HJÁLPARLOYSINGARMENN ILLA SPERDIR

Nú tad stundar til Ólavsvøku, og løgmansrødan skal rimpast saman, er ikki væl statt innanhýsis í landsstýrisgonguni.

Teir skullu jú royna at reypa vid onkrum fullaveldisskreyti, men hvat er at erpa sær av?

Tann mannminkandi rituelli dansurin, teir higartil hava roynt seg vid yvirfyri bilsnum dønum, hevur mest verid ein barnsligur skemtileikur, men samstundis ein syndarlig skomm og ein herviligur skendsil fyri alt Føroya fólk. Sjálvt ikki hitt herostratiskt gitna Sjálvsstýrislandsstýrid á sinni (frá 1962- 1966) hevdi kunnad dummad seg verri enn hettta operettustýri, vit hava nú!

Nú tad stundar til Ólavsvøku, og løgmansrødan skal rimpast saman, er ikki væl statt innanhýsis í landsstýrisgonguni.

Teir skullu jú royna at reypa vid onkrum fullaveldisskreyti, men hvat er at erpa sær av?

Tann mannminkandi rituelli dansurin, teir higartil hava roynt seg vid yvirfyri bilsnum dønum, hevur mest verid ein barnsligur skemtileikur, men samstundis ein syndarlig skomm og ein herviligur skendsil fyri alt Føroya fólk. Sjálvt ikki hitt herostratiskt gitna Sjálvsstýrislandsstýrid á sinni (frá 1962- 1966) hevdi kunnad dummad seg verri enn hettta operettustýri, vit hava nú!

Fólk, id minnast teir eidasøru dólgarnar, sum mannadu sjálvsstýrislandsstýrid, trúdu ikki, at tey nakrantíd aftur skuldu uppliva slíkan absurdan sjónleik. Men aftaná seinasta umfar á Christiansborg, har hjálparloysingarmenn vóru í ferd vid at avreida olju, sum teir hvørki eiga ella hava funnid enn, sær tad út til, at fullaveldis-profetarnir hava enn verri handalag enn Hákunnardreingir í sínu tíd. Fyri at leggja stein oman á byrdu komu teir so vid ørvitisuppskotinum um at blanda ST uppí.

Tad nívir nógv tad frelsta fullaveldisfólkid at síggja, hvussu óhegnigir og klombrutur landsgongumenninir eru.

Loysingarmeinigheitin hevur tí havt fleiri møtir, har nógv hava vitnad, men hóast alla fanatismu hevur sjálvt har verid eitt vist erkennilsi av, at NÙ má farast aftur til arbeidis ? tad er nóg mikid spælt! Eitt heilt land kann ikki leggjast politiskt lamid, tí at nakrir verdinsfjarir fundamentalistar hava fingid tann tvangstanka, at teir kunna ganga á sjónum.

Sjálvt í Tinganesi eru fleiri vid at erkenna støduna, men tad má ikki vidgangast nakad fyri almenninginum, so alt embætismannalidid hevur fingid strangar ordrar til hvørki at brosa ella ivast, táid løgmadur filosoferar ella varamadur hansara fær nýggj anføll av tvangstankum.

Tad hevur tí verid nógv mobiliserad í fullaveldislidinum, og aktiviteturin í Tinganesi hevur verid ógvisligur í seinastuni.

Hjálparloysingarmenn arbeida febrilskt vid at hampa sítt slitna image! Men hetta brúka teir ikki egnan pening til, men noyda edrúilig hampafólk í landsins umsiting til at sita og gera vilt agitatiónstilfar fyri fullaveldi!.

Teir neydars loyalu embætisneytar noydast móti betri vitandi at censurera, revidera og manipulera tad politisku verdina, so hon kemur at líkjast tí løgna tankaheimi, sum landsgongan livir í. Parolan er "gódu Føroyar, tad var ikki eg, Danmark og danir fýrdu meg"!

Tí høvudkambarnir í Tinganesi vilja ikki alment erkenna nakad ? veruleikin má ikki rína vid hesar menn. Tvørturímóti ? eftir gomlum paranoidum tjódveldissidi eru teir vid at lancera eitt nýtt martyrium, har Danmark generelt og Nyrup specielt er rótin til alt ilt. Ein stórur partur av embætismanningini verdur skammleyst misbrúktur til hesi sandkassabrøgd ? til at "spæla loysing og grundlóg" í stadin fyri at gera politiskt arbeidi.

Og vita eftir á Ólavsvøkudegi skal løgmadur nokk sum hann er vanur, royna at vaska bædi sær og løgna lidi hansara, ikki bert um hendurnar, nei um alt tad gravskitna loysingarkrovid!

Hetta stýrid hevur konsekvent aldri tikid nakra ábyrgd á seg. Bædi harra Kallsberg og harra Hoydal eru amatørar í politikki, men teir eru markleysir í frekleika! Devisan hevur altíd verid tann, at onnur gera teimum fortred ? tad er so synd í teimum. Er tad ikki andstødan, sum vil liggja á búkinum fyri teimum og ganga vid til tey mest vitleysu uppskot, so eru tad danir, sum eru ljótir vid teir, tí teir ikki heilt vilja lata sær diktera av Hoydalskum møsni. Eingin skal tí undrast um, at løgmansrødan í ár aftur verdur ein frek endurtøka av tí gomlu paranoia, sum altíd hevur herjad í loysingarlidinum: Teir eru uttan skyld og synd ? tad eru bara danir, sum eru so frekir, at teir ikki vilja finansiera okkara loysing. Ikki skilja hesir menn, at ein loysing, har annar betalir, ger okkum til biddarar ? teir ynskja biddaraloysing. Meira mannminkandi og ábyrgdarleyst stavnhald kann einki stýri hava. Teir standa úrlætnir, brókaleysir, spillnaknir!.

Tann absurdi sjónleikur, sum brókaloysingarmenn hava spælt hetta seinasta árid, er so groteskur, at eingin studentakabarett hevdi kunnad gjørt tad stuttligari ella meira lágkomiskt. So um hesi hjálparloysingarfólk eingi onnur evni hava, hava tey almikid undirhaldningsvirdi. Men tad er vist tad, sum danir kalla "ufrivillig komik"

Onkur fer helst at spyrja ? hvør man vera aftanfyri leiktjøldini ? er eingin instruktørur? Tad er óvist, men at nógv ferdast dúgliga í kulissunum hjá landsgonguni er heilt ivaleyst. Vit hava jú til dømis leingi sæd og hoyrt hin fantastiska spámannin Jògvan Mørkøre, sum sigst verda vísindamadur (samfelagsfrødingur). Hesin frelsti og religiøsti tjódveldismadur hevur nú í longri tíd svævad alla vanliga matematikk og alment stadid á odda fyri massakru á alla vanliga hagfrødi, hevur avtikid alt vit og skil hjá vanligum fólki fyri at fáa tolka eitthvørt nidurlag í talkanningum til ein sigur fyri loysingarlidid. Hesin madur er so "objektivur" til at meta um fullaveldiskanningar, at vit eins væl kundu sett ein vampyr til at ansa eftir einum blódbanka! Hansara parola er "hug hæl og hug tå"- talfuskarin er eisini landsløntur og ofta at hoyra í fjølmidlunum hernidri vid sínum naiva møsni.

So er annar kulissumadur ? tad er tann beskedni fyrrverandi sambandsmadurin Zacharias Wang, seinni tjódveldisfrødingur, oddamadur í fólkafløkingini, lærari í loysing og samfelagsfrødi hjá harra HoydalsHøgna. Løgna tankatilfarid hjá Zachariassi hevur hugtikid varaløgmann ovurhonds. Onnur fólk, sjálvt sekterisk tjódveldisfólk hava ongantíd tikid Z.Wangstankar í álvara, men í Tinganesi má hann hava fingid eina renaissancu, tí hitt vitleysa zacharidiska uppskotid um at fáa ST uppí, kunnu sjálvt landsgongumenn ikki hava funnid uppá sjálvir, tad kann bara vera tann lítillætni Wang. Landsgongan hevur Zacharias Wang sum chefideolog. Soleidis er standurin í føroyskum politikki í dag.

Tridji kulissumadurin, sum roynir seg er tann intellektuella kempan Steinbjørn Jacobsen. Hetta er eisini eitt rudiment úr fólkafløkingini. Hann hugleidir eins og Zacharias ofta í blødunum um sín heroiska bardaga móti allari sunnari fornuft.

Sídst, men ikki minst mugu vit minnast Hoydalsbrødurnar, Gunnar og Kjartan, sum eisini standa á tá og toyggja seg næstan út á sjálvan tann politiska pallin. Bádir eru farnir at skriva í Dimmalætting, tad bladid, sum teir í síni tíd vildu hava avtikid, bannad, sprongt - teir fráráddu øllum nakrantíd at skriva har. Teir vóru eisini nógv móti oljufeløgum og ødrum illavordnum kapitalistafyritøkum. Ì dag eru teir kapitalistavinir burturav ? tann eini roynir seg sum oljubarón saman vid bædi útlendskum og føroyskum rákapitali, hin noydast vid at troyta danskar grunnar fyri pening.

Kann nakrantíd nøkur studentakabarett ella annar skemtileikur kappast vid hesar skølingar og skammleysu hyklarar? Tí er mítt uppskot, at kabarettin í ár verdur avlýst, tí hon vil aldri kunnad verda so groteskt láturlig, sum landsins stýrisgongumenn og teirra satellittar.

Sum sagt vard í kabarettini í 1964 um Sjálvsstýrislandsstýrid: Tann er standurin í árinum hálvum, at eingin teirra kann stýra sær sjálvum!



Virgar T. Dalsgaard,

í edrúiligum DANAVELDI