Minningarorð um elskaðu móður, vermóður og ommu okkara Ásu S. Høj

Minningarorð

Tað er við takksemi í hjartanum, vit kunnu minnast Ásu. Fyri bert 5 mánaðum síðani heiðraðu vit hennara 60 ára føðingardag, har yvir 100 fólk vóru til staðar. Tú sást ikki á henni, at hon stríddist við sjúku, so frísk og glað, sum hon altíð sá út til at vera.
Eg kom inn í familjuna fyri góðum 12 árum síðani og kendi meg beinanvegin sum part av familjuni og sum Ása segði: "Nú hava vit fingið eitt barn afturat", soleiðis kendi tú teg saman við Ásu og Jógvan Martin. Ása var altíð positiv, hon hevði eitt lætt sinni og var altíð í góðum lag. Hon fekk øll rundan um seg at kenna seg væl og føla seg heima.
Longu sum 48 ára gomul bleiv Ása sjúk av kreft. Sjálvt um hetta var ein torfør tíð hjá henni og Jógvan Martin, misti hon ikki mótið so. Hóast útlitini menniskjaliga sæð ikki sóu so bjørt út tá, valdi hon, at seta sítt álit á Guð, sum bleiv hennara styrki ígjøgnum tey gott 12 árini, sum hon fekk afturat. Í hesum tíðarskeiði upplivdi hon at gerast heilt frísk. Hon vitnaði um, hvussu Harrin hevði grøtt hana og gav honum æruna. Men hon gloymdi heldur ikki tað stóra arbeiðið, sum læknarnir gjørdu og plagdi at siga áðrenn viðgerðirnar av ymsum slag fóru fram: "Eg biði fyri læknunum, at Guð skal brúka teirra hendur til grøðing fyri mítt likam." Ása var góð við læknarnar og setti prís uppá teirra arbeiði, hon tosaði aldri niður á nakað, sum teir gjørdu. Á sama hátt var við hinum starvsfólkunum á Landssjúkrahúsinum og harav serliga á B6. Tú hoyrdi hana altíð tosa væl um sjúkrasystrarnar, hvussu fittar og góðar tær vóru og eg kann lovað fyri, at hon hevur biðið nógvar bønir fyri teimum eisini.
Ása og Jógvan Martin hava staðið saman í øllum. Eftir at Ása bleiv sjúk, var Jógvan Martin nógv um hana, til hvørja kanning og blóðroynd so var hann við hennara lið. Tað var, sum vóru tey so takksom fyri lívið, at hava hvønnannan og dugdu ómetaliga væl at njóta tíðina saman. Sást tú annan av teimum, var hin ikki langt burtur.
Fyri Ásu var Bíblian - Guðs orð - hennara dagligi heiligvágur. Hon inntók orðið við lesna og játtaði lyftini yvir sítt likam. Spurd um, hvussu hon hevði tað, kom hon altíð fram við hvat skriftin segði. Ofta var niðurlagið hjá henni, Fil. 3,13 "Eg orki alt í honum, sum ger meg sterkan." Hon gleddi seg eisini nógv í Sálma 103, 1-4 og Sálma 91.
Tað hava verið nógv fólk, sum hava ringt til Ásu ígjøgnum hesa tíðina. Mangan vóru tað sjúk fólk, ið ringdu til hana fyri at fáa hjálp. Sjálvt um hon kanska mangan var illa fyri sjálv, so hevði hon altíð nakað at geva av, tí hon var so fylt við Guðs orði, sum var hennara styrki.
Ása var ikki bert ein mamma fyri síni egnu familju. Inni í samkomuni Kelduni gjørdi Ása tænastu við borðini, hon var altíð klár saman við Jógvan Martini tá legur, stevnur og annað skuldi verða at skipa fyri matinum og tí praktiska. Hon var við til at skapa tað heimliga í samkomuni og øll sum komu inn blivu góð við hana á ein serligan hátt. Í dag kunnu vit gleðast um tað fyrimynd, sum hon hevur givið okkum og vit kunnu fylgja henni eftir.
Vit kenna longu nú ein so ómetaligan stóran sakn eftir Ásu. Tað virkar so óskiljandi, at hon ikki er ímillum okkum meir. Og serliga tú, Jógvan Martin kennir pínuna av at hava mist. Men vit standa saman við tær og biðja Harran um styrki og troyst. Sjálvt um vit syrgja, so syrgja vit ikki sum hini, ið onga vón eiga" (1 Tess. 4,13). Vit skulu jú øll ein dag fara herfrá, nøkur fyrr og nøkur seinni. Ása hevði valt Jesus her í lívinum og hon livdi saman við honum í einum dagligum samfelagi við Hann. Hetta er okkara troyst, at Ása í dag er heima hjá Jesusi, sum var hennara frelsari. Ein dag skulu vit síggja hana aftur í himlinum, har øll savnast, sum hava valt Jesus, sum sín Harra og Frelsara her í lívinum.
Við hesum orðum vilja vit lýsa frið yvir minnið um Ásu.
·????????????
Jastrid & Pauli og Pætur