Minningarorð um mammu mína Ketty Kjærbo

f. 27. mai 1924, d. 28. februar 2009

Leygardagin 28. februar 2009 andaðist mamma okkara 84 ára gomul. Ein megnar kvinna. Hevði saman við pápanum uppalt okkum 7 systkin, sum øll komu væl avstað.


Pápin var sjómaður, fór avstað um várarnar og kom aftur um heystið, so tað var mamman sum syrgdi fyri, at eplini komu í jørðina og grasið bleiv til hoyggj.


Vit høvdu kúgv, og gekk mamman saman við øðrum konum til neytar. Farið var frá húsum tíðliga á morgni við 3 og 4 dyllum á rygginum og varð aftur farið avstað um kvøldið. Tað vóru nokk ikki altíð løtt spor, men viljin dreiv verkið. Tann dagligdagurin er ein farin tíð.


Mammu dámdi væl at hava síni rundan um seg, og tann sum hevur búð og verið inni har, hevur kent hennara fjálgu hendur. Hon spardi seg ikki at hjálpa, hvar og nær tað var.


Ommu- og langommubørn hevði hon nógv, og stóran áhuga hevði hon fyri, hvussu teimum gekst.


Mamman og pápin høvdu sett sítt álit á Jesus, og gjørdu tey sítt til at vísa øllum sínum á Hann.


Pápin doyði í 1994 og ein sonur teirra í 1996. Hetta var tungt hjá mammuni. Friður verið við minnunum um pápan og Sommer.


Eftir at hava sitið einkja í 12 ár, møtti mamman Magnus Paula Johannesen úr Vestmanna. Tey giftust og fingu fýra góð ár saman.


Leygarmorgunin, sum mamman andaðist seinnapartin, var ein dagur sum vit børn, ommubørn og familja annars, sum vóru tilstaðar, upplivdu sum nakað heilt serligt. Mamman var púra klár og segði okkum, at nú fór hon at fara heim til Harran og bað hon heilsa ommubørnunum, sum ikki vóru har, at hon nú fór heim til Jesuspápan. At uppliva, at hon sá inn í dýrdina, og óttaleys legði eyguni saman og sovnaði, gjørdi annars tungu løtuna, heilt serliga.


Góða mamman, nú hevur tú lagt árarnar inn, og nú hvíla tínar troyttu hendur. Takk fyri alt.


Dóttir tín Sanna