Høgni Hoydal
----------------------
Johan Samuelsen vil í grein vera við, at Tjóðveldisflokkurin ikki hevur samstarvað um at vinna føroyingum umboð í Norðurlandaráðnum, og síðani leggur hann eftir undirritaða fyri søgufalsan og eftir tjóðveldisfólki sum heild við alskyns niðurgering.
Harmiligt, at so nógv, sum verður gjørt í føroyskum politikki, skal byggja á fordómar og útspillingar. Johan Samuelsen tykist hava valt tað til sítt lívsstarv at spilla Tjóðveldisflokkin og tjóðveldispolitikarar út. Tað stendur honum frítt, og eg fari ikki at viðmerkja hansara afturvendandi og óteljandi útspillingar av mær.
Men eg góðtaki ikki, at hann spillir fólk út, sum eru farin hiðani av fold og sum ikki fáa vart seg. Og eg góðtaki heldur ikki, at hann leggur eftir øllum tjóðveldisfólki við ósannindum.
Norðurlandaumboðan á tingi
Tá tað snýr seg um umboðan føroyinga í Norðurlandaráðnum, er ongin orsøk at leita eftir ósemjum ella at falsa søguna, soleiðis sum Johan Samuelsen ger.
Løgtingið hevur verið samt um, at Føroyar skulu hava sjálvstøðuga umboðan í Norðurlandaráðnum.
Umboðanin í Norðurlandaráðnum hevur ongantíð verið gjørd til eitt stríð millum andstøðu og samgongu. Í 1978 og í 1979, tá samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin kundi havt valt sær bæði umboðini, valdi Løgtingið at geva andstøðuni annað umboðið, og hesum stuðlaði Tjóðveldisflokkurin sjálvandi. (Andstøðan valdi Paula Ellefsen úr Sambandsflokkinum).
Framtøkini í Norðurlandamálum
Samstarvið um at vinna Føroyum limaskap og umboðan hevur eisini verið gott á Løgtingi. Og Johan Samuelsen átti at verið so mikið at sær komin, at hann eisini viðurkendi tað megnararbeiði, sum Erlendur Patursson, sáli, gjørdi fyri at vinna føroyingum umboðan og norðurlendska viðurkenning.
Erlendur Patursson átti uppskotið, sum hevur givið okkum núverandi støðu í Norðurlandaráðnum. Hann átti uppskotið um Norðurlandahúsið, og hann átti uppskotið um tingmannarráð Útnorðurs. Í góðum samstarvi við millum onnur Atla P. Dam, Thomas Arabo og Dánjal Paula í Búðini, vórðu øll hesi mál framd - og sjálvandi gjørdi eisini Petur Mohr Dam eitt stórt arbeiði til tess at vinna Føroyum umboðan í Norðurlandaráðnum longu afturi í 60?unum. Hvør hevur sagt nakað annað?
Uppskotið hjá Erlendi í 1976
Viðvíkjandi núverandi støðu Føroya í Norðurlandaráðnum, var gongdin hendan:
Í 1976 leggur Erlendur Patursson hetta uppskot fram í Norðurlandaráðnum:
"Nordisk Råd rekommanderer presidiet å utarbejde og forelegge rådet forslag om sådanne endringer i avtalen om Nordisk Råd, at Færøyene blir selvstendigt medlem af rådet like stilt med de øvrige".
Formansskapurin sendir landsstýri og løgtingi hetta til ummælis, og í 1977 leggur Atli P. Dam vegna landsstýrið fram uppskot til samtyktar um at stuðla uppskotinum hjá Erlendi Patursson. Uppskotið verður einmælt samtykt á Løgtingi 16. mars 1977.
Landsstýrið vendir sær síðani til danskar myndugleikar at fara víðari við málinum. Í 1980 leggur danska stjórnin fram uppskot í Norðurlandaráðnum um sjálvstøðuga umboðan fyri Føroyar og Grønland. Eftir ársfundin í Reykjavík í 1980 verður nevnd sett at viðgera málið - tann sonevnda "Petri-kommitéin".
Nevndin viðger umboðanina hjá Føroyum, Grønlandi og Ålandi. Meiriluti í nevndini kemur kortini til ta niðurstøðu, at hon vil ikki viðmæla sjálvstøðugari umboðan.
Ístaðin skjýtur nevndin upp, at vit kunnu taka lut í Norðurlandaráðnum (við tveimum tingumboðum) og kunnu taka lut í Ráðharraráðunum og í embætismannanevndunum, sum sonevnd "sjálvstýrandi økir".
Eftir hesum uppskoti verða broytingar gjørdar í Helsinki-sáttmálanum í 1983, sum ásetur virksemi hjá bæði Norðurlandaráðnum (tingumboð) og Norðurlendska Ráðharraráðnum (stjórnarumboðini).
Framstig seinnu árini
Hví Johan Samuelsen so skal leggja meg undir søgufalsan og leggja tjóðveldisfólk undir ikki at vilja gera framstig ella at siga "alt ella onki", er óskiljandi. Seinastu árini eru hesi mál framd í góðum samstarvi við m.a. Dan Reinert Petersen, Jóannes Eidesgaard og Jógvan við Keldu:
- Í 2000 vunnu Føroyar sær fastan sess í Norðurlendska Mentanargrunninum.
- Í 2002 skrivaðu íslendska stjórnin, grønlendska Landsstýrið og Føroya Landsstýri undir samstarvsavtalu um at styrkja Útnorðursamstarvið á ráðharrastigi.
- Í 2002 samtykti eitt samt løgting eftir uppskoti frá landsstýrinum aftur at søkja Norðurlandaráðið um fullgildugan limaskap. Hendan umsókn er til viðgerðar í løtuni.
- Í 2003 samtykti Norðurlandaráðið eftir uppskoti úr Føroyum og Íslandi, at samstarv við grannaøkini í Útnorði (Hetland, Skotland, Orkneyoyggjar, Hebridurnar, Írland, Ný Foundland o.o. kanadisk øki) skal raðfestast í Norðurlendskum samstarvi.
Hví skal siðvenjan broytast nú?
Spurningarnir ið nú standa eftir, eru: Hví skal Løgtingið ikki framvegis standa saman um norðurlendskt samstarv og halda siðvenjuna fyri, at andstøðan eigur at velja annað umboðið hjá tinginum? Og fremur skrivingin hjá Johan Samuelsen virðiligt samstarv?