Russar hava dripið seks fólk í Kyiv

- Í nátt sóu vit enn einaferð russiska "svarið" upp á okkara ynski um frið, sigur Volodymyr Zelenskyj

Í nátt hevur Russland lopið á ukrainska høvuðsstaðin við fleiri enn 300 dronum og átta rakettum.

 

Tað sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, á X, fyrrverandi Twitter.

 

- Í nátt sóu vit enn einaferð russiska "svarið" upp á okkara ynski um frið, skrivar forsetin sambært Reuters.

 

Í minsta lagi seks fólk hava latið lív og fleiri enn 50 eru løstað í russiskum álopum á Kyiv í nátt.