni, og í hesum sambandi nevnir hann fiskifrøðingin, Petur Steingrund, sum hann hevur stóra virðing fyri.
- Petur Steingrund hevur verið inn á nógvum áhugaverdum viðurskiftum og ikki minst týdninginum av gróðrinum á landgrunninum. Gróðurkanningarnar eru lutfalsliga nýggjar hjá Havstovuni, og royndirnar vísa longu nú, hvussu stóran týdning gróðurin á landgrunninum hevur fyri vøksturin hjá fiski.
Nú nýggjur stjóri er settur á Havstovuni, sigur Olaf Olsen seg vóna, at hesin fer at gera sær ómak at lurta og vera meiri varin í negativum útsagnum um burðardyggleikan í okkara fiskiveiði.
- Tað er nógv, sum fiskifrøðingar ikki vita, og tað er nógv, sum fiskimenn ikki vita. Men so við og við gerst vitanin – tann fakliga og royndirnar hjá teimum, sum eru á havinum – størri, og soleiðis fáa vit eisini eitt betri grundarlag at gera metingar á, sigur Olaf Olsen, fyrrverandi reiðari, skipari og politikari, sum nú fylgir gongdini og kjakinum á síðulinjuni.