Ongin sannur skoti er hópdrápsmaður

Hvør er sannur kristin? Hvør er sannur gudloysingur?

‘Ongin sannur skoti’ er eitt heiti fyri eina logiska villu. Villan varð fyrstu ferð lýst í 1975 í bókini Thinking About Thinking eftir Antony Flew. “Ongin skoti etur havregreyt við sukri,” er eitt vanligt dømi, ið verður brúkt at lýsa villuna. Eitt mótmæli til hendan pástandin kundi verið: “Ja men gubbi mín er skoti, og hann etur havregreyt við sukri.” Logiska villan er, tá noktað verður at viðurkenna, at pástandurin er falskur, og ístaðin verður hann broyttur til:  “Men ongin sannur skoti etur havregreyt við sukri!”

 

Dahmer og gudloysi

Frá seint í 70-árunum til tíðliga í 90-árunum drap Jeffrey Dahmer seytjan fólk. Dahmer segði seg vera gudloysing og greiddi frá sínum gerðum: “Um ein persónur ikki trýr upp á, at ein Guð er til, sum hann skal standa til svars fyri, hví skuldi hesin persónur so roynt at avmarka sín atburð til góðtikin mørk?” Dahmer var sosiopatur; hansara gerðir stóðust av sálarligari sjúku, og taki eg tískil ikki í álvara, at gudloysi fekk hann at drepa.

Tað er tó ræðandi, at nógv kristin eru samd við Dahmer. Spyrt tú tey, er hópdráp ein natúrlig fylgja av vantandi trúgv upp á tilveru Guðs. Taka vit slík kristin fyri fult, er tað einasta, sum forðar teimum í at vera sama slag av bølmenni sum Dahmer, at tey trúgva upp á ein alvaldandi Big Brother. Eg vóni, at hesi kristnu, sum hava trongd at drepa onnur menniskju og einans lata vera, tí tey trúgva uppá Guð, halda áfram at trúgva. Eg vildi ynskt, at tey vóru nóg rættvorðin til at sleppa hesi mannahatsku  trongdini, men um tey nú hava hana, vóni eg, at tey áhaldandi megna at standa ímóti.

Sjálvur havi eg aldrin kent slíka trongd, hvørki sum  trúgvandi og ei heldur nú sum gudloysingur. Fáir gudloysingar drepa onnur fólk. Eftir míni meting er tað tískil eyðsýnt, at atburður Dahmers ikki var grundaður á hansara átrúnaðarligu meiningar, men heldur á hansara ræðandi trongd til at gera øðrum menniskjum ilt. Men spyrt tú áðurnevndu kristnu, sum dragast við somu trongd sum Dahmer, og sum eyðsæð tykjast at halda, at øll menniskju deila hesa trongdina, so var gudloysi Dahmers beinleiðis orsøkin til hansara atburð. Dahmer var gudloysingur, og hansara gudloysi var atvoldin til hansara brotsverk, siga tey.

 

Sutcliffe og kristindómur

Men hvussu so við hópdrápsmonnum, ið søgdu sínar gerðir vera grundaðar á trúgv heldur enn á tortrúgv?

Frá seint í 60-árunum til tíðliga í 80-árunum drap Peter Sutcliffe trettan kvinnur og royndi at drepa sjey aðrar. Peter Sutcliffe segði seg hava hoyrt Jesus tosað við seg og givið honum eitt kall: Hann skuldi drepa skøkjur. Í fyrstani noktaði Sutcliffe at gera, sum Jesus segði, men Jesus var áhaldandi, og Sutcliffe gekk at enda kallinum á møti. “Tá eg var úti á mínum kalli (at drepa skøkjur), og sum tíðin gekk,” segði Sutcliffe “kendi eg meg æraðan. Fólk, ið vóru nógv betri kristin enn eg, vóru til, men kallið gjørdi meg serligan.” Sutcliffe var skisofrenur; røddin, hann hoyrdi, stóðst av hansara sálarligu sjúku, og taki eg tískil ikki í álvara, at Guð fekk hann at drepa.

Eg vænti, at flestu kristin eru samd við mær í, at tað var skisofreni – og ikki hin Alvaldandi –  ið kallaði Sutcliffe til hópdráp. Eg undrist tó yvir, at hesi kristnu, ið sjálvandi avnokta Sutcliffe, ofta eru tey somu, sum heiðra Ábraham, ið framdi drápsroynd móti soninum, Ísaki, eftir Guðs boðum.

Gudfrøðingurin og stovnarin av protestantismuni, Martin Luther, hartar í sínum fyrilestrum um 1. Mósebók Ábrahams eftirkomarar fyri at hava skilt lýdni Ábrahams sum eina heimild til at drepa frá hond. “Fylgið Ábrahami,” segði Luther “ikki í at drepa tykkara son, men í at trúgva upp á Guðs lyfti og í at vera hansara boðum lýðin.”

Í verki sínum Frygt og Bæven hálovar gudfrøðingurin, Søren Kierkegaard, ikki bert tí, at Ábraham var Guði lýðin, men eisini tí, at Ábraham var so lýðin, at hann ikki so frægt sum ivaðist í Guðs boðum.
Ivaðist Ábraham, sigur Kierkegaard, so hevði hann dripið seg sjálvan heldur enn Ísak, og tá hevði Ábraham framvegis verið háttvirdur, men nakað heilt annað er tað at gerast “en ledende Stjerne, der frelser den Ængstede.”

Hvat høvdu Luther og Kierkegaard hildið um Sutcliffe? Allarhelst hevði Luther víst Sutcliffe frá sær sum ein, ið fylgdi Ábrahami upp á tann skeiva mátan. Kierkegaard hevði neyvan hildið Sutcliffe verið nakra leiðandi stjørnu, ið frelsir hin ótafulla. Men hvat er grundarlagið fyri hesum muninum? Um Guð kallar til dráp, hvussu ætla Luther, Kierkegaard og nútíðar kristin, at vit skulu vita, hvørt hin kallaði er ein Ábraham ella ein Sutcliffe? Hvussu kunnu vit vita, at vit ikki taka feil; at tað ikki er beint øvugt? Hví er tað ikki lýdni Sutcliffes, ið skal hálovast, og skisofreni Ábrahams, ið skal avnoktast? Ábraham visti ikki, at hann ikki var skisofrenur. Sutcliffe visti ikki, at hann ikki veruliga hoyrdi Guðs rødd.

Sambært kristnum umboðar Ábraham kristindóm – hóast hann sjálvandi var jødi – og Sutcliffe var allarhelst ikki ein sannur kristin. Ongin sannur kristin kundi nakrantíð funnið upp á at gjørt slíkt.

Hugburðurin sýnist at vera, at Sutcliffe var sálarliga sjúkur og bar seg ikki at, sum ein kristin eigur at gera, men Dahmer var sálarliga frískur og bar seg at, júst sum ein gudloysingur eigur. Hvussu vita vit tað? Jú, tí kristin eru góð menniskju, og gudloysingar eru ónd menniskju. Um eitt menniskja ger gott, so er hetta menniskjað kristið, sama hvat viðkomandi sigur seg trúgva. Ger eitt menniskja hinvegin ilt, so er hetta menniskjað gudloysingur, sama hvat viðkomandi sigur seg trúgva. So einfalt er tað.

Kanska hevði tað verið best, um vit bara settu allar gudloysingar í fangalegur og gassaðu teir, áðrenn teir oyðileggja alt samfelagið –

 

Føroyskt gudloysingahatur

Eg havi als onki ímóti, um fólk hava hug at siga, at bæði Dahmer og Sutcliffe umboðaðu ávíkavist gudloysi og kristindóm. Tað ger mær heldur einki, um fólk hava hug at siga, at hvørgin teirra  umboðaði síni átrúnaðarligu sjónarmið.

Hinvegin býður tað mær ímóti, tá fólk vilja demonisera øll, sum trúgva øðrvisi enn tey sjálv, alt meðan tey hálova øllum, sum trúgva á sama hátt. Eg havi nakað ímóti dupultmoralinum, sum liggur í tí at geva gudleysa sjónarmiðinum skyldina fyri allar illar gerðir, framdar av bæði gudloysingum og kristnum, og onga æru fyri tær góðu. Samstundis fær kristna sjónarmiðið alla æru fyri alt gott, ið bæði kristin og gudloysingar gera, og onga skyld fyri nakað ilt.

Ongantíð var hesin hugburðurin mær líka eyðsýndur, sum tá eg herfyri kjakaðist um skilnað millum kirkju og stjórn við Óla Breckmann í sendingini Rásarúmið. Óli, sum var blíður og vinarligur, byrjaði sendingina við at fortelja um ein persón, ið er “ein góður kristin uttan Kristus.” Við øðrum orðum fær kristindómurin æruna fyri, at viðkomandi er góður, uttan mun til hvat viðkomandi í roynd og veru trýr.

Somuleiðis vildi Óli geva kristindóminum æruna fyri kapitalismu, demokrati, fría marknaðarskipan og vælferðarsamfelagið. Heidnir grikkar fingu onga æru fyri at seta fólkaræðið á stovn, tí teirra mentan doyði út.

Kristindómur fekk onga skyld fyri sín leiklut í, at griksk mentan doyði út, hóast tað vóru kristin, ið beindu fyri nærum øllum grikskum bókum – harímillum bókum, ið umtalaðu fólkaræðið. Muslimar fingu onga æru fyri at bjarga griksku bókunum og harvið bjarga vitanini um fólkaræðið til okkum í eftirtíðini. Óli var tó ógvuliga kvikur at geva muslimum skyldina fyri ISIS.

Humanistar høvdu sjálvandi stolið hugskotið um at fara við øðrum, sum ein sjálvur vil verða viðfarin, frá Jesusi, men hevði Jesus sjálvandi ikki stolið hugskotið frá nøkrum, hóast hann verri enn so var fyrstur at siga frá tí.

Luther varð hálovaður sum ein kristin hetja og fekk onga skyld fyri jødahatrið, ið seinni førdi til týningina undir øðrum veraldabardaga. Bók Luthers Um jødar og teirra lygnir varð ikki nevnd við einum orði. At kristin undan øðrum veraldarbardaga kúgaðu jødar, varð ikki nevnt við einum orði. Nei, kristindómur er altíð sakarleysur, sama hvat kristin gera, men gudloysi fær sjálvandi skyldina fyri alt ilt. Hitler var, sambært Óla, gudloysingur.

Veit Óli ikki av, at jødakúganin í Týsklandi hevði sínar røtur millum kristin fleiri hundrað ár fyri Hitler? Veit Óli ikki av, at nasistisku beltisspennini bóru skriftina “Gott mit uns” (Guð við okkum)?              Veit Óli ikki av, at flest allir gudleysir felagsskapir vórðu bannlýstir í Týsklandi í 1933?

Sama árið helt Hitler røðu, har hann segði: “Og nú sigur Staatspräsident Bolz, at katólska trúgvin er hótt av okkum. Og til tí ákæruna kann eg svara: Í fyrsta lagi er tað kristin og ikki altjóða gudloysingar, sum nú standa á odda í Týsklandi. Eg tosi ikki bert um kristindóm, nei, eg kann vissa um, at eg hevði aldrin farið í samgongu við flokkar, ið ynskja at oyða kristindóm.”                                                           Seinni sama ár segði Hitler: “Vit vóru sannførdir um, at fólkinum tørvar hendan átrúnaðin. Vit hava tískil tikið upp á okkum bardagan ímóti gudleysu rørsluni, og tað ikki einans við hissini hugbornum kunngerðum: Vit hava beint fyri henni.”                                                                                                        

Veit Óli ikki av hesum?

Óli Breckmann er søgulærari, og havi eg tískil ilt við at trúgva, at hann veruliga er so fákunnugur um evnið, sum retorikkur hansara kundi bent á.Søgukøn kristin vita væl av, at Hitler var uppaldur í katólskari trúgv, segði seg vera katolikk, segði seg trúgva upp á Jesus og Guð og segði seg taka frástøðu frá gudloysi. Somuleiðis vita søgukøn kristin, at tað var líka vandamikið at vera samkyndur ella gudloysingur í nasi-Týsklandi, sum tað var at vera jødi. Kristin flest royna at snúgva sær undan hesi óhepnu søguligu sannroyndini við at siga, at hóast Hitler segði seg vera kristnan, so var hetta sjónleikur. Hvussu vita tey tað? Á sama hátt sum tey vita, at Sutcliffe var skisofrenur, og at Ábraham veruliga hoyrdi Guð? Ja, sjálvandi. Ongin sannur kristin kundi funnið upp á at verið nasist, líkasum ongin sannur skoti kundi funnið upp á at etið havregreyt við sukri.

Hitler framdi óndar gerðir, og eftir sum tað bert eru kristin, ið fremja góðar gerðir, og bert gudloysingar, ið fremja óndar gerðir, so má Hitlar hava verið gudloysingur og ikki kristin. Tað er fyrimyndarligur Erasmus Montanus-logikkur. Hitler lat sjálvandi bara sum um hann var kristin, tí hann visti, at so fekk hann meir stuðul frá týska fólkinum. Nú so? Týsku stuðlar Hitlers vóru kristnir, meðni? Nei, sjálvandi ikki. Ongin sannur kristin hevði nakrantíð stuðlað Hitler. Íðan, hví riggaði tað so hjá Hitler at brúka kristindóm til at vinna sær anti-kristnar stuðlar? Nei, tað er eitt duldarmál. Hóast vit kunnu lesa tankarnar hjá Hitler, so kunnu vit ikki vita alt.

 

Vandamikil søgufalskan

Tað, ið ræðir meg mest við slíkari søgufalskan, ið gevur kristnum æruna fyri alt gott og gudloysingum skyldina fyri alt ilt í veraldarsøguni, kemur týðiligast til sjóndar í einum broti í Mein Kampf, har Hitler segði: “Kynstrið hjá øllum framúrskarandi stjórnarleiðarum allar tíðir er m. a. fyrst og fremst ikki at skilja sundur fólksins uppmerksemi, men at savna tað um ein einstakan fígginda. [...] Hugflogið hjá einum framúrskarandi leiðara, fær sjálvt sera ymiskar fíggindar at sýnast, sum hoyrdu teir allir til  sama bólk, tí í veikum og ótryggum persónum kann vitanin um at hava fjølbroyttar fíggindar alt ov lætt hava við sær ein spírandi iva um egið rættvísi.”

Tá føroysk kristin býta allan heimin sundur í góð kristin og óndar gudloysingar, kenni eg ótta á mær, líkasum tá nasistar býttu heimin sundur í góðar nasistar og óndar jødar (og viðhaldsfólk hjá jødum). Tá føroysk kristin geva gudloysi skyldina fyri alskyns samfelagsligar trupulleikar, verði eg stúrin av somu ávum, sum jødar fyri annan veraldabardaga av røttum stúrdu, tá kristin góvu jødadóminum skyldina fyri allar samfelagsins trupulleikar. Tá føroyskir kristnir trúverjar ákæra gudloysingar fyri at taka undir við hópdrápi og neyðtøku og fyri at banna kristnum virksemi í almenna rúminum, minnir tað meg ikki sørt um, tá Martin Luther ákærdi jødar fyri at eitra brunnar og at drepa kristin børn við ætlan um at drekka teirra blóð.

Fyri stuttum skrivaði ein tilvildarlig kristin kvinna til mín á Facebook, at hon tekur frástøðu frá mær, tí eg onki vil vita av kristindóminum ella Jesusi, men heldur velji at ganga ørindi fyri fanan. Hon segði, at eg mátti velja antin tað góða ella tað ónda. Ongantíð fyrr hevði eg samskift við hesa kvinnu. Eg veit mær als ikki at hava gjørt henni ella hennara ónáðir. Eg greiddi henni frá, at eg trúgvi líka lítið á fanan sum á Guð, og at gudloysingar flest, hóast vantandi gudstrúgv, eru góð menniskju. Harumframt skrivaði eg, at um hon veruliga helt allar gudloysingar vera óndar, mundi tað vera hon, sum valdi tað ónda. Tá frábað hon sær, at eg skrivaði aftur til hana, tí hon toldi ikki ágang.

Góðu, kristnu fólk í Føroyum: At gudloysingar teljast millum føroyingar, er ikki ágangur ímóti tykkum. Tvørturímóti er tykkara fordómsfullu ákærur um óndskap ágangur ímóti okkum.

Tað er ov galið, at friðarhugaðir gudloysingar bert kunnu kenna seg tryggar í Føroyum, um vit megna ikki at taka í álvara alla ta útspilling, sum føroysk kristin áhaldandi spjaða um okkum.

Heini Reinert,

føroyingur og skrivari í Gudloysi