Lat meg fyrst siga, at tað hjá Jørgeni var bæði upplýsandi og undirhaldandi, og har kundi eg staðfesta bæði raðfylgju og sannleikan, sum var farin fram. Vit eru nøkur, sum veruliga hava fylgt við. Eg las eisini svarið, sum Ivan Johannesen so jonkasliga kom við, har hann royndi at skava útyvir veruleikan.
Mong munnu minnast ein politiskan pallborðsfund á Giljanesi mitt í nítiárunum. Serliga tá Ivan tók orðið og fór at reypa sær av, at tað var hann sum fíggjarmálaráðharri í 1989, sum hevði steðga undirsjóvartunnlinum undir Vestmannasundi. Grundin skuldi verða ov lítið av pengum. Vit vóru yvir 100 fólk sum vitni, og øll sótu vit sum kánus. Fyri tað fyrsta hevði landsstýrið brúkt pening til alt møguligt annað fjas hesi árini, so hví júst steðga undirsjóvartunnlinum og serliga undraðust vit á hví Ivan reypaði sær av at hava steðga arbeiðinum.
Vit kunnu tó nú glaðast, tí tunnilin er skotin ígjøgnum, tó 10 ár seinkaður. Ímyndi tykkum hvønn týdning hetta kundi havt fyri oynna í framburði hesi 10 árini, um tunnilin ikki var steðgaður í 1989 (súrsokkar!!).
Við Henry á Fútaklett
Meðan eg siti og lesi, rennur mær til hugs hvussu broytingar eru hendar. Eg minnist sum smádrongur, tá vit um summranar fóru at vitja ommu og abba í Rituvík. Tað var ein lang ferð. Um 9-tíðina á morgni við Henry á Fútaklett og so við sluppunganum Ólavi um sundið til Vestmannar. So við bili til Kollafirðar har mjólkarbáturin førdi okkkum til Havnar. Tá var seint og longur slappst ikki tann dagin, so vit máttu sova á Sjómansheiminum. Næsta dag um middagsleitið førdi Mjólkarforsýningin okkum inn á Toftir, og harfrá við taxa yvir um hálsin til Rituvíkar. Tá nærkaðist skýming næsta ferðardagin, so tit kunnu ætla, at tað ikki var á hvørjum summri at mamma og pápi tóku barnaflokkin upp á 8 á so langa ferð.
Men seinni minnist eg at broytingar komu. Vesturleið stytti nógv um túrin til Havnar, hóast Vágafjørður ikki altíð var so tespiligur. Síðan fór Bragd at sigla um Vestmannasund, og hann var avloystur av gamla Sam. Fyri ikki at tala um tá koyrandi var allan vegin til Havnar og nýggi Sam kom.
Brúgv í 30-unum
Fasta sambandið um Vestmannasund er tó ein gamal dreymur. Fyrstur við hugskotinum var Sámal Ellefsen, sum var valdur á ting fyri Vinnuflokkin (seinni Fólkaflokkurin). Síðst í 30-unum kom hann úr Canada, og tá vildi hann hava brúgv bygda um sundi. Tá Canadiumenn kundu byggja brúgvar, so kundu vit eisini, segði hann.
Hvør minnist ikki tá Vilhelm Nielsen, Haldur Hansen og Leon Joensen í sjeytiárunum stríddust fyri heingibrúgv. Einki nyttaði, tí mótstøðan úr Havn var so stór.
Felagkommunan í Vágum
Kommunurnar í oynni fóru so sjálvar ígongd og gjørdu eitt kempiarbeiði og løgdu tá støði undir tað sum í dag er veruleiki. Landsstýrið steðgaði kommunum, tí hetta skuldi ikki gerast av kommunum. Landsstýrið setti á at gera klárt, men alt varð steðga í 1989.
Aage-bróður, sum alla tíðina kempaði fyri hesum fasta sambandi, royndi sum landsstýrismaður í 1991 at fáa gongd aftur á undirsjóvartunnilin. Tá vóru undirskriftir í hópatalið savnaðar um alla Havnina ímóti fasta sambandinum. Man slapp ikki at keypa eitt rugbryeð frá Restorff´s-bakarí uttan at skriva undir. Aage-bróður noktaði at taka ímóti undirskrifunum og Havnin rópti hann út til ársins ulku.
Tí var tað stuttligt at síggja, tá nú veitslan var hetta kvøldið, her niðan fyri vegin í bygdarhúsinum í Miðvági. Síðsta skotið í tunnlinum var skotið. Ulkan var ikki boðin við, men fleiri av ulkupillunum, sum høvdu skrivað undir mótmælini sótu til háborðs og sjungaðu. Nótin var toliligur á teimum fyrstu ørindunum, men móti endanum minti tað mest um eitt kattakór. Var ein loynilig kontakt uttan á bygdarhúsinum, hevði man snýkt seg oman at sløkt sangin.
Fólkaflokkurin eigur framburðin
Nú vit minnast, má eg ásanna, at tey seinastu 4 árini fara at seta seg í minnið, sum tað valskeiðið, har stórstu framburðarmøguleikarnir eru hendir fyri Vágoynna. Tað kunnu ikki verða tvær meiningar um tað. Ígjøgnum allar tíðir hevur Fólkaflokkurin gjørt eitt megnar arbeiðið fyri oynna, ikki minst í hesum valskeiðnum.