ørgrynna av amboðum og maskinum og stórur produktivitetur, og man kundi har læra mun á hølvispønum og saguspønum. Tað, sum ikki var verkstaður, var so heimið, fjálgt og heimligt at koma inn í, og har var altíð [...] lógu royndir, tankar og tekningar sum grund, og hetta, samstundis sum handalagið mentist, gav úrslit. Flakarnir gjørdust betri og sjóbetri, og summir fingu enntá mastur, segl og róður. Summir vóru bygdir [...] eg - eitt sera gott og róligt lyndi, og hetta kom til sjóndar í tolsemi og góðari fiskieydnu. Tá vit høvdu tørv á tí, plagdu vit at "stjala" bedingsjolluna. Hon var drúgv at oysa og tung at rógva, men vit
fyri fólk við fjørðin og meira. Hon matgjørdi og bakaði sum konur flest. Eini hundrað bollar fleiri ferðir um vikuna, tá ið harðast stóð til, og kanska mostur og systkinabørn vóru og ferðaðust hjá okkum [...] síni systkin, tosaði ofta um tey hvør í sær, og tey sóðust javnan. Mamma var næstan altíð glað. Hon var sterk, bæði til likams og sálar. Orkaði væl at arbeiða og at vera í gongd. Mamma var rationalistisk [...] tilkomin og vit børn vóru vaksin. Hon hevði nokk at gera sum heimagangandi mamma við seks børnum, hon gekk upp í tað við lív og sál. Bant alt, sum vit høvdu brúk fyri, troyggjur, vøttir, hosur og annað.
síni rundan um seg, og tann sum hevur búð og verið inni har, hevur kent hennara fjálgu hendur. Hon spardi seg ikki at hjálpa, hvar og nær tað var. Ommu- og langommubørn hevði hon nógv, og stóran áhuga hevði [...] hon sá inn í dýrdina, og óttaleys legði eyguni saman og sovnaði, gjørdi annars tungu løtuna, heilt serliga. Góða mamman, nú hevur tú lagt árarnar inn, og nú hvíla tínar troyttu hendur. Takk fyri alt. Dóttir [...] var sjómaður, fór avstað um várarnar og kom aftur um heystið, so tað var mamman sum syrgdi fyri, at eplini komu í jørðina og grasið bleiv til hoyggj. Vit høvdu kúgv, og gekk mamman saman við øðrum konum til
Kolbjørmu og Jens Clementsen á Sandi. Har sleit hon sínar barnaskógvar. Var næstelst av fimm systkjum. Var sjálv tvíburi, hin doyði beint eftir føðingina. Mamma og babba møttust í Íslandi og gingu í hjúnalag [...] aftur til míni barnaár. Minnist teg sum eina sterka kvinnu, og alt tað góða, tú gjørdi fyri meg og míni systkin. Og vit vóru ikki so fá, heili níggju í tali. Mangan havi eg hugsað, hvussu í allari víðu [...] veturin. Tað vóru tíðir, sum kravdu sterkar kvinnur. Mamma hevði eitt stórt hjarta og eitt ljóst og lætt sinni, sang nógv og var takksom fyri lívið. Hóast tað mangan var strævið, tí mamma var gift við einum
hjálpa og hugna – vaska og baka, og hvør minnist ikki pannukakurnar. Góða mamma, vit hava so nógv góð minnir eftir teg, og tey fara vit altíð at goyma í hjarta okkara. Tú vildi okkum alt tað besta, og áhugin [...] menniskja, og tú vísti kærleika til øll, sum tú umgekst, soleiðis sum Guds børn eiga at gera. Mamma var dóttir Jóhonnu og Sofus Debes og var elst av trimum systkjum. Hini bæði eru Oddvør og Óli. Líka frá [...] Henni untist ta gleði at fáa trý ommubørn, og vóru tey hennara eitt og alt - síggja tey trívast og mennast og sleppa at gleða tey. Altíð var hon tøk, tá ið brúk var fyri eini hjálpandi hond. Mamma var
minnast aftur á tey við gleði og tøkk. Tankar mínir leita aftur og aftur til tygra Daniel Jacob, Harda, Elna, Poul Johannes og børnini. Guð hjálpi tygun í stóru sorg tygra og sakni, og styrki tygun í komandi [...] ongatíð slitnaði og sum eg eri sera takksamur fyri. Skúlaárini her í Sumba fylgdust ogur og frá teirri tíðini eru nógv góð og stuttlig minnir ? ogur spældu saman í streingjakórinum og orkestrinum, hvar [...] smádrongur gjørdust Terji áhugaður fyri tónleiki. Hann var nærlagdur og spældi bæði orgul og guitar sum fáur, og tá ið eyguni fóru at vikna og hann seinni gjørdist blindur, valdi hann at fara til Danmarkar á
vera við teimum beiggjunum Paula, Jensi og Johannesi, bæði eystanfyri eftir nátungum, og vestanfyri eftir fugli. Væl minnist eg tá farið var vestur undir bjørgini, og leitað var uppi í Fløttin undir ánni [...] arbeiddu vit Pauli saman á Kolinum, Pauli var formaður í minuni, eg átti vørubil og koyrdi mennirnar til arbeiðis um morgunin og heim um kvøldið, arbeiddi eisini inni í minunum. Eg fór í huganum yvir, hvørjir [...] at frændi mín Joen Pauli Hammer var fluttur heim til Harran. Pauli var elstur av níggju systkinum, og byrjaði sum siður var í stórum familjum, at taka lut í øllum fyrifallandi arbeiði. Líka frá tí eg var
sinum og harav serliga á B6. Tú hoyrdi hana altíð tosa væl um sjúkrasystrarnar, hvussu fittar og góðar tær vóru og eg kann lovað fyri, at hon hevur biðið nógvar bønir fyri teimum eisini. Ása og Jógvan [...] stríddist við sjúku, so frísk og glað, sum hon altíð sá út til at vera. Eg kom inn í familjuna fyri góðum 12 árum síðani og kendi meg beinanvegin sum part av familjuni og sum Ása segði: "Nú hava vit fingið [...] soleiðis kendi tú teg saman við Ásu og Jógvan Martin. Ása var altíð positiv, hon hevði eitt lætt sinni og var altíð í góðum lag. Hon fekk øll rundan um seg at kenna seg væl og føla seg heima. Longu sum 48 ára
lagt nógvan dent á at tæna Harranum og tað gjørdi tú allar dagar eg kann minnast, til tað síðsta lá tú og sang og murraði versið: og tøkk, at tú meg hevur vart frá váða og neyð; tøkk fyri himmalljósið bjart [...] breyð. Hvønn dag, hvørja nátt og hvørja máltíð legði tú í Guds hendur við bøn. Abbi tú ert ein maður ið vit koma at minnast við virðing og kærleika, tú legði nógv gott eftir tær og tað skal tú hava stóra tøkk [...] orkaði meira. Tú hevur verið okkum ein góður abbi og langabbi, okkum børn hevur tú altíð verið góður við og givið tær góða tíð til, altíð klárur við klemm og muss tá tú sá okkum. Nú tú ert farin, renna barnaárini
Men sum árini gingu og vit bæði at enda komu at eta í sama húsi her hjá mammu og babba, so gjørdist mín mynd av abba ein onnur. Abbi var altíð góður í ráðum og hvørja ferð eg sat og ivaðist, um eg skuldi [...] eygsjón. Síðan eg, Jógvan og Jónas fluttu til Føroyar í 2002 og eftir at Karin sama árið var fødd, knýttust okkara bond nógv meira enn fyrr. Tú og Karin høvdu eitt serligt vinarband, og tá ið Karin kom inn at [...] ella ikki, hugdi tú út og eftir hvat Hann hevði sagt um veðrið, segði tú mær, um tað fór at vera turt ella ikki. Tað var bæði ein góð hjálp og ein sera góður eginleiki tú hevði, og tað løgnasta var, at tú